fríggjadagur 13. februar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2009
Vikuskifti 13
Airways fekk trý nýggj flogfør
inn í flotan av sama slagi, sum
felagið alla tíðina hevði havt, og
so komu nakrir av flogskiparun
um, sum høvdu flogið við Dash8
flogførunum, yvir at flúgva við
BAE 146 hjá Atlantic Airways.
Støðan var jú hon, at SAS
kundi ikki her og nú útvega 22
nýggj flogfør, og hinvegin kundi
Atlantic Airways heldur ikki fáa
fatur á 30 nýggjum flogskiparum,
sum teir kundu umskúla alt fyri
eitt til slagið av flogførum, sum
teir hava. So talan var um eina
sonevnda winwin støðu fyri
báðar partar, sigur Anette Larsen.
Ikki so ringt sum
sagt veðrur
Hetta førdi so til møguleikan
at flúgva við flogfarinum BAE
146, ella Avro í eitt sindur meiri
framkomnari útgávu.
Tað er ein stórur munur á at
flúgva hetta flogfarið og so tað
propellflogfarið, sum eg framman
undan hevði flogið. Eisini var hetta
ein sera stór avbjóðing, tí Avro’in
er bygdur til nakrar serstakar
uppgávur. Flogfarið kann ymiskt,
sum onnur ferðafólkaflogfør stutt
sagt ikki kunna, og ongantíð fara
at kunna. So reint fakligt var hetta
ein ógvuliga stór avbjóðing, og
eisini ein frægd fyri meg at kunna
flúgva á egnu rutunum hjá Atlantic
Airways, og ikki bara til teir
flogvallir, sum vit vóru von við at
flúgva til út frá Keypmannahavn,
sigur Anette Larsen.
Ofta verður flúgving upp á
Føroyar tengd saman við innflúgv
ingsviðurskiftunum, ið sum
kunnugt tíðum kunnu vera trupul,
serliga tá hugsað verður um tann
turbulens, sum kann vera. Men
í so máta hevur Anette Larsen
verið ógvuliga heppin.
Eg havi bert einaferð upplivað
hendan turbulensin, sum eg havi
hoyrt tosað so nógv um, allar
teir tíggju mánaðirnar, eg havi
flogið upp á Føroyar. Eg byrjaði
at flúgva upp á Føroyar beint
eftir páskir í 2008, og tá var eitt
langt tíðarskeið við støðugum
veðri. Klárt og sólskyn við góðum
vindviðurskiftum, og tað gevur
sera góðar umstøður at læra ein
flogvøll at kenna. Partvís sær
tú landslagið uttan um teg og
lærir, hvussu fjøllini standa, tú
sær tað við tínum egnu eygum
og ikki bara á einum korti. Og
partvís lærdi eg flogfarið væl at
kenna við at lenda og fara á flog
á relativt stutta vøllinum, sigur
Anette Larsen.
Men tað hava kortini ikki bara
verið góðir túrar, hon hevur havt
sín part av vánaligum veðri.
Men eg vil siga, at flogvøll
urin er betri enn tað, sum eg
framman undan hevði hoyrt
um hann. Ella havi eg kanska
bara hoyrt um teir serliga ringu
túrarnar. Sjálvandi eru dagar
við vánaligum veðri við nógvum
vindi og ringum sýni, men eg havi
verið heppin og vard fyri teimum
ekstremu innflúgvingarstøðunum,
sum onkuntíð kunnu verða, sigur
Anette Larsen.
Heilt øðrvísi
Men hvussu er so at flúgva upp
á Føroyar í mun til teir flogvøllir,
sum hon annars er von at flúgva
til.
Næstan so øðrvísi, sum tað
kann vera. Har, eg vanliga flúgvi,
er talan um langar flogbreytir, har
eisini flúgva heilt stór flogfør, og
tí eru breytirnar tveir og tríggjar,
heilt upp í fýra kilometrar langar,
og landslagið er púra flætt. Tú
kanst siga, at tað er rættiliga lætt
at flúgva til ein slíkan flogvøll.
Sjálvandi skal tú gera so sum tað
stendur í vegleiðingini, men um
tú kemur eitt sindur skeivt inn í
innflúgvingini, so hevur tað ikki
tann stóra týdningin, tí landslagið
uttan um er so slætt, at eingin
vandi kann standast av tí, sigur
Anette Larsen.
Hon sigur, at tá er tað heilt
øðrvísi at lenda í Føroyum.
Í Føroyum hevur tú ikki ráð at
raka við síðuna av. Landslagið er
ein faktorur, longdin á breytini
er ein annar faktorur. Breytin er
1230 metrar, og tað eru langt frá
øll ferðafólkaflogfør, sum megna
at lenda á so stuttum vølli, men
júst hetta slagið av flogførum,
sum Atlantic flýgur við, megnar
tað, sigur Anette Larsen.
Men tað finst eisini ein triði og
avgerandi faktorur, tá tú flýgur
upp á Føroyar.
Typografiin og innflúgvingins
mannagongdirnar eru heilt
øðrvísi. Á fakmáli nevnist tað
»Non Presicion Approach«. Á
vanligum flogvøllum hava vit tól
sum vísa bæði vatnrættan og
va við flogførunum hjá Atlantic Airways var eg ongantðíð í iva. At flúgva upp á Føroyar var ein avbjóðing, sum eg stutt sagt ikki kundi siga nei til. Hetta er ein spennandi og gleðilig tíð, ikki minst eftir ta sera góðu
tlantic Airways, sigur Anette Larsen