fríggjadagur 13. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 31 - 13. februar 2009
Tað heldur Jan Højgaard eftir øllum at døma, tá hann í
Kringvarpinum (Útvarpið) á middegi í dag (12. feb.
2009) sigur, at tað er betur fyri samfelagið Føroyar at
manningin á Næraberg fær 27% býtispart í staðin fyri
17%. Sum tað eisini kemur fram, so verður Næraberg
helst seldur av landinum, um býtisparturin skal vera
27%. Tað er ikki tí, at eg haldi, at manningin ikki hevur uppiborði 27%, sum sátmálin
sigur, men um skipið verður selt av landinum, so fáa bæði manningin og samfelagið
bert 0%, og hvat er so vunnið? Vónandi kann Jan Højgaard síggja, at tað er betur at fáa
17% enn 0%?
Mann hevur hoyrt um lønir uppá 1 mió. kr. um árið, so um mann nú heldur fær
700.000 kr. um árið, so er tað betur enn onki at fáa, serliga í hesum niðurgangstíðum.
So míni ráð til Jan Højgaard skulu vera: “Lat vera at forkoma tí vinnulívi, sum er í
Føroyum í dag!”
Eru 10% meir enn 17%?
Petur Mohr
Hví eru fjølmiðlar altíð bert boðberar hjá tí almenna og privata vinnulívinum, teir
seta ongantíð kritiskir spurningar við avgerðir, ið blíva tiknar og sum raka heilt
vanlig fólk.
Seinasta dømið er skriv frá peningastovnum, sum fólk skulu fylla út og senda aftur,
mín spurningur er, hvat hendur um eg ikki svari hesum skrivi frá peningastovnunum?
Niðurstøðan má verða, at hesir fjølmiðlar eru sum pappageykar, bera boðini víðari
og síðani yppa øksl, um nakar torir at ditta sær, at koma við onkrum spurningi, ið teir
sjálvsagt sjálvir skuldu komi við.
Nokta at svara skrivi frá
peningastovnum
FinnleiF
Guttesen
Hevði Montesquie vitað
seg aftur í verðina, nú
nakrir makrelar í Norður
høvum eru vorðnir orsøkin
til, at hansara grundsjón
um fólkaræði, tríbýtið av
samfelagsvaldinum, er
kollapsað í Føroyum, hevði
hann helst roterað nakrar
ferðir í grøvini. Komm
andovegirnir eru niður
smeltaðir, leiðsla er ongin
og hvør ger nú bara sum
hann ella hon heldur vera
frægast. Táið demokratisku
bardúnurnar slitna, er
anarki´ið einasti eftir
verandi farvegurin.
Sambært einum avsend
araleysum tíðindaskrivi,
sum er endurgivið í fjøl
miðlunum ídag, hevur eitt
kollektivt landsstýrið út
delegerað einum vanligum
tingmanni heimildina til, at
samráðast við norska for
sætisráðharran av nýggj
um, um tragiska býtið av
nýásettu makrelkvotuni í
Norðurhøvum á 36 túsund
tons. Sum øll vita, endaðu
endaligu samráðingarnar
fyri viku síðani, millum
fiskimálaráðini í londunum
báðum, við, at norðmenn
struku avstað við bróðir
partinum, nevniliga
85%´um av kvotuni.
Fyri at repetera gongdina
í málinum, stutt, skal sig
ast, at Noreg og Føroyar á
einum fundi í London 31.
oktober 2008 sáttaðust um,
at áseta sær eina nýggja
makrelkvotu, umframt
nationalu kvoturnar í
strandalandaavtaluni, fyri
harvið at gera eina mót
sókn til autonomu kvotuna,
sum ESlondini einvíst
hava ásett sær sjálvum í
Biscaya víkini. Hvørgin
parturin ger nakað við
málið, fyrrenn vanligu
tvílandasamráðingarnar um
sínámillumrættindi byrja í
Havn 7. januar í ár. Norð
menn fatla tá hesa nýggju
kvotuna uppí samráðingar
nar, krevja sama býtið at
galda sum í gomlu ónøkt
andi strandalandaavtaluni,
og táið føroysku samráð
ingarfólkini ikki kunnu
góðtaka ultimativa kravið
frá norðmonnum, slitna
samráðingarnar dagin eftir.
Norska sendinevndin rýmir
frá borðinum og fer av aft
ur landinum. Flakatrolarar
nir, sum eru byrjaðir fiski
skap eftir vanligu rollover
skipanini, verða tiknir gísl
ar, og nú vóru góð ráð dýr.
Trýst kemur á skipanina,
og landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum heitir á
uttanlandsnevnd løgtings
ins um at fáa eina ráførslu
um málið. Bráðliga kemur
undan kavi, meðan nevndin
tekst við at greina málið, at
Vestergaard longu hevur
biðið norðmenn um nýggj
ar samráðingar, og lands
stýrismaðurin, sum ivaleyst
longu hevði innlivað seg í
norsku argumentini, svølgt
tey við høvdi og gørnum,
staðfest var eisini sama
kvøldið, sum nevndin kom
við sínari niðurstøðu, í
Degi og Viku, at hann
ætlaði sær at kíka norska
kravið um, at føroyingar
bara skuldu fáa 15% av
nýggju makrelkvotuni,
harvið kann endamálið við
ráðførsluni bara hava verið,
at turka komandi soltna
úrslitið upp í skjúrtufaldin
á uttanlandsnevndini, tað
ráddi bara um at legitimera
ússaligu og frammanundan
accepteraðu samráðingar
loysnina onkustaðni í polit
isku skipanini. Nú tað
skuldi leverast á røttum
staði, ráddi um at tveita
ábyrgdina frá sær. Uttan
landsnevndin var tó meira
vakin, enn kalkulerað var
við á bonaðu gólvunum á
Heykavegi 6.
Niðurstøðan hjá uttan
landsnevndini er eitt greitt
misálit á samráðingina hjá
Vestergaard & Co. Hon
mælir nevniliga til, at hetta
álvarsmál beinanvegin
verður lyft upp á eitt polit
iskt stig. Tað merkir, at
annaðhvørt uttanríkisráð
harrin ella løgmaður skuldu
taka sær av málinum, og
taka tað upp á hægsta stigi
við sínar javnbjóðis
kollegar í Noregi.
Hetta forðar tó ikki
landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum í at senda
sínar teknar til Keypmanna
havnar fyri at hitta norð
menn av nýggjum. Makrel
býtið er samsvarandi
heimasíðu ráðsins ordnað
frammanundan, og táið
valaliðið úr Føroyum
sessast við borðið í ríkisins
metropoli, eru eini 13
túsund tons av makreli
longu forerað burtur, við
landsstýrismansins væl
signilsi. Beint ímóti tí, sum
ein samd uttanlandsnevnd
hevði mælt honum til.
Málið gerst sjálvandi
brandaktuelt av nýggjum,
eftir hetta, tó at tey flestu
allíkavæl mundu halda, at
tað endaði, táið løgmaður
akslaði síni skinn við
landsstýrismannin í sjón
varpinum, har hann rósti
viðkomandi upp til ský,
fyri eitt framúr gott sam
ráðingarúrslit. At gingið
var diametralt ímóti
parlamentarisku nevndini,
sum var biðin um góð ráð,
tóktist ikki at nerva land
sins oddvita nevnivert.
Burtursøplanin av einum
árligum avreiðingarvirði á
100150 milliónir krónur
tíansheldur.
Sama dag sum ein skriv
ligur fyrispurningur frá
undirritaða, um málið, varð
konfirmeraður í Løgting
inum, fær málið tó eina
heilt nýggja realpolitiska
vend. Tilsýnilátandi ein
teatralsk ella kanska rættari
ein tragikomisk snaring.
Krúnprinsurin, og harvið
komandi formaður Javn
aðarfloksins, sum enn bara
er ein vanligur tingmaður,
hevur samsvarandi óundir
skrivaðum tíðindaskrivi,
fingið útdelegerað eitt
mandat, frá einum kollekt
ivum landsstýri, til at tosa
við norska forsætisráð
harran, Jens Stoltenberg,
um føroysku ónøgdina
viðvíkjandi býtinum av
nýggju makrelkvotuni.
Blekkið hjá Vestergaard er
nóg illa tornað á skilaleysu
avtaluni, táið hesin sami í
útvarpinum heldur tað vera
í fínasta lagi, at formaðurin
í uttanlandsnevndini, sum
ætlaði at taka samráðing
arnar frá fiskimálaráð
harranum fyri fáum døgum
síðani, nú fer undir at harta
norðmenn fyri laka før
oyska úrslitið, sum kom
burturúr samráðingunum,
sum Vestergaard sjálvur
hevði ábyrgdina av. Tey
flestu hildu helst søguna í
dag, um Jokarin og hansara
merittir, vera eina joke, eitt
óvart ákomið politiskt
skammlop, har fiskivinnu
samráðingar, Føroya
vegna, knappliga vóru
endaðar sum eitt mál mill
um formannin í Norska
Arbeiðaraflokkinum og
komandi oddvita social
demokratanna í Føroyum.
Soleiðis tykist tó ikki at
vera. Eftir øllum at døma
hevur eitt landsstýrið á
fyrsta sinni fingið ein min
istara við ongari portefølju,
sum samráðist samsvarandi
heimildardelegatión frá
einum kollektivum lands
stýri. John Johannesen
kemur heilt víst í annal
urnar fyri hetta søguliga
nýbrot.
Men, hvussu sær nú út
við valdsbýtinum hjá
Montesquie. Hvør hevur
nú ábyrgdina av hesum
politiska heksadansinum,
har ringurin fer brestandi
ígjøgnum øll tey so famøsu
og vatntøttu skottini, sum
halda demokratinum
flótandi?
Tey flestu kenna barna
bókina hjá Carlo Collodi
um Pinocchio, sum Walt
Disney kykmyndaði. Vit
minnast dukkusniðgevan
Gepetto, sum skar heims
gitna figurin úr einum
viðabuli, og hjartaligu
ynski hansara um, at
Pinocchio skuldi gerast ein
veruligur drongur. Ein dís
blæsir hann fullan av anda,
men leggir doyin á, at hann
kann ikki gerast eitt veru
ligt menniskja, fyrrenn
hann gevst við at siga ósatt
og gerst meira ósjálvsøkin.
Hetta var lættari sagt enn
gjørt, hann hevði tað við at
pella og fyri hvørja ferðina
vaks nøsin, og í sínum
himinrópandi bláoygni lat
hann seg lumpa til alt
handa slag av býttleika.
Gepetto var tó so miskun
samur og hjartagóður, at
hann flutti søguni yvir í
eina happyend fasu, har
Pinocchio umsíðir gjørdist
ein veruligur drongur. So
elskiligur, fittur og meina
góður.
Søgan um makrelkvot
una hevjar spurningin:
Hvør er hin føroyski
Gepetto? Dukkuførarin?
Hvør dresserar og hevur
ábyrgdina av tí, sum okk
ara nationali Pinocchio
fæst við í tiltikna finska
vetrarkuldanum, í mun til
Stýrisskipanarlógina? Ein
føroyskur tingmaður hevur
tingast við oddvitan í
norska útinnandi valdinum,
sum hevur lovað honum, at
taka málið upp við norska
fiskimálaráðharran, harvið
hevur formaðurin í uttan
landsnevndini nú gjørt
vanbýtið av makrelinum til
eitt mál, ímillum lóggev
andi valdið í Føroyum og
útinnandi valdið í Noregi,
beint ímóti síni egnu til
ráðing um, at útinnandi
vald okkara skuldi taka sær
av málinum, og ikki embæt
isliðið í Fiskimálaráðnum.
Avgerandi spurningurin,
sum øll seta sær, er, hvør
hevur nú ábyrgdina av tí
sum fyriferst? Hvør er
okkara Gepetto? Er tað Kaj
Leo? Jørgen? Jacob? Hvør
teirra hevur útdelegerað
politisku samráðingarnar
til ein tingmann, og hvør
tekur harvið ábyrgdina av
tí sum hendir í kjalar
slóðini av hesum
glantrileiki?
Ella er tað bara Jóannes,
sum í eini megalomanisk
ari løtu lat alvan sleppa at
kenna rákan av tí stórleika,
sum er komandi, táið hin
socialdemokratiska førara
ryssan stendur endursaðlað
og búgvin til nýggjar reið
ferðir um valdsins mørk.
Ein kurteisissamrøða í
korridorkuldanum í
Helsinki skaðar onki, men
máti skal vera við, hvussu
mann letur slitnaðu bar
dúnurnar í fólkaræðinum
fløkjast um síni egnu bein.
Pinocchio er en italiensk
børnebog fra tegnefilmen
af samme navn fra 1940"
1940. Det er en fortælling
med megen morale, men
også megen satire.
Historien handler om
dukkemageren Gepetto,
der laver en trædukke ved
navn Pinocchio og ønsker
sig, at dukken ville blive til
en rigtig dreng. Feen gør
dukken levende, og hun
siger at han først vil blive
en rigtig dreng, når han har
lært at tale sandt og være
uselvisk.
Det er ikke så nemt, den
lille dukke lyver ofte, men
hans næse vokser hver
gang. Og han lader sig let
lokke til det ene og det
andet.
Men alt ender godt, og
han bliver en rigtig dreng.
Disneys film blev et
økonomisk flop. Da den
kom op, var 2. verdenskrig
brudt ud, og det europæ
iske marked var udelukket.
Det amerikanske marked
svigtede filmen. På trods
af det regnes den i dag af
mange for hans bedste
film, omend kendere af
Collodis bog rynker lidt på
næsen. Musikken blev
komponeret af Leigh Har
line og Ned Washington
(ikke skrevet endnu)" Ned
Washington, og en af sang
ene When you wish upon
af star er blevet Disneys
kendingsmelodi siden.
Han fik sin egen tegne
serie hos Walt Disney, men
kan også indgå som bifigur
i andre figurers serier. En
"and" at sluge i disse serier
er, at han stadig er af træ,
selvom filmen endte med
hans forvandling til en
rigtig dreng.
Hvør er Gepetto ?
tórbjørn
jacobsen
viðmerkingar