Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 14 loddrættan innflúgvingsbana, men í Føroyum hava vit bert tann vatnrætta at halda okkum til. Hartil kemur so, at innflúgving­ arkósin ikki gongur beint upp á longs eftir vøllinum, tí fjørðurin ikki fluktar við vøllin, so tú mást snara nakrar gradir fyri at koma at flukta við vøllin og lenda, sigur Anette Larsen. Hon sigur, at alt hetta tilsam­ ans ger, at vøllurin í Vágum hevur ógvuliga nógvar faktorar, sum aðrir flogvøllir við nógvari ferðslu slett ikki hava. ­ Í Føroyum mást tú brúka alt tað, tú hevur lært, í senn. Aðrir vøllir hava okkurt, sum er trupult, men her mást tú nýta alla tína vitan upp á ein gang, sigur Anette Larsen. Fáar kvinnur Tað er ikki púra ókent, at kvinnur útbúgva seg sum flogskiparar, men tað er hinvegin heldur ikki heilt vanligt. Sum skilst er tað bert hin eina føroyska kvinnan, sum higartil hevur útbúgvið seg sum flogskipari, men hon flýgur kortini ikki her um vegir. Og tað er sami tendensur í Danmark og Norður londum sum heild. ­ Nei, vit eru ikki so nógvar, sum eru flogskiparar. Og eg havi ofta undrað meg á, hví so er. Flúgving sum fak tiltalar kanska ikki kvinnur, og fær ikki fastatøkur á ungum gentum frá byrjan av. Og eg dugi ikki at siga hví, um tað er tað tøkniliga ella tað bara ikki fangar áhugan. Fyri mítt viðkom­ andi má eg siga, at eg gjørdist púra burtur í flúgving, tá eg fyrstu fer royndi tað, og eg rokni við, at hetta er ein áhugi, sum má byggjast upp heilt frá einum ungum aldri, sigur Anette Larsen. Hon heldur, at um áhugin ikki liggur djúpt inni í einum, so kemst ikki víðari og so verður ikki talan um nakra lívsleið á tí økinum. Men tað er væl soleiðis við øllum størvum. Hinvegin er tað einki søguligt, sum forðar fyri, at kvinnur gerast flogskiparar. Í veruleikanum er ein av kendastu flogskiparunum í søguni ein kvinna, nevniliga Amilia Erhart. ­ Ja, tað er púra rætt. Og tað eru mong dømir um kvinnuligar flogskiparar, serliga innan flog­ fraktferðslu. Og hóast tær ikki hava verið so nógv í fremstu røð, so hava tær avgjørt verið at funnið í luftrúminum. Hvussu nógvar tær vóru lutfalsliga tá veit eg ikki, men soleiðis sum tað er nú, eru vit hægst fimm prosent av kvinnuligum flogskiparum, sigur Anette Larsen. Hon vónar tó, at hetta fer at broytast. ­ Á teimum trimum flúgviskúlun­ um, sum eg kenni, og sum liggja í Roskilde, eru 10% kvinnur í løtuni, og tað er ein tvífaldan av tí, vit eru í dag, men um hetta er ein tendensur sum fer at halda fram, veit eg sjálvandi ikki, men eg vóni tað, sigur Anette Larsen. Hon sigur, at tað er eisini blivið soleiðis í dag, at útbúgvingin er vorðin meiri strukturerað og skipað í einari fastari undirvís­ ingarskipan, har tú býr á skúl­ anum og gongur eftir einari tíma­ talvu. Soleiðis var tað ikki, tá hon tók sína útbúgving. Tá skuldu tey sjálvi fylgja við, nær tey skuldu gera hvat, og tað hevur kanska ikki hóvað kvinnunum so nógv. Væl móttikin Tá vit vóru umborð á flogfarinum fyri at taka mynd av Anette í stýrhúsinum, róstu flogternurnar henni fyri hennara dugnaskap. Tó í so máta er Anette lítillátin. Men hon letur væl at móttøkuni, hon hevur fingið, serliga hjá Atlantic Airways. ­ Tað er stuttligt. Eg verið altíð sera væl móttikin, serliga her í Atlantic Airways. Flest øll gleða seg ómetaliga nógv um, at ein kvinna er komin at flúgva hjá teim­ um, so eg kenni meg sera sera væl móttiknað, sigur Anette Larsen. Men hon vil ikki vita av, at hon skal vera dugnaligari enn hinir flogskipararnir. ­ Vit eru øll á umleið sama støði, vit eru vand á sama støði, og vit gera nógv burtur úr at vit øll operera á sama støði. Ikki at onkur ikki má vera dugnaligari enn onkur annar, tað kunnu vit jú væl, men eitt av endamálunum hjá einari flogorganisatión og einum flúgviskúla er júst at syrgja fyri, at evnini og vitanin hjá flog­ skiparum – og kabinupersonali annars – skal liggja innan nakrar nágreiniliga defineraðar karmar, sigur Anette Larsen. So uttan mun til, hvør situr við síðuna av í stýrhúsinum, so fyriferst alt altíð eftir somu mannagongdum, tað verður altíð sagt tað sama, og tey eru vand upp í at gera tað sama og eru vand upp at handfara tær støður, tey koma í, á sama hátt. Men hóast hetta Føroya ævintýrið hjá Anette Larsen er spennandi og avbjóðandi, so fer tað ikki at vara allar ævir. ­ Soleiðis sum tað liggur í kort­ unum, so gevist eg at flúgva upp á Føroyar seinast í mai mánaði, tá eg fari aftur til mítt gamla starv hjá SAS. Tá hava teir fingið ein nýggjan flota, har vit, sum flugu við Dash­8 flogførunum, verða drigin inn aftur í gomlu ruturnar, men við nýggjum sløgum av flogførum, sigur Anette Larsen. Hon heldur, at hesir mánaðirnir hava verið ein heilt serlig uppliv­ ing, og at nærkast oyggjunum í fagrasta veðri er ein sjón so vøkur, at hon ikki væntar at síggja nakað flottari nakra aðrastaðni í heiminum. BAE 146 hevur eina rúgvu av back-up skipanum, og tí kann tað eisini halda seg í luftini, sjálvt um fleiri tekniskir feilir henda í senn. Tað er nakað, sum hetta flogfarið hevur fram um onnur flogfør, og sum við stuttu lendingabreytini í huga ger BAE 146 so sera væl egnað at flúgva upp á flogvøllin her í Vágum, sigur Anette Larsen um flogtypuna hjá Atlantic Airways