fríggjadagur 13. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2009
15
Fyri tíð síðani varð sam
tykt á tingi, at undirsjóvar
tunnilin skuldi gerast mill
um Streymoy og Sandoy –
í 2009 og annars varð
meint, at tað vórðu ov
góðar tíðir at fara undir slít
stórarbeiðir. Tað riggað
betur at seta slík arbeiðir
ígongd í ringum tíðum – so
tað skuldi nú verið lag á
manni at fari undir hettar
arbeiðið, men nú rura teir
okkum við at tunnilin skal
byrja einaferð í 2011.
So inntil tað tíð syngja
vit bara:
Rura rura rilla. Og táið
so 2011 kemur, eru vón
andi betri tíðir aftur, og tá
kann man ikki gera íløgur í
Sandoynna – so syngur
man bara restina av ørind
inum: Mamma tín eitur
Billa. Pápi tín er ein góður
maður. Stundum betur
kann illa.
Tað er ikki smávegis
sum Suðuroyggin skal
hjálpast og alt gott um tað,
eg unni Suðuroynni alt
gott, men táið fari verður
suðureftir, mátti onkur
verið sum fekk eyga á
Sandoynna. Vit hava eitt
virkið her á Sandi sum
man við sorg má bara
síggja standa og falla.
Takrennurnar gignar
sundur so rennur niðureftir
á ómálaðum klædningi
sum er grønur av slýggið.
Virkisbygningurin forferst
fyri hvønn dag.
Onkur tingmaður vildi
geva suðuroyingum ein
posa við 40 mió. krónum
og aðrir vilja flyta øll
almenn skip suður til
Suðuroynna og ómøgu
ligan er tað rætt, men vit
liggja jú á leiðini, so
okkurt smávegis mátti
verið til Sandoynna.
Tá ið fíggjarlógin var
fyri, blivu tunlar settir í
gongd bæði sunnanfyri og
norðanfyri, men í Dali – í
Dalsbergi verða tey bumb
aði undir av gróti úr Dals
berginum og tað sama í
Sandslíð.
Tað gav at bíta, tá fíggjar
lógin var kunngjørd í fjøl
miðlanum. Tá var ein
millión til Sandoynna. Men
so frætt av skomm var
álíkavæl í teimum, at teir
tóku 7 milliónirnar sum
vórðu játtar til Skúvoynna
og skoyttu saman við
Sandoyar Sýslu – soleiðis,
at teir fingu tað at ljóða til
8 milliónir krónur – til
Sandoyar Sýslu.
Tað er strævið, nú teir so
væl kláraðu at fáa øll ting
fólkini inni á meginøki
num, at vera einsamallur
tingmaður í Sandoynni,
men um Tjóðveldi ikki var
fyrisprákari at trýsta
Sandoynna niður í dýpið –
so áttu vit her, at havt
okkara lokala tjóðvelidis
mann inni á Tingi, tí sjálvt
um formaðurin tjóðvelids
floksins ferðast títt millum
Føroyar og Danmark við
donskum ferðaseðli og
danskari løn – so ber væl
til, at halda eykmanni
hansara í Sandoynni úti frá
tí politiska vøllinum. Men
hann er jú úr Sandoynni!.
Tjóðveldi má væl ikki
trúgva at sandoyingar eru
blindir og ikki fylgja væl
við.
Sandoyggin gloymd
Sólvit
SimonSen
Væleydnaða Job Match
vísti, at fleiri føroyingar
fegnir fluttu heim, um
abeiðuppgávurnar vóru
nóg áhugaverdar. Arbeiðs
gevararnir – ikki minst
vinnan kýttu seg at greiða
frá spennandi verkætlanum
og starvsmøguleikum í
Føroyum.
Kanningin hjá Norður
atlantsbólkinum um, hví
føroyingar velja at búseta
seg í Danmark vísti tað
sama. Um størvini vóru
nóg spennandi, vildu eisini
tey framsóknu fegin heim
aftur til Føroyar.
Loksins høvdu vit eina
greiða mynd av, hvat skuldi
til, til tess at fáa føroyingar
heimaftur.
Lagamanni hjá
politikarum
Kann ein politikari ynskja
sær meir enn so feska og
ítøkiliga vitan frá útiset
unum um, hvussu teir fáast
heimaftur? Upplagt at fara
til verka og skipa arbeiðs
marknaðin, so at Føroyar
vórðu valdar ‘til’. Undir
fíggjarlógarviðgerðini
hoyrdu vit tingfólk aftur og
aftur endurtaka, hvussu
týdningarmikið tað var at
hava byggivirksemi í øllum
landinum, tí stígur var
væntandi. Í so máta vóru
flestøll samd.
Útlendingar ella
føroyingar?
Einans 6 vikur eru lidnar,
síðan vit øll tvíhildu um
hetta. Men nú fara útlend
ingar avstað við føroyskari
milliónaverkætlan fyri nøs
ini á føroyingum, meðan
arbeiðsloysi er vaksandi
(hóast tað enn er lágt). Um
hetta ikki skríggjar til himm
als, skilji eg púrt einki.
Meini so við, ein høvuðs
grundgeving fyri einum so
ovurhonds stórum halli á
fíggjarlógini – meir enn
hálvari milliard – var at
fyribyrgja arbeiðsloysi.
Ársins leiðaradagur
Fyri stuttum var ársins
leiðaradagur. Avbera
læruríkt at hoyra umboð
fyri partarnar á arbeiðs
marknaðinum og vinnu
lívsfólk siga sína hugsan
um politisku raðfesting
arnar og okkara arbeiði
sum heild. Ikki sørt, at eg
hitnaði um oyruni!
Fyrilestrarhaldari við
dyggum royndum í byggi
vinnuni segði í síni røðu, at
útlendingar uttanlands
stundum tóktust at hava
størri álit á føroyskum
entreprenørum og ráðgev
andi virkjum enn føroyskir
myndugleikar. Dømini
vóru eitt nú orðingar, sum
høvdu verið í almenna
rúminum, um at føroyingar
ikki dugdu at byggja eina
ítróttarhøll ella at hava
eftirlit við prestagørðum,
sum í roynd og veru ikki
vóru annað enn gomul
sethús. Eisini varð nógv
sagt um allar tunlaverk
ætlaninar hjá sitandi
samgongu, men tað lati eg
liggja á hesum sinni.
Hvat er at missa?
Um talan er um verkætlan
ina á landssjúkrahúsinum
varð tikið av tilboði sum
var 6 milliónir bíligari enn
føroyskt tilboð. Fíggjar
málaráðharrin segði herfyri
á tingi, at vit máttu hava í
huga, hvussu vit fingu
mest fyri peningin. Nakað
er sjálvsagt um tað.
Mær tykir tó ikki, at
roknistykkið er so einfalt.
Umframt, at fleiri føroy
ingar gerast arbeiðsleysir
og fáa ALS heldur enn eina
góða løn, starvsfelagar og
ein intaktan arbeiðssam
leika er tað bert ein partur.
Um verkætlaninar ferð
eftir ferð fara av føroysk
um hondum fáa føroysku
entreprenørar og ráðgevar
ikki tær royndir og menn
ing sum er alneyðug. Í
ringasta føri kann byggi
vnnan fara fyri bakka.
Samstundis kann neyvan
væntast, at serliga nógvir
timburmenn, elektrikarar,
húsasmiðir ella múrarar
verða útbúnir. Tí hvar
skulu teir læra, um einki
arbeiði er? Verkfrøðingar,
arkitektar og allir entre
prenørar áttu júst í hesum
døgum at kent vælvildina,
sum jú var tingsins vilji.
Men hetta vóru kanska
bara føgur orð?
Hvat gera vit nú?
Vit mugu vísa byggivinn
uni, at vit hava álit á henni
og at ætlanin er, at pening
urin til byggivirksemi
eisini skal fara til føroyska
arbeiðsmegi. Sjálvandi
skulu útlendsk feløg eisini
kunna bjóða og prísirnir
vera kappingarførir men
kappingin skal vera fair.
Saman við vinnuni og
pørtunum á arbeiðs
marknaðinum, má bera til
at finna eina loysn, har
allir partar hava ein góðan
smakk í munninum. Ein
loysn har: lønin er sambært
føroyskum sáttmálum og
kappingin er rættvís.
Kveikjandi arbeiðsmarknaður í truplum tíðum
Bergtóra H.
JoenSen
Tað er veruliga fallið
Tjóðveldi og Dimma
lætting fyri bróstið, at eg
á felags fundi í Helsinki
týsdagin ímillum polit
isku leiðslurnar í norð
urlendsku Javnaðar
flokkunum nýtti høvi at
tosa við norska forsætis
ráðharran um føroysku
ónøgdina við býti av
makreli ímillum Noreg og
Føroyar
Eingin hevur meira enn
Tjóðveldi við ógvusligum
vendingum víst á, at býtið
av makreli ímillum Noreg
og Føroyar ikki er
nøktandi.
Rætt er. Avtalan er ikki
nøktandi. Tað vístu vit sum
ein samd uttanlandsnevnd
á í sambandi við ráðførðslu
um málið. Tí av samlaðu
kvotuni uppá 36 túsund
tons, sum strandalondini
hava ásett norðan fyri 62
stig, fær Noreg 30 túsund
tons og Føroyar 6 túsund
tons.
Harumframt hevur
Noreg brúkt eina rættiliga
óvanliga framferð móti
Føroyum í hesum máli.
So er spurningurin, um
føroyingar bert sum vanligt
skulu lata standa til, yppa
øksl og annars leika í
heima í Føroyum, um at
høvd her heima skulu rulla
og annað mangt.
Góð ráð ímillum
floksfelagar
Týsdagin var eg á fundi í
Fólksins Húsi í Helsinki í
Finnlandi. Politisku leiðsl
urnar í Javnaðarflokkunum
og fakrørðslunum í øllum
Norðurlondum høvdu sett
hvørjum øðrum stevnu,
sum vit regluliga gera eina
ferð um árið. Ikki upp á
landsins rokning, men við
fígging úr flokskassanum.
Har var eg í stovu saman
við millum øðrum norska
forsætisráðharranum, Jens
Stoltenberg, í ein heilan
dag. Vit umrøddu millum
annað felags avbjóðingar,
ið standa fyri framman, nú
fíggjarkreppan er ein ítøki
lig hóttan ímóti vælferðini
– serliga hjá teimum veik
astu. Samstundis varð nógv
tosað um týdningin av
samanhaldi og samhalds
festi ímillum norðurlend
sku tjóðirnar í hesum
trongu tíðum.
Júst í sambandi við
hetta, hevði verið løgi, um
eg ikki lat nøkur orð falla
til floksfelaga mín í Noreg,
um framferðina hjá Noreg
ímóti Føroyum í Fiski
vinnusamráðingunum.
Men fyri ikki at gera nakað
skeivt mótvegis landsstýri
num, valdi eg fyrst at seta
meg í samband við lands
stýrið um hetta mál. Hag
ani fekk eg boð um, at tað
var full undirtøka fyri, at
eg royndi at gera norska
forsætisráðharran greiðan
við føroysku ónøgdina.
Í einum kaffisteðgi fingu
Jens Stoltenberg og eg
høvi at tosa saman um hesi
viðurskifti. Eg greiddi
honum frá føroysku ónøgd
ini, og um hvussu óvan
liga, ið samráðingarnar
vóru farnar fram. Hann
lovaði at tosa við fiski
málaráðharran hjá sær um
málið.
Tað er ikki vist, at hetta
bøtir um makrelavtaluna.
Men norski forsætisráð
harrin er nú í øllum førum
greiður um, at floksfelagar
hansara í Føroyum og
føroyingar annars halda, at
Noreg átti at víst Føroyum
størri samhaldsfesti og
virðing. Og kanska var tað
eitt úrslit av hesum, ið vit
sóu longu hósdagin, tá
norðmenn góvu tilsøgn um
at lata føroyingar fiska 30
túsund tons meira av sild í
norskum sjógvi.
Spillandi tungan
Tjóðveldi og Dimmalætt
ing tykjast vera ógvuliga í
øðini um, at norski for
sætisráðharrin og eg hava
tosað saman um hesi
viðurskifti. Tað verða nýtt
orð sum skeiklan av valds
býti, viknan av samráðing
arstøðu hjá landsstýrinum,
dukkuførarar og annað
mangt. Enntá sigur Tjóð
veldi, at eg nú skal hava
gjørt málið til ein spurning
ímillum lóggevandi valdið
í Føroyum og útinnandi
valdið í Noreg, og at hetta
er ímóti øllum reglum.
Eg lesi hetta soleiðis, at
tað fyri summi hevur størri
týdning at skapa rumbul og
rópa upp um ónøgd, heldur
enn at gera nakað við
trupulleikarnar.
Og tá tosað verður um at
blanda leiklutirnar saman,
so kann eg ikki annað enn
hugsa um, tá Tjóðveldi
ferð eftir ferð dregur innan
hýsis politiskar ósemjur í
Føroyum niður á Fólkating
og enntá ger tær til mál
ímillum donsku stjórnina
og Tjóðveldi á Fólkatingi.
At velja leiklutin sum
spillandi tungan er eitt
frælst val. Men tað er ikki
serliga uppbyggjandi. Tað
er hóast alt betri, at royna
at gera sítt til at vera bøt
andi hondin, har man
hevur møguleikan.
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga
Form. Javnaðarfl. á
tingi
JoHn
JoHanneSSen
viðmerkingar