fríggjadagur 13. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2009
Vikuskifti 15
Vikuskifti
Góðu heimahjálparar!
Tá ið tit nú eru komnar saman at
práta um ditt og datt viðvíkjandi
arbeiði tykkara, vil eg fegin nýta
høvið til at senda tykkum eina
hjartaliga heilsan og tøkk fyri
góða hjálp og viðgerð.
Sum tit vita, havi eg verið
lærari í eini 36 ár, so eg veit eitt
sindur um, hvussu tað mangan
kann vera trupult at hava við børn
og ungdóm at gera.
Og mær tykir, at støða tykkara
ikki er so ólík støðuni, ein lærari
hevur í skúlastovuni. Kanska er
støða tykkara meir viðbrekin, tí
hesi børn tykkara – hesi gomlu –
eru vorðin eins og børn, ið mjarra
og knarra – so um eitt og so um
annað. Men so er at minnast
til, at hesi gomlu hava livað
lívið undir ymiskum umstøðum.
Summi hava havt viðrák, meðan
summi hava havt mótrák. Lívið
her í heimi er ein skúli... summi
hava verið fyri hørðum stoyti, og
hetta hevur sett sín dám á tey og
broytt lyndi teirra. Tey hava ikki
dugað at boyggja seg, tey fella
saman og líksum læsa seg inni í
sær sjálvum og setast at grunda:
“kanska eiga vit sjálvi part í, at
mangt fór fyri skeyti.”
Men hetta dugir ikki. Øll eru
vit á skeivari leið – bæði gomul
og ung, og mega vit øll hava í
huga at biðja hann, ið eina kann
– Jesus Kristus – hjálpa okkum
og beina okkum leiðina, so tað
virki, okkum er litið til, nú vignast
væl.
Hetta við heimahjálp var ikki
til áður. Men tíðin er broytt:
fólkatalið er vaksið, so ein
kann siga, at umstøðurnar og
samfelagið í síni heild er alt sum
vent upp og niður.
Kortini vóru fólk ikki óhjálpin.
Tá sjúka og trot á ein og annan
hátt gjørdu seg galdandi, tóku
fólk seg saman at hjálpa. Var
onkur sjúkur og honum tørvaði
náttvøku, skiftist bygdarfólkið um
at vaka og rætta eina hjálpandi
hond. Hetta var alt ókeypis.
Men onkustaðni vóru gomul
fólk, sum ikki áttu innivist. Hesi
vórðu send til onkra bygd, um
onkur her vildi hýsa einum slíkum.
Hesi kundu gera okkurt smávegis,
har tey komu. Tey vóru “upp á
umgang”, sum tað kallaðist tá.
Hetta merkir, at tey vóru eina
ásetta tíð í einum húsi. Tá so
henda tíðin var farin, og tey vóru
farin at kenna seg eitt sindur
heima, vóru tey flutt í eitt annað
hús.
Hetta var ein sera ring tilvera.
Eg minnist fimm konur í Nólsoy,
av teimum hevði ein verið “upp á
umgang”. Men í Nólsoy varð hon
verandi í sama húsi. Hinar komu
sum arbeiðsgentur – tó var tann
eina ikki vaksin, tá hon kom. Allar
vóru tær væl tignaðar, og tær
vóru trúgvir tænarar í tí húsi, tær
arbeiddu, og her vóru tær, til tær
vóru útbornar. Onkur av teimum
var heiðrað fyri “lang og tro
tjeneste!”. Men hetta taldi ikki
nógv.
Heimahjálpin er eitt gott tiltak
– kundi kanska verið betri; men
alt tekur tíð, og orðatakið sigur, at
“Rom varð ikki bygt í ein dag”.
At vera heimahjálp er einki
lætt arbeiði. Eg ivist ikki í tí, at
hesi vilja gera arbeiði sítt eins
væl og var tað heima hjá teimum
sjálvum, men tey gomlu eru
ikki altíð nøgd við arbeiðshátt
teirra. Tey eru mangan brúnasíð
og finnast at. Tá ræður um hjá
heimahjálpini ikki at taka alt
upp við stálhandskum. Ein kann
látast, sum hann ikki hoyrir.
Her ræður um at vera liðmjúkur
– duga at venda sær, drívkraftin
í øllum arbeiði má vera kærleiki.
Kærleiki kann leggja mangan
sjógvin niður.
Heimahjálpin má mangan
renna húsanna millum frá Peri til
Pól – í veðri og óveðri. Hon má
læra seg tað stóra “kynstrið” at
boyggja seg. Tann, ið dugir at
boyggja seg, hann støkkur ikki.
Mong av teimum gomlu sita í
einsemi. Eg veit tey eru ongantíð
einsamøll, og tað er eingin; men
tey tørva, at onkur hevur tíð at
tosa við tey.
Í heimahjálpini er ein byrjan
gjørd at hjálpa teimum. Men
tíðin, ið hvør hjálpari fær, er ikki
long. Vanliga er arbeiðstíðin býtt
í heilar tímar, men her er tíðin
mangastaðni bert hálvir tímar,
og hon, ið er fyri hesum býti, má
mestsum renna magan upp í háls;
her kann ikki vera hugsan um
nakað tos.
Nøkur ellisheim eru komin, men
nógv vantar enn. Peningur tykist
ikki tróta. Hvønn dag hoyra vit
um milliónir og milliardir, ið verða
givnar sum stuðul bæði til eitt og
annað.
Stór og stásilig hús verða bygd
– mestsum av glasi. Ógjørligt er
hjá mær at reksa upp alt hetta, ið
fer fram – eitt so stutt tíðarskeið.
Tað mátti tí ikki verið ógjørligt
at finna eitt umhvørvi, har reistur
varð ein býlingur við – ikki
glæstriborgum - men longum
lonum – skift sundur í smáar
íbúðir, sum hvør av teimum gomlu
einsæris fekk og kendi seg at fáa
eitt heim.
Hetta kundi verið gjørt soleiðis,
at tey frægastu av teimum
– uttan vansa – kundu stokkið inn
á gólvið hvør hjá øðrum og fingið
eitt prát, og eisini komið út fyri
dyr.
Tey gomlu eru nú einaferð so,
at teimum hugnar best hjá sær
sjálvum. Á henda hátt høvdu tey
kent seg eiga eina smáttu.
Tey høvdu eitt øki, og var hetta
sum skapað til tey gomlu, men
hetta var tikið til annað endamál.
Men sum áður sagt, ein byrjan
er gjørd og vónandi fara tey
gomlu ikki at detta burturímillum.
Vinarliga,
Maria Eide Petersen
Tey gomlu og
heimahjálp
teirra
Hugleiðing hjá Mariu Eide Petersen (1894-1994)
um korini hjá heimahjálparum og lívið hjá
teimum gomlu fyrr og nú
Maria Eide Petersen (1894-1994) úr Nólsoy
var lærarinna í Funningi frá 1924 til 1959. Hon
hevur skrivað bøkurnar Konglar, sum kom út tá ið
hon fylti áttati í 1974, Rekar, 1977, og Snøklar,
1982. Í hesum trimum bókunum eru frásagnir frá
gerandislívinum. Hetta eru siðsøguligir dýrgripir.
Eisini týddi hon lestrar, sum eru savnaðir í bókunum
Livandi vatn, 1972, og Lívsins kelduvað, 1982.
Teksturin “Tey gomlu og heimahjálp teirra” er
nakað fyri seg. Her skrivar ein gomul kona og
rithøvundur um henda bólkin, sum hon sjálv hoyrir
til. Men samstundis setir hon seg í sporini hjá
heimahjálparanum. Her er bæði skemt, kenslur og
álvara.
Handritið av tekstinum er í varðveitslu á
Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Tey gomlu eru nú einaferð so, at teimum hugnar best hjá sær sjálvum