Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 31 - 13. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 14. februar eru liðin 25 ár síðan Jan Müller tók við sum ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum Á forsíðuni á Sosialinum týsdagin 14. februar 1984 er ein tíðindagrein um stjóraskifti á tíðinda­ blaðnum Sosialinum. Tað eru Jan Müller og Krisjan Dahl, sum hava tikið yvir leiðsluna á blaðnum, eftir at Tórfinn Smith, sum var blaðstjóri, hevði sagt seg úr starvi. Jan varð settur sum blað­ stjóri við ábyrgd yvirfyri pressulógini, meðan Krisjan varð settur sum politiskur blaðstjóri og fyrisitingar­ stjóri. Krisjan andaðist 11. januar 1998, 50 ára gamal. Hóast Jan hevur verið blaðstjóri á Sosialinum í 25 ár, hevur hann arbeitt á blað­ num í yvir 30 ár. Eftir at hava tikið prógv sum stud­ entur í 1971, læs hann eitt stutt skifti samfelagsfrøði við Keypmannahavnar Uni­ versitet og tók síðan prógv á Støðisútbúgvingini á Fróð­ skaparsetrinum í 1974, áðr­ enn hann fór á blaðmanna­ skúla í Danmark. Hann tók prógv í 1978 og fór eftir tað í starv á Sosialinum. Jan er kendur sum tann ídni ábygdarblaðstjórin. Hann arbeiðir ótroyttiliga fyri hjartabarninum, Sosial­ inum, og nú eisini tí nýggja hjartabarninum, Miðlahús­ inum. Fyritøkan hevur ment seg nógv hesi árini og er í dag fremsta fjølmiðlahús í landinum við Føroya størsta blað, við útvarpsstøðini Rás2 og portalinum, sum er mest lisna heimasíða av før­ oyingum heima og uttan­ lands. Starvsfelagarnir ynskja Jan hjartaliga tillukku við degnum og mong góð ár afturat! -red Føðingar 15. januar fingu Hanna Thomsen og Kim Mørup, Kibæk, Danmark eina dóttur á Herning sjúkrahúsi. Hon var 51 cm long og vigaði 3280 gr. 9. februar fingu Elin Herta Hammer og Jóhan Heini Joen­ sen eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigai 3700 gr. 11. februar fingu Hallfríð og Rúni í Hjøllum, Toftir ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 11. februar fingu Jórun og Jan Andreasen, Klaksvík ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3500 gr. 80 ára føðingardagur Mánadagin 16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 80 ár. Dagurin verður hildin Pállstovu leygardagin 14. febr. kl. 19.00. 70 ára føðingardagar 70 ára føðingardagarnir hjá Gunnvør og Jefri Justinussen, Tórshavn, verða hildnir í Pálsstovu leygardagin 21. februar kl. 18.00. Tey, ið ætla sær at koma, verða vinarliga biðin um at boða frá á tlf. 313003, 213043 ella 272803 í seinasta lagi sunnudagin 15. februar. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar hava  hjúnini  Esther og Johan M. Restorff, Tórshavn, gullbrúdleypsdag. Dagurin verður hildin saman við børnum, barnabørnum og systkjum. Brúdleyp Fríggjadagin 20. februar kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni Durita Biskopstø og Victor Andreasen bæði úr Tórshavn. Veitsla verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 19.00. Vit síggjast. Prógv Harriet á Toftini hevur 6. februar 2009 lokið prógv sum heilsuatstøðingur á SOSU NORD í Hjørring. Jan Müller blaðstjóri í 25 ár