Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 16 Sethús – Geilin 39, Vágur Nýggju snotiligu húsini eru um 200 m2 í hvørjari hædd - samlað gólvvídd um 400 m2. Grundøki er 2273. Byggiár: 2004. Húsini er væl bygd og í góðum standi. Í ovaru hædd er hjallur, inngongd, hall / gongd, grovkøkur / bryggers, stórur køkur / allrúm, stór borðsstova / stova við útgongd til altan / útigólv, hjúnarrúm við skápsveggi, baðirúm og 2 kømur. Í ovaru hædd er eisini stór garaga við el-hurð, flísum, innbygdum spottum og inngongd til grovkøk / bryggers. Húsini standa væl fyri á stórum grundøki í vøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi nær skúla, dagstovnum og handlum og hava panoramaútsýni yvir bygdina og fjørðin bæði eystureftir og vestureftir. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst Husini verða seld um hóskandi boð fæst Raðhús – Maritugøta 10, Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum á 57 m2 og úthús / hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 136 m2. Byggiár: 2003. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd, goymslurúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til stórt útigólv / terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við góðum grannalagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusar- breyt. Har eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA- sparkivøllur, fleiri spælipláss og frálíkt útsýni. Prísuppskot: kr. 1.700.000,00 Summarhús – Túgvurnar Kvívík Talan er um bæði arkitektteknaðu húsini ella báðar smátturnar, ið vanliga verða kallaðar »Túgvurnar«, sum standa í haganum omanfyri Kvívík. Byggiár 2000. Húsini eru bygd úr timbri á stoypta grund og við flagtaki. Hvør túgvan er 28 fermetrar við lofti ella hemsi. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, køkur / stova / sovirúm í ein- um. Í erva er hemsur við soviplássi. Vegur er til húsini, sum standa á leigaðari grund (15.000 kr. um árið) í sera vøkrum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Fleiri upp- lýsingar fáast á www.tugvurnar.fo og hjá INNI. Prísuppskot: kr. 700.000,00 Sethús – Djóna í Geil gøta 11, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum 2x65 og 1x55 – í alt 185m2. Grundstykkið er 364 m2. Byggiár: 1953. Ymiskar dag- føringar eru gjørdar sum t.d. nýggjur klædningur, nýtt tak við tøttum tróðri, vindeyguni eru skift fyrr og seinni, ovasta hædd er gjørd av nýggjum í 2002 og trappan innilokað. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm, stova, køkur og 2 kømur. Í ovastu hædd er trappu- uppgongd / gongd, wc, køkur, stova og 3 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrým / vaskirúm, kjallararúm og sjálvstøðug íbúð. Har er Inngongd, durur, køkur, stova, kamar, baðirúm, klædnarúm. Goymslurúm er undir trappuni. Húsini standa í friðarligum umhvørvi nær miðbýnum í Havn. Husini verða seld um hóskandi boð fæst Raðhús – Maritugøta 83 Hoyvík Frálíka snøgga raðhúsið er í 2 hæddum á 57 m2 og úthús / hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 130 m2. Byggiár: 2007. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv / terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baði- rúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, frið- arligum og barnavinaligum umhvørvi í góðum granna- lagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusarbreyt. Har eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-sparkivøllur og fleiri spælipláss. Prísuppskot: kr. 1.900.000,00 Sethús – Steinvíksgøta 3, Svínáir Húsini eru í einari hædd, samlað búvídd uml. 107 fermetrar. Grundøkið er 488 fermetrar. Byggiár 2006. Húsini eru innrættaði á henda hátt, goymslurúm/fýrrúm, køkur/stova við hurð út í tún, hjúnarrúm, 2 kømur og baðirúm við brúsu..Húsini standa væl fyri i friðaligum, barnavinaligum, eldravinaligum umhvørvi og tað er gott busssamband. Planerað er rundan um húsini og sunnanfyri húsini er ein stoyptur plattur, klárt til at byggja bilhús. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Krossgøta 3, Tórshavn Húsini eru í einari hædd á 89 m2. Grundøkið er 255 m2. Byggiár: 1952. Húsini eru nakað dagførd so við og við og m.a. klædningur, tak, vindeygu, ketil, oljufýr, hitavekslari og trýsttangi er skift í nýggjari tíð eins og útbygningurin varð innilokaður í 1985. Í erva er inngongd, durur / vindfang, gongd, stova, kamar, baðirúm, køkur, lítil stova + kamar og 1 kamar. Í neðra er lágur kjallari / fýrrúm. Runt húsini er hugnaligur garður / urtagarður við trøðum og runnum. Húsini standa væl fyri nær miðbýnum við síðuna av spæliplássi, og stutt er til alt. Prísuppskot: kr. 1.100.000,00 Íbúðarbygningur – Íslandsv. 24, Tórshavn Húsini eru 3 hæddum á 2x114 + 1x91=319m2 við 4 íbúðum. Grundøkið er 640 m2. Byggiár: 1967 / 1992. Húsini eru væl bygd við betondekki millum hæddirnar og eru dagførd so við og við. M.a. er klædningur, vindeygu og úthurðar skift og onnur íbúðin í miðhæddini er dagførd í 2001 og onnur í neðra í 2005. Íbúðin í vestara partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur, stova og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm og 2 kømur. Íbúðin í eystara partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur, borðsstova / alrúm, stova, kamar og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm og 2 kømur. Íbúðirnar í ávikavist vestara og eystara partinum í niðastu hædd hava inngongd, gongd, stova / borðsstova, baðirúm og kamar. Les meira á www.inni.fo. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Samanbygd hús – N. Finsensg. 47, Tórs. Samanbygdu húsini eru í 3 hæddum á 38 m2 – í alt 114 m2. Húsini eru upprunaliga bygd í 1914, men eru umvæld, bjálvað og dagførd so við og við. M.a. er hetta nýliga gjørt: vindeygu, tak, vatninnføring, frárensl / kloakk, gólv í stovuni, bjálvað á loftinum o.a., so húsini nú eru í góðum standi. Í miðhæddini er inngongd, køkur, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í huganligum, friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við høvuðshandilsgøtu mitt í býnum. Stutt er til dagstovnar, skúlar, handlar – ja alt. Nakað av útsýni er yvir býin úr ovastu hædd. Prísuppskot: kr. 1.500.000,00 Sethús – Skemmingsgøta 23 Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru 82,32 m2 hvør, og ovasta hædd er 55 m2 – í alt 219,64 m2. Grundøkið er 510 m2. Byggiár: 1985. Húsini eru dagførd við stórari garagu, carporti, altani, hitapumpu v.m. Í miðhæddini er inngongd, durur / garderoba, gongd / hall / trappugongd, grovkøkur / bryggers / vaskirúm, køkur / alrúm / borðs- stova, stova við útgongd til útigólv / altan, baðirúm og hjúnarrúm. Í ovastu hædd er trappugongd / arbeiðsrúm, goymslurúm, ið er klárt at gera til baðirúm og 2 stór kømur. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrúm, wc og kjallararúm, ið er lætt at innrætta til íbúð. Garður / urta- garður er runt húsini. Brotaflísar fylgja við til restina av túninum. Húsini standa í firðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Nakað av útsýni er millum húsini yvir á Kirkjubøreyn. Stutt er til dagstovn og busssamband. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Stoffalág 26, Tórshavn Húsini eru 2 hæddum. Niðara hædd er 84 m2 og ovara hædd er 96 m2 – í alt 180 m2. Grundøkið er 331 m2. Byggiár: 1965. Húsini eru dagførd við m.ø. útbygningi, bjálving, loftum, gólvum, inn- og úthurðum, baðirúmi, trappugongd, køki, hvítvørður, 3 nýggjum vindeygum í erva og 2 í neðra, baðirúmi í neðra, flísum í vaskirúmi, nýggjum radiatorum eins og øll vatnrør eru úr kopari. Í erva er inngongd, durur, gongd / spælirúm við útgongd til altan, køkur / alrúm / borðsstova / stova, baðirúm við brúsu og gosbaði, hjúnarúm og niðurgongd til niðastu hædd. Í neðra er inngongd, gongd, stova / alrúm / arbeiðsrúm, stórt kamar, 2 kømur, baðirúm, vaskirúm / fýrrúm við útgongd (klárt at gera til íbúð, sum hevur verið fyrr). Garður / urtagarður er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi tætt við skúlar, dagstovnar og allar hentleikar mitt í býnum. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00 Grundstykki – Húsanesvegur 47, Miðvágur Grundstykkið, sum liggur heilt einastandi væl fyri oman- fyri bygdina í Miðvági, er 794 m2 til víddar. Grund til stór sethús við dupultari garagu er stoypt, og klárt er at seta eina hædd ella høga reising á. Tekningar fylgja við og vegur er til ognina. Grundstykkið liggur í vøkrum, friðar- ligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Útsýnið er einastandandi gott yvir alla bygdina, vágna og út á fjørðin. Grundstykkið verður selt um hóskandi boð fæst Nýggjar lutabúðir – við Júksnará 9, Syðrugøta Íbúðirnar eru nýggjar lyklaklárar arkitektteknaðar íbúðir í bygningunum hjá P/F Tøting í Gøtu. Alt innan er nýbygt. Alt fast innbúgv er við í íbúðun-um, gólvini eru við hita og løgd við parkett. Íbúðirnar hava 3 ymiskar støddir. Í snið 1 eru 2 íbúðir á 84 m2 brutto. Har er: Inngongd, durur, stova / alrúm / køkur, hjúnarrúm, skápsgongd / baðirúm og kamar. Í snið 2 eru 3 íbúðir á 80 m2 brutto. Har er inngongd, durur, gongd, baðirúm, stova / alrúm / køkur, hjúnarrúm við trappu upp til loftsrúm / stovu, kamar við trappu upp til loftsrúm / arbeiðsrúm. Í snið 3 eru 4 íbúðir á 102 m2 brutto, sum hava 2 hæddir. Í niðaru hædd er: Inngongd, durur, stova / alrúm / borðsstova / køkur við trappu upp til ovastu hædd og grovkøkur / bryggers. Í ovaru hædd er: Trappugongd við útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Talan er um lútaíbúðir, har keyparin keypir sín lut, sum hann so eigur, og rindar restina sum vanlig húsaleiga eftir leisti hjá Húsa- lánsgrunninum. Kostnaður fyri íbúðarlutin: kr. 250.000,- ella 300.000,00 alt eftir stødd www.inni.fo Býta um hús? Hugsar tú um at býta um hús til eini minni ella til eini størri? Tað tænastuna kunnu vit í Inni eisini veita tær. Vinaliga, ring til okkara og avtala eina tíð til eitt óbindandi prát.