Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2009 17 Agnes Sørensen fer til gravar mánadagin 16. febru­ ar kl. 15 frá Grøndalslund kirkju á Tornvej 350 í Rødovre. Andlát og jarðarferðir Tøkk Av hjarta takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og fylgdu manni, pápa, abba, soni og bróðuri okkara Ian Onghamar Tórshavn / Taastrup til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til øll starvsfólk hjá Falck og á Glostrup og Gentofte sjúkrahúsi, sum tóku sær av honum undir hansara sváru sjúkralegu. Tøkk til Jóannis Fonsdal, prest, fyri troystarrík og góð orð í kapellinum í Keypmannahavn. Tøkk til tey, sum hjálptu til við ervinum í Danmark og í Føroyum, kokkar, hjálparfólk og tey, sum komu við mati og køkum. Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri góð og vøkur orð í Kirkjugarðskapellinum í Havn. Tøkk til sangarar, spælarar, gravarar og kapelltænarar. Tøkk til berarar, familju, vinir og onnur, sum á ein ella annan hátt vóru hjá, tá ið á stóð. Tøkk til øll, sum hjálptu til við kórsetingini í Danmark og við jarðarferðini í Føroyum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Fyri tey avvarðandi Eydna, Lilian, Fenella Glóð Mamma og systkin Leygardagin 14. februar 2009 fyllir Hans Jacob Koll­ sker í Hoyvík 50 ár. Hans Jacob er føddur á Eiði í 1959, foreldrini eru, Elinborg, f. Kalsoy, og Tór­ aldur Kollsker, sáli, fyrr­ verandi pantifúti, bæði av Eiði. Hans Jacob eigur tveir eldir brøður, tvíburarnar Terja og Eyðstein. Báðir abbarnir, Hans Jac­ ob Poulsen og Jóhan Kallsoy, vóru løgtingsmenn, og sótu í tingi fyri ávikavist Javnað­ arflokkin og Sjálvstýrisflokk­ in. Hans Jacob er uppvaksin á Traðarvegnum í Havn. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Jonhardi Brøðraberg í Havn og er eisini útbúgvin maskinmeistari. Hans Jacob hevur altíð havt stóran áhuga fyri motorakførum og fekk sær tíðliga egnan bilverkstað, fyrst saman við Kurt Dal­Christiansen, og seinnu nógvu árini hevur hann havt sín egna plátu­ og lakkeringsverkstað. Í 2003 flutti hann inn nýggjan nútímans virkis­ bygning á Hjalla, har hann eisini selur koreansku SsangYong bilarnar. Hans Jacob er giftur Heidi f. Petersen, og saman eiga tey dreingirnar Teit og Rók. Hans Jacob eigur eis­ ini børnini: René, Rannvá, Trónd og Tórald. -red Hans Jacob Kollsker 50 ár Mánadagin 16. februar 2009 verður Julianna Didriksen í Havn 80 ár. Sama dag hava hon og maðurin, Davis Didriksen, verið gift í 30 ár. Julianna er ættað av Strondum, foreldrini vóru Ragnhild, f. Johannesen, og Jógvan Johansen í Gørðum á Strondum. Mamman doyði bert tíggju dagar eftir at Julianna varð fødd, og pápin sat einkjumaður við fimm døtrum, har tann elsta var 5 ár. Julianna fór sum 14 ára gomul út at tæna. Hon giftist í 1948 við Kjartan Højgaard á Toftum, og búsettust tey har. Kjartan doyði í 1954, bert 29 ára gamal, tey fingu dóttrina Ásu í hjúna­ lagnum. Í 1954 kom Julianna til Havnar at búgva og fekk starv á reinsarínum Ruba, har hon arbeiddi í trý ár. Í 1955 giftist hon við Ferdinand Andreasen, ættaður av Tvøroyri. Tey fingu seks synir: Kjartan, Jógvan Magnus (Eggaba), Marnar og Árni, sum eru tvíburar, Jóhan Petur og Dan Ingi. Ommubørnini eru 20 í tali, langommubørnini eru fimm og tvey oldurommubørn. Fleiri av dreingjunum er kendir innan tónleikalívið í Føroyum, sum t.d. við orkestrunum „Black Birds“ og „Julianne­Boys“. Julianna hevði ymisk arbeiðspláss í býnum, í handlum, kioskum og pylsu­ vognum. Hon arbeiddi eini trý ár á Tórs Cafeteria og hevur eisini koyrt hýruvogn í Havn. Hon arbeiddi til­ samans 15 ár á Landssjúkrahúsinum, tíggju ár á A3, síðan á pleygudeildini og fleiri ár á goymsluni. Julianna hevur eisini verið virkin innan ymiskar felagsskapir sum t.d. Javna, Blindafelagið og Glottan, har hon hevur skipað fyri bingospæli fyri at skaffa pengar til hesi feløg. Í Glott­ anum sat hon í nevndini í 14 ár. Eisini spælir hon nógv sjavs, har hon saman við øðrum skipar fyri sjavskapping í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu. Dagurin verður hildin í Pálsstovu í leygardagin 14. februar kl. 19. -red Julianna Didriksen 80 ár Dagurin 13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum mátti tola deyðan sum pínsluváttur (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Fríggjadagin 13. februar fyllir Lena Gerðalíð í Klaksvík 60 ár. Lena er klinikkassistentur og hevur arbeitt á Barnatannrøktini hjá Klaks­ víkar kommunu í yvir 40 ár, har hon kann sigast at vera ein sannur kapa­ sitetur. Bæði tað at hon dugir væl við børnunum og er skjót at seta seg inn í alt tað, sum kemur fram innan nýggja tøkni. Lena var rættuliga tikin á bóli, tá hon kom til arbeiðis í morgun, tá starvsfelagarnir høvdu pyntað klinikk­ ina við fløggum og ballónum, og bjóðaðu henni út í býin at eta morgunmat saman við teimum. Lena er úr Klaksvík, dóttir Emmu, f. Olsen, úr Árnafirði, og Poul Sofus Joensen, vanliga nevndur Bei, úr Klaksvík. Lena er gift við Jákupi Gerðalíð, tey eiga tvey børn, Astrid, sum býr í Esbjerg, og Jógvan, sum býr í Klaksvík. Lena verður ikki heima føðingar­ dagin. -red Lena Gerðalíð 60 ár nøvn