fríggjadagur 13. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2009
Vikuskifti 17
Dámlig hús á Skála
Húsini eru sjarmerandi, hugnalig og livilig
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Ljós og luft uttan
Húsini standa væl fyri mitt í Skála bygd við sera góðum útsýni. Hugnaligt
øki er rundan um húsini við garði / urtagarði, har væl ber til hjá børnum
at spæla. Nakað er plantað, sólkrókur er omanfyri – eins og parkeringsøki
er til einar fimm bilar. Venjingarhøli, skúli, nýggjur barnagarður,
frítíðarskúli, høll og handlar eru beint við.
Stílur og snið innan
Húsini eru væl bygd, og innan eru tey sett í stand og dagførd við lættari
hond, so upprunadygdin er varveitt. Í miðhæddini er hjallur,inngongd,
durur, gongd, wc, baðirúm, køkur/alrúm og borðstova/stova. Gólvini í
stovuni eru hølvaði, pussaði og lútaði, so rái og rustikki dámurin kemur
fram. Trætrappa er upp á loftið. Tú kanst eisini ganga beinleiðis niður í
kjallaran. Í ovastu hædd er hjúnarúm og tvey kømur.
Niðasta hæddin
Í niðastu hædd er inngongd, durur/gongd, nýggj hárfríðkanarstova,
tekøkur, wc og vaski-/ fýr/kjallararúm. Møðuleiki er at nýta niðastu hædd
til sjálvstøðuga íbúð.
www.inni.fo
Fakta:
Adressa: ............Skálavegur 235, Skála
Býggiár: ............1964/2005
Hæddir: .............3
Gólvvídd: ..........255 m2 búøki
Grundøki: .........634 m²
Prísuppskot: ......kr. 950.000,00
Sosialurin/KvR 34 18 00