Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 31 - 13. februar 2009 viðmerkingar Í landspolitikki eins og í øllum øðrum lívsins viðurskiftum er alneyðugt stundum at steðga á, hugsa seg um og at læra av tí, sum farið er, og ikki endurtaka gjørd mistøk Tá sjálvskapta kreppan herjaði land okkara fyrst í 1990-unum, sprændi ríkis- felgsskapurin milliardir inn í bankar ogra og í lands- kassan. Úrslitið varð, sum vit øll vita, at føroyskir bankar og landsbúskapurin mentist ómetaliga nógv og skjótt fylgjandi árini. Nú heimsumfatandi kreppa hóttir vælferð okkara, mugu vit enn einaferð ásanna, at samhaldsfestið í ríkisfelags- skapi tryggjar okkara lands- búskap og harvið okkara framtíðar vælferð. Køvandi ráksnúni Søguliga gongdin vísir okk- um, at tá búskaparligt viðrák er, fáa fullveldisflokkarnir vind í seglini og leita saman við teimum flokkum, sum í spurninginum um ríkisrætt- arligu støðu Føroya snúgva sær við rákinum, alt eftir um búskaparligt við- ella mót- rák er í samfelagnum Úrslit- ið hevur verið, at m.a. ríkis- veitingin varð skerd og fastfryst, soleiðis at uml. 3 milliardir krónur eru søpl- aðar burtur seinastu 6 árini. Miðvíst hava loysingarflokk- arnir harumframt økt rakstr- arútreiðslur landskassans í ólukku mát. Hettar við tí fyri eyga at fyrireika før- oyska samfelagið til enn fleiri yvirtøkur - alt við fullveldi fyri eyga. Harum- framt er øgilig fíggjarorka og politisk orka annars løgd í at seta kílar í ríkisfelags- skapin. Nevnast kunnu m.a. “Hvítabók”, “Grundlógar- álitini” og landsumfatandi marknaðarføringin/indoktri- neringin av hesum verkum. Tá tað so búskaparliga rekur upp í ættina, seglini skulu repast og rætta kósin stingast út í kortið av nýggj- um, soleiðis sum tað hendi fyrst í 1990-unum og aftur nú, tá heimsumfatandi fíggj- arkreppa rakar okkara sam- felag, umframt at vit hava kreppu í pørtum af okkara høvuðsvinnu, finna vit styrki og loysnir í samhaldsfasta ríkisfelagsskapinum. Banka- pakkarnir eru feskastu prógvini um hettar. Sum víst á omanfyri, sveiggjar føroyski búskap- urin ikki einans við skiftandi konjunkturum, men verður hákonjunktururin, fram- gongdin í búskapinum og samfelagsmenningin søplað burtur í ábyrgdarleysari nationalismu. Sambandsflokkurin hevur ferð eftir ferð ávarað ímóti fylgjunum av slíkum aftur- haldssinnaðum og køvandi ráksnúni. Nú prógvar søgu- liga gongdin enn einaferð, at sjón gongur fyri søgn. Loysingarflokkarnair við Tjóðveldi á odda finnast í hesum døgum at neyðugum loysnum og útreiðslutálm- andi átøkum, sum eru neyð- ugar fylgjur av afturhalds- sinnaðum og ábyrgdarleys- um loysingarpolitikki. Slíkur andstøðupolitikkur prógvar, at hesir flokkar meta loysing- ina hava størri týdning enn vælferð og framburð í landinum. Bankapakkarnir Við fyrra bankapakkanum vórðu m.a.innlánini í bank- unum í ríkinum tryggjað. Um føroysku bankarnir ikki vóru partur av hesum átaki, er eingin ivi um, at fólk høvdu tikið sín pening út, ella flutt innistandandi á tryggari stað. Eitt slíkt “run” á bankarnar hevði skjótt tikið beinini undan lutfals- liga smáu føroysku bankunum. Við seinna bankapakkan- um varð m.a. omanfyri nevnda trygd fyri innistand- andi longd úr tveimum upp í fimm ár, eins og bankarnir nú fingu í boði at økja um sín ábyrgdarpening, fyri á tann hátt um neyðugt at konsolidera seg betur og harvið hava betri møguleikar at fíggja m.a.tað vinnuliga virksemið, sum er ein fortreyt fyri øllum framburði. Útflutningstrygdarskipan Í samband við seinna banka- pakkan vórðu 20 milliardir krónur settar av til eksport- kreditlán, sum føroyskar útflutningsfyritøkur vænt- andi fáa lut í, um tær ynskja tað, umframt at føroyskar útflut-ningsfyritøkur verða fevndar av útflutningstrygda rskipanina hjá Eksport Kredit Fonden, sum veitir útflutningslán og útflutnings- trygd. Hendan skipan kann verða við til at tryggja m.a. føroysku fiska-útflytarunum, at teir fáa pening fyri útflutn- ingsvøru sína, nú fiskakeyp- arar í útlondum ikki eru eins tryggir gjaldarar og undan búskaparkreppuni, sam- stundis sum bankarnir eru varnir við at veita útflutn- ingslán og útflutningstrygd. Í Føroyum er ikki fíggjar- orka at fíggja nakran ser- føroyskan bankapakka, eins og skotbráið at fáa í lag eina útflutningstrygdarskipan er alt ov stutt. Útreiðslutálmandi, men stimbrandi fíggjarlóg fyri 2009. Skotbráið at taka upp eftir CHE-samgonguna og gera fíggjarlóg fyri 2009 var stutt. Hóast døpur búskapar- lig útlit, varð hildið fast við útbyggingingina av okkara samfelag og varð skipað soleiðis fyri, at óneyðugur stígur ikki kom í byggivinn- una, við harav fylgjandi arbeiðsloysi. Tí varð m.a. nýtt Hvalbiarberghol sett á fíggjarlóg landsins fyri fyrstu ferð, soleiðis at tann fyri landsbúskapin so týdn- ingarmikla vinnan í hesum parti av landinum kann fáa betri karmar at virka innan, eins og hildið varð fast við útbyggingarnar av Lands- sjúkrahúsinum, umframt at fyrireikingar at byggja skúladepil í Marknagili eru í gongd - bert fyri at vísa á nøkur dømi. Við atliti til búskaparligu útlitini, varð útreiðsluhækk- ingin frá 2008 til 2009 á fíggjarlógini fyri 2009 tálmað við uml. 100 mió. kr. At almennir stovnsleiðarar og fakbólkar royna at kalla hettar sparingar, verja borg í fjølmiðlunum og finnast at hesari neyðugu útreiðslu- tálman, er væl skiljandi og fyri so vítt eisini teirra skylda. Flestu okkara skilja – og góðtaka hóast alt innast inni, at vit øll mugu bera part av teirri byrðu, sum heimsumfatandi búskapar- kreppan og teir trupulleikar, sum eru í okkara høvuðs- vinnu, leggja á okkum. Niðurstøða Tað er so ómetaliga nógv skjótari og lættari at finnast at og bróta niður, enn tað er at vera konstruk-tivur og byggja land. Tí er tað so umráðandi at síggja veru- leikan í eyguni, læra av søgu- ligu gongdini og gjørdum mistøkum, fyri síðani at hyggja frameftir, gagnnýta hákonjunktur, tá hesin er, og alsamt byggja upp og styrkja samhaldsfestið millum lond- ini. Við ábyrgd av framtíðini hava vit bæði í upp – og niðurgagnstíðum skyldu til, í felagsskapi, at skapa fram- burð og varandi virðir. Møguleikarnir liggja opnir fyri okkum, m.a.tá tað snýr seg um samstarv innan gransking, vinnumenning, á uttan-ríkispolitiska økinum og á útbúgvingarøkium. Vit eiga harumframt at kanna eftir, hvørjir møgu-leikar liggja í møguligum ES- limaskapi, heldur enn at stinga høvdið í sandin eins og strutsurin og loysingar- flokkarnir. Avbjóðingarnar eru stórar, nú kreppa hóttir, men møgu- leikarnir eru størri – bert vit vilja gagnnýta teir. Sjón fyri søgn Løgtingsmaður Jaspur Vang Umboðsmaðurin verður ignoreraður. Eidesgaard floytaði t.d. á lógloysið í Tvøroyrar Kommunu. Og Kaj Leo hevur einki gjørt við tað, hóast greiðar ordrar frá løgtinginum. Hetta máar støðið undan rættartrygdini Fólk, sum hava fingið myndugleika, skulu umsita hann eftir greiðum reglum - ikki eftir egnum tykki. Tann varðin, vit ganga eftir, skal vera lógin - ikki korruptión og nepotisma. Øll skulu ikki vera líka – men øll skulu vera líka fyri lógini. Hetta er ikki ein sjálv- fylgja. At vit hava lógir merkir ikki av sær sjálvum, at lógirnar verða fylgdar. Men hvør skal hava eftirlit við, at almennir myndug- leikar halda tær lógir, teir skulu virka eftir? Tað kunnu sjálvandi ikki vera myndugleikarnir sjálvir. Og tí fingu vit - eins og flest onnur lond - okkara Umboðsmann í 2001. Má takast í álvara Umboðsmaðurin hevur sera víðar heimildir í sínum eftir- liti við landsins myndugleik- um. Hann er hevjaður upp- um alla vanliga fyrisiting. Men umboðsmaðurin hevur ikki heimild at døma sjálvur. Myndugleikin skal liggja í hansara trúvirði. Tað, hann sigur, skal vera so væl grundað, at tað snøgt sagt má og skal takast í álvara. Verður tað kortini ikki tikið í álvara tá umboðsmað- urin vísir á lógarbrot, verður støðið máað undan rættar- trygdini. Tí so síggja myndug- leikarnir, at tað ber til at bróta landsins lógir uttan, at tað fær nakra avleiðing. Og tá er betur ongan umboðsmann at hava. Tvøroyrar Kommuna í serflokki Í 2007 gav umboðsmaðurin fleiri álvarsamar átalur, sum ikki fingu nøktandi avleiðingar. Og tað er serliga ein myndugleiki í landinum, sum vísir seg at leggja líka í, hvat umboðsmaðurin sigur: Tvøroyar Kommuna. Henda kommuna fekk álvarsama átalu, tá avloysari fyri leiðaran á Frítíðarskúl- anum varð settur, og týðulig tekin vóru um nepotismu í málsviðgerðini. Og í 2007 fekk komm- unan aftur álvarsama átalu í sambandi við setan av bruna- umsjónarmanni. Vit kenna umsøkjararnar... Sambært frágreiðing umboðsmansins um hetta mál, er heilt týðuligt, at tað ikki vóru lógir og reglugerð- ir, sum vóru avgerandi fyri setanina. Tað vóru persónar. Og hetta helt leiðslan í kommununi vera í fínasta lagi! Tá so umboðsmaðurin kom inn í málið, framdi kommunan ein klassiskan leik fyri at verja seg: Hon leyg! Fyrst leyg hon uppá fyrrverandi sløkkiliðsleið- aran, og síðani leyg hon uppá leiðaran fyri Bruna- umsjón landsins! Tá kommunan skuldi verja óreglusemið í sam- bandi við setanarsamrøður- nar í málinum, segði hon við umboðsmannin, at “Komm­ unalu starvsfólkini kenna annars umsøkjararnar so mikið væl frá lokalsamfelag­ num, at kommunan ikki metir, at starvsfólkasamrøð­ an í sjálvum sær gav komm­ ununi avgerandi nýggja vitan í mun til tað, sum sjálv umsóknin gjørdi”. Kommunalu starvsfólkini kenna umsøkjararnar frá lokalsamfelagnum! Tað er tað, sum er avgerandi! Tað sigur kommunan sjálv! Og tað sigur hon í einum verju- skrivi til umboðsmannin! Hetta er heilt ótrúligt. Og tað er ikki løgið, at Tvøroyr- ar kommuna fekk sera álvars- amar átalur frá umboðs- manninum. Tá hann lýsti framferðina hjá kommununi, nýtti hann m.a. hesar vend- ingar: “sera átaluvert”, “tað er atfinningarsamt”, “óskip­ að viðurskifti”, “als ikki nøktandi”, “alt ov long við­ gerðartíð”, “álvarslig brek við viðgerðini”. Kortini hevur kommunan síðani púra arrogant latið akkurát sum luft. Hon ásann- ar ongan feil, og maðurin, sum hevur verið fyri órætti, fær onga umbering! Landsstýrið gjørdi einki Umboðsmaðurin sendi frágreiðingina um málið til landsstýrismannin við kommunumálum. Men hann gjørdi einki. Eisini táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fekk frágreiðingina. Men eisini hann læt akkurát sum luft. Harvið blástemplaði und- anfarna ABC-landsstýrið tey lógarbrot, sum Tvøroyrar Kommuna framdi. Mann kundi ikki annað enn hugsa, at ein orsøk til hetta var, at leiðslan í komm- ununi og leiðslan í landsstýr- inum hoyrdu til ein og saman flokk. Altso at talan var um klassiska korruptión. Haldið kjaft! Við einki at gera sendi Jóannes Eidesgaard eini ógvuliga greið boð borgar- arnar á Tvøroyri: Uppliva tit órætt, so haldið kjaft við tí! Tí ein persónur sum stígur fram, og torir at klaga um ein almennan myndugleika, setir seg sjálvan í skotmála. Tað kann vera eitt stórt offur – men at nøkur gera tað, er við til at verja rættartrygdina. Vit hava tørv á fólki, sum tora hetta. Men tá hesi somu fólk síggja, at tað ongar sum helst avleiðingar fær, at ein myndugleiki brýtur landsins lógir, so virkar skipanin øvut. So verður úrslitið ein staðfesting av, at tað er í lagi at bróta landsins lógir. Og hvør skal trína fram og gera vart við óreglusemi, tá niðurstøðan, eftir at óreglu- semið er staðfest, er, at tað er í ordan? At tað ongar avleiðingar fær? Maðurin, sum í hesum føri tók eitt stig fyri rættar- trygdina og klagaði Tvør- oyrar Kommunu, segði soleiðis við Dimmalætting 10. november “Antin eigur løgtingið at gera nakað við tær niðurstøður, sum um­ boðsmaðurin kemur við, ella eigur hann at vera avtikin. Tað, sum hendir í løtuni, er at halda fólk fyri gjøldur, tí vit brúka tíð og orku til at kæra, men tað fær ongar avleiðingar fyri tann, sum brýtur lógina.” Frustratiónin er skiljandi. Og sleppa myndugleikarnir at ignorera umboðsmannin, so doyr stovnurin av sær sjálvum, tí fólk fara at halda uppat við at nýta hann. Eingin vil gera seg sjálvan til láturs. Løgtingið krevur atgerð Tá løgtingið í november við- gjørdi frágreiðing umboðs- mansins fyri 2007, var tí eitt greitt krav sett landsstýrin- um: Bæði hendan og hinar álvarsomu ákærurnar skulu hava fylgjur! Hetta er sjálvsagt. Løg- tingið má krevja, at tess egni Umboðsmaður verður tikin í álvara. Stutt eftir spurdi eg so løgmann, hvat hann hevði gjørt við málið. Hann svar- aði 20. november, at "Eg vil tí tryggja, at landsstýris­ fólkini taka átalurnar frá Umboðsmanninum til eftir­ tektar og taka neyðug stig." Tað ljóðaði nú gott. Men tá eg spurdi aftur meira enn tveir mánaðir seinni, vóru framvegis eingi stig tikin. Tjóðveldi fer sjálvsagt at fylgja málinum. Tí verður Umboðsmaðurin ignorer- aður, eru boðini greið: Tað er í lagi at bróta lógina. Og tann, sum klagar um lógar- brot, kann enda sum rukka sjálvur! Boð frá hægsta stað: Brót bara lógina! sJúrður skaale