fríggjadagur 13. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 31 - 13. februar 2009
tíðindi
SAMBAND
kári MikkelSeN
poSt@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Granskarar
til Fiskimálaráðið
Granskarar
til Fiskimálaráðið
Fiskimálaráðið søkir eftir tveimum granskingarleiðarum og
einum búskapargranskara til komandi granskingarverkætlanir
hjá Fiskivinnu gransking.
Les meira á www.fvg.fo
Fiskimálaráðið søkir eftir tveimum granskingarleiðarum og
einum búskapargranskara til komandi granskingarverkætlanir
hjá Fiskivinnu gransking.
Les meira á www.fvg.fo
Fiskimálaráðið
Meðan fleiri handlar
og virki repa seglini,
so hava tey í handli
num hjá Skousen á
Hálsi í Havn valt tað
øvugta: Tey hava tví
faldað handilshølini
handilslív
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hvítvøruhandilin Skousen á
Hálsi í Havn víðkar nú um
handilshølini. Handilin hev
ur seinastu trý árini havt til
húsa í gamla bygninginum
hjá P/F Jákupi á Dul í einum
hølum, sum eru um 200 fer
metrar. Men nú verður hand
ilin tvífalt so stórur, tí nú
verða hølini, har Biga Køkar
vóru tikin við í handilin hjá
Skousen.
Vit hava ikki merkt
nakað til afturgongdina,
sum øll tosa um, og tá hesi
hølini nú vóru tøk, so nýttu
vit høvið at vaksa um hand
ilin, sigur Rói Ørvarodd,
stjóri í Skousen.
Hóast navnið er danskt,
so er talan um ein føroyskan
handil, sum verður rikin
við eini franchisingavtalu.
Skousen hava 75 slíkar
franchisinghandlar.
Ein
franchisingavtala merkir, at
tú keypir tær rættin til kon
septið, eins og vit t. d.
kenna tað frá Burger King,
Shell o. s. fr.
Tað eru hvítvørur, sum
eru okkara spesiali, serliga
eru tað vaskimaskinur, køli
skáp o. s. fr. men vit hava
allar hvítvørur, eisini eitt
nú kaffimaskinur og raki
maskinur, sigur Rói Ørvar
odd, sum kortini leggur aft
urat, at tey halda seg burtur
frá sjónvarpi og útvarpi.
Trý fólk starvast fulla tíð
hjá Skousen – og tá á stend
ur hava tey nøkur fólk aftur
at at heita á.
Tá latið verður upp í
nýggja handlinum mána
morgunin, verða serlig for
kunnug tilboð.
So tað verður bíligt at
keypa hvítvørur næsta mán
aðin, sigur Rói Ørvarodd.
Tvífalt pláss til hvítvørur
Løgmaður og
landsstýrisfólkini
Jørgen Niclasen,
Jóannes Eidesgaard
og Annika Olsen
høvdu í gjár fund
um føroysku virk
isætlanina á veður
lagsøkinum
POliTiKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á skránni vóru arbeiðstil
gongd og skipan í sam
bandi við veðurlags og
umhvørvisátøk og luttøka
á veðurlagsráðstevnuni í
K e y p m a n n a h a v n ,
COP15, sum verður 7. til
18. desember í ár.
Løgmansskrivstovan
sigur, at landsstýrið er
samt um, at andstøðan,
vinnan og aðrir áhuga
bólkar eiga at taka lut í
tilgongdini. Ætlanin er at
skipa ein politiskan fylgj
ubólk við framsøgufólk
um úr øllum flokkunum
og ein COP15 fylgjubólk
við umboðum úr vinn
uni, granskingarumhvør
vinum og øðrum áhuga
bólkum. Ætlanin er, at
bólkarnir skulu verða
mannaðir í næstu viku.
Ein verkætlanarbólkur
við umboðum úr Uttan
ríkisráðnum og Løgmans
skrivstovuni fyrireikar í
løtuni føroysku luttøkuna
á COP15 og kannar,
hvørjar møguleikar Før
oyar hava at gerast partur
av altjóða sáttmálum um
niðurskurð í útláti av veð
urlagsgassum.
Í desember lat verkætl
anbólkurin undir Innlend
ismálaráðnum frágreið
ingina »Skjótt syftir seið
ir og tunga takið«, ið lýs
ir uppskot til virkisætlan
og tiltøk at minka um før
oyska CO2útlátið. Frá
greiðingin verður í løtuni
viðgjørd í teimum ein
støku aðalráðunum og
um miðjan mars skulu
landsstýrisfólkini koma
við einari greining av,
hvørji tiltøk kunnu setast
í verk innan teirra máls
øki, sigur løgmansskriv
stovan.
Sett kós á veður
lagsøkinum
Rói Ørvarodd, stjóri hjá Skousen á Hálsi í Havn hevur góðar vónir, nú tey tvíflada haldilshølini
Mynd: Jens Kristian Vang