Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 31 • 13. februar 2009 umborð Mangir skiparar og sjófólk annars hava neglt navn sítt í søguna. Onkur var fiskiklógv, annar var djarvur og kortini skilagóður sum fáur, og hin triði framdi kanska eitt hvørt bragd, sum bjargaði manni – ella allari manningini í havsneyð. Sama er við skipum og bátum, sum hava roynst betri enn aðrir – ella betri enn miðal, kunnu vit siga. Onkur snellubátur roynist væl, onkur verri. Munurin kann vera, at tann, sum roynist væl, liggur betri í sjónum, at báturin hevur el-drivnar snellur og tí kann royna við sløktum motori, soleiðis at snelludergurnar ikki í sama mun geva ljóð niður í sjógvin. Trolarar og onnur skip hava eisini roynst ymisk. Eydnan tóktist í størri mun vera við summum enn øðrum. Nógvar søgur kundu verið skrivaðar um sjófólk og skip, og nógvar søgur verða tíbetur skrivað- ar, bæði gamlar og nýggjar. Hvørt hevur sína søgu, og hvørt hevur sína tíð. Tað gongur ongantíð bara væl, og tað gongur sjáldan bara illa. Tað góða verður einaferð minni gott, og tað ringa verður sjáldan bara ringt. Tíðir skifta, og umstøður broytast. Rækjuvinnan, sum í sínari tíð var gullið í føroyskari fiskiveiði, hevur í fleiri ár ligið lágt. Hinvegin hevur pelagiska vinnan, sum fyri eftirhondini fleiri árum síðan lá við nøsini í vatnskorpuni, havt nøkur góð ár. Flakatrolarar hava í nógv ár roynst drúgvir og støðugir, meðan eitt nú ísfiskaveiðan undir Føroy- um hevur verið meira skiftandi. Eitt av skipunum, sum eisini hevur neglt navn sítt í søguna, er núverandi Roc Amadour, sum eisini hevur borið navnið Boðasteinur. Tá skipið varð keypt úr útlandi- num, vóru tað strandingar, sum vóru eigarar. Jóhannus Poulsen, sáli, sum fyri umleið tveimum árum síðan doyði av krabbameini, var millum teir, sum førdu skipið, og í hesum tíðar- skeiði førdi hann eina av størstu ísfiskalastunum til lands, sum nakrantíð er landað í Føroyum. Tá fuglfirðingar í 1994 keyptu skipið og góvu tí navnið Boða- steinur, gjørdist Sigurd Simonsen, sum nú er borgarstjóri í Fuglafjarð- ar kommunu, reiðari, og hann var reiðari øll sjey árini, meðan skipið var heimahoyrandi í Fuglafirði. Skipari við Boðasteini var Harry á Lakjuni, sum var avloystur av stýrimanninum, Símuni Einarssyni, sála, tá hin fyrrnevndi var í landi. Harry gjørdist kendur sum mað- urin, ið rættiliga hevði eydnuna við sær á búrfiskaveiði, sum var lutfalsliga nýggj veiða hjá føroyingum tá. Í 1998 landaði Boðasteinur soleiðis dýrastu ísfiskalastina, sum nakrantíð er landað av føroyskum skipi í Føroyum. Teir høvdu millum 240 og 250 tons av búrfiski, sum teir seldu á Tvøroyri fyri umleið 3,5 miljónir krónur. Boðasteinur fiskaði í einar fýra dagar, men túrurin vardi í umleið 12 dagar við sigling suður móti Assorunum og heimaftur. Men hetta var ikki einasta stóra búrfiskalast hjá skipinum og fyrrverandi reiðarin, Sigurd Simonsen, heldur seg minnast, at skipið á seinasta túri fyri søluna til Vágs, eisini hevði eina fram úr góða sølu av búrfiski í Hvalba. Nú Roc Amadour, sum skipið kallast í dag – og eisini kallaðist fyri søluna til Fuglafjarðar – er lýst-ur á tvingsilssølu, hildu vit tað vera hóskandi at lýsa ein part av søguni um hetta skip á hesum stað. Sigurd Simonsen sigur, at Boðasteinur upp undir endan av nítiárunum ella í ár 2000 hevði eina rimmar sølu í Botsfjørðinum í Noregi. Teir høvdu tá fulla last, eini 240-250 tons av toski, sum hann meinar, at teir fingu meira enn 3 miljónir krónur fyri. Soleiðis er rættiliga nærliggj- andi, at núverandi Roc Amadour er tað skipið í okkara fiskiskipa- flota, sum bæði eigur metsølu av ísfiski í Føroyum og uttanlands. Fyrrverandi reiðarin veit at siga, at Boðasteinur hevði fleiri góðar sølur inn ímillum, sum hann tekur til, og fleiri túrar seldu teir soleiðis fyri millum 2 og 3 miljónir krónur. - Minnist eg, rætt stóð skipið okkum í umleið 14 miljónum krónum, tá vit loystu. Vit keyptu skipið, sum tá lá við brotnum motori í Havn, á tvingsilssølu. Vit settu nýggjan motor í, sum vit keyptu úr Belgiu. Hetta var ein sonevndur ABC Diesel, og hesin royndist væl tey árini, skipið var heimahoyrandi í Fuglafirði, sigur Sigurd Simonsen, fyrrverandi reiðari. Vit kunnu skoyta uppí, at sam- stundis, sum búrfiskur hevur givið føroyskum skipi størsta landingar- virði, sum søgan veit um at siga, verður hetta fiskaslag í dag at kalla ikki veitt, tí mett verður, at hesin djúphavsfiskur er hóttur. Tíðir skifta, og umstøður broytast. Hvørt hevur sína søgu, og hvørt hevur sína tíð. Tað gongur ongantíð bara væl, og tað gongur sjáldan bara illa. Tað góða verður einaferð minni gott, og tað ringa verður sjáldan verandi ringt Roc Amadour, sum eisini hevur borið navnið Boðasteinur, eigur dýrastu ísfiskasølu, sum nakað føroysk skip hevur havt – bæði í Føroyum og uttanlands Mynd: Skipalistin Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Búrfiskur fór í søguna saman við Boðasteini