fríggjadagur 13. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 31 - 13. februar 2009
tíðindi
Fríggjadagur verður av mongum mettir at vera óeydnisdagur. Kanska
mest í spølni nú á døgum, men tað eru enn summi, ið hava eitt
sindur av pátrúgv. Sambært Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi,
var tað gamalt, at fríggjadagur var eydnisdagur í Føroyum. Seinni
er útlendska mentanin við, at tað er óeydnisdagur komin til
Føroyar, og enn í dag eru summi,
sum taka dagin í størsta álvara. Tveir dagar hava fingið skuldina
fyri hesa pátrúgv. Annað er langi fríggjadagur, uttan at vera nakað
religiøst og hin hendingin var fríggjadagin 13. oktobur í 1307, tá Filip
IV. av Fraklandi gjørdi seg inn á tempulriddararnar. Hinvegin fer
hátíðarhaldið at halda fram, tí talan er um góðar søgur
Høvdavirkið byrjaði leygardag
Hóast Høvdavirkið í Leirvík er ein nútímans fyritøka, so vilja teir ikki útfordra
skepnuna, sum teir sjálvir nevna tað.
Hetta hevði til dømis við sær, at virkið byrjaði sítt virksemi ein leygardag.
- Pápi er gamal sjómaður og vildi ikki síggja fríggjadag. Hjá íslendingum er
mánadagur óeydnisdagur, so vit avgjørdu at byrja mánadag, sigur Eirikur á
Húsamørk, stjóri. Hann greiðir víðari frá, at virkið ongantíð byrjar nakað nýtt
fríggja- ella mánadag, tí higartil hava teir verið hepnir, og vilja tí ikki niðra
pátrúnna, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri.
Skipafelagið legði frá landi fríggjadag
Ein mýta gongur runt í Føroyum, sum sigur, at skipini hjá Skipafelagnum ikki
løgdu frá landi fríggjadagar.
- Hetta er ein gomul søga, sum leingi hevur gingið runt, at skipini skundaðu sær
at lasta skipini hósdagar, soleiðis, at teir megnaðu at sleppa avstað fyri midnátt
hósdag, ella bíðaðu teir til tað var farið av midnátt leygarnátt. Men eg haldi ikki tað
passar, sigur Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur. Tí hann hevur eina fatan av, at
skipararnir hava sagt, at teir fóru avstað fríggjadag, tí skipini byrjaðu ikki nýggjan
túr. Men at alt var sami túrur, tí kundu teir eisini loysa fríggjadag.
Pátrúgvin næst
”
Um tú er bangin
fyri fríggjadegi 13.
so kallast sjúkan
paraskevidekatria
phobia
Tómur flúgvari
Hóast Eyðun Andreassen ikki trýr uppá nakað
serligt í samband við fríggjadag 13. So hevur hann
upplivað nakað heilt serligt í samband við dagin.
Hann og konan skuldu flúgva til Føroyar tann 13.
januar, sum var fríggjadagur tað árið.
- Tey høvdu fingið tað til, at tað var fríggjadagur
13. í 13. mánaði, so flogvøllurin var næstan tómur.
Vit vóru í veruleikanum tey einastu, sum flugu til
Føroyar hendan dagin, fortelur Eyðun Andreassen,
sum á ongan hátt trýr hesi pátrúgv.