Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 • 13. februar 2009 inngangur grams.fo 20 Viðhvørt eiga matur og drekka leiklutin sum millumliður í menniskjansligari vanlagnu. Hetta síggja vit t.d. í aktuella málinum um svøltandi børnini í Grønlandi. Altjóða barnaverndarfelagsskapurin undir ST, Unicef, hevur seinnu árini gjørt vart við ótolandi korini hjá nógvum børnum í Grønlandi. Vit hava hoyrt frásagnir um børn, ið reka fyri vág og vind og liva eina tilveru, ið er merkt av harðskapi, misbrúki og vantandi grundleggjandi umsorgan. Seinast hevur Unicef gjørt vart við eina kanning, ið v´sir, at sætta hvørt barn í Grønlandi svøltar. Børnini fara svong í song ella svong í skúla. Syndarligu avleiðingarnar av hesum kenna vit. Tað er aðalstjórin fyri Unicef Danmark, Steen Andersen, ið nú hevur sett Grønland á eitt slag av ”svartalista” fyri at at bróta mannarættindini hjá børnum. Málið hevur sjálvsagt vakt stóran ans. Ikki minst í politiska lívinum á Christiansborg. Herfyri setti Mogens Jensen hjá Sosialdemokratunum fram fyrispurning á Fólkatingi til danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, ið eisini er Grønlands-ráðharri, um hvat forsætisráðharrin vil gera fyri at tryggja sær at Grønland sum partur av Ríkisfelagsskapinum yvirheldur barnakonventiónina og forða fyri at grønlendsk børn svølta. Í stuttum svaraði Fogh fyrispurninginum við at siga seg vera skelkaðan um hesi tíðindini um vanrøkt av børnum í Grønlandi. Hann ger tó vart við at grønlendska Heimastýrið í dag sjálvt varðar av sosiala økinum í Grønlandi. Samstundis v´sir danski forsætisráðharrin til eina frágreiðing, ið danska stjórnin og grønlendska Heimastýrið lótu ST í august mánað í fjør, sum viðger barnarættindini í Ríkisfelagsskapinum. Næsta ár í 2010 kemur vantandi úrskurður frá ST um hesi viðurskifti. Danski ráðharrin fyri vælferð, Karen Jespersen, fer næsta mánað til Grønlands at skifta orð við Heimastýrið um korini hjá grønlendskum børnum. Danska stjórnin vil ikki økja um blokkstuðulin ella oyramerkja pening til grønlendsk børn, men hevur harafturímóti bjóðað fakliga ráðgeving at kortleggja trivnaðin í grønlendskum familjum. Grønlendski fólkatingslimurin, Lars-Emil Johansen (Siumut) kunngjørdi í síðstu viku, at hann fór beint heim til Grønlands at geva børnunum at eta heldur enn at viðgera allar tær frágreiðingarnar, ið vísa á trupulleikar. Hetta hevur hann í hvussu so er greitt tíðindastovuni Ritzau frá. At børnini í eitt av heimsins ríkastu økjum, danska Ríkisfelagsskapin, mugu fara svong í song skyldast sjálvsagt ikki umstøður, ið vit kenna frá fátøkrum menningarlondum í Afrika. Pengar eru nokk til. Tað er politiska skipanin, sum í mong ár ikki hevur tikið í álvara teir sosialu trupulleikarnar í grønlendska samfelagnum. Rúsdrekkamisnýtsla hjá foreldrum er ein av størstu syndarum, at nógv børn í Grønlandi ikki fáa góðan mat at eta. Vónandi verður vilji og førleiki at loysa hetta mál nú. Tá ið matur og drekka ikki verða vird Mortan í Hamrabyrgi