fríggjadagur 13. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2009
21
tíðindi
Óeydna
í 702 ár
Fríggjadagin tann 13. oktober í 1307 gav
Filip tann vakri boð um at drepa allar
virknar limir hjá tempulriddarunum
Fríggjadagur 13.
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru søguliga orsøkir til, at júst 13 verður mett
sum óeydnutal.
Gjøgnum 12. og 13. øld høvdu tempulriddararnir
vunnið sær eina ráðandi støðu í Europa. Við
vælsignilsi frá pávanum, stórum gávum frá
kongastættini og góðum sambandi við bæði jødar og
muslimar høvdu teir vunni sær somikið av jørð og
valdi, at hetta eisini skapti mikla øvund.
Hvør orsøkin var til hetta, er enn ógreitt, men líka
frá søguni um Kong Arthur og umvegis Holy Blood -
Holy Grail, the last Knight og DaVinci Code verður
dúgliga hugleitt um hetta.
Hvussu var og ikki, so syrgdi Filip 4. – Filip tann
vakri – av Fraklandi fyri, at hetta fekk ein bráðan
enda.
Hann skyldaði ovurhonds upphæddir til
tempulriddararnar, sum eisini vóru framúr hermenn.
Ta einu ferðina noyddist hann enntá at leita sær
olmussu hjá teimum, tá hann flýggjaði undan
uppreistrarsinnaða pøblinum.
Men við snildi fekk hann kortini steðga valdinum
hjá tempulriddarunum. Við miðvísum lobbyarbeiði
fekk hann Clemens V í pávasessin. Helst eftir at hava
myrt bæði Bonifacius VIII og Benedikt XI.
Nýggi pávin hevði nógv at takka Filip kongi fyri,
og tí kundi hann illa annað enn eftirlíka kravinum
um, at tempulharrarnir skuldu beinast burtur. Millum
annað við heiðinskapi sum grundgeving.
Fyri at eingin skuldi gruna ilt var neyðugt, at
atsóknin varð framd í einum samskipaðum átaki
kring alt Europa. Boð vórðu givin frá kongi í
seglaðum brævbjálvum, sum ikki máttu latast upp
fyrr enn um morgunin tann 13. oktober í 1307 – ein
fríggjadag.
Enn eru ymiskar fatanir, um tað veruliga eydnaðist
kongi at beina fyri tempulharrunum. Og eitt nú
verður í Holy Blood – Holy Grail hildið fast um, at
Prieuré de Sion í Fraklandi enn ansar eftir
loyndarmálum teirra. Nakað sum granskarar tó hava
ilt við at taka í álvara.
Men undir øllum umstøðum markeraði dagurin ein
ræðuleika av slíkum slag, at fríggjadagur 13. enn
verður roknaður sum størsti óeydnudagurin av øllum.
Vit elska pátrúgv
Hóast heilt fá veruliga trúgva, at fríggjadagur 13. er verri enn nakar annar dagur, so er tað sambært Eyðuni Andreassen púra náttúrligt,
at vit halda ein tílíkan dag.
- Menniskjan dámar væl at gera nakað serligt burturúr, og tí hava vit valt okkum hepnar og óhepnar dagar. Tað er ein háttur at halda
stýr á lívinum. Tí meti eg ikki, at fólk enn fara at sleppa hugsanini við fríggjadegi og talinum 13, men hetta verður meira undirhald
enn verulig pátrúgv.
Skiparar hava slept
fríggjadegi
Gamalt var, at mann ikki fór nýggjan túr fríggjadag,
men Eyðstein Djurhuus, formaður í skipara- og
navigatørfelagnum, heldur ikki, at hetta er nakað,
sum skiparar ganga nakað serliga uppí longur.
- Fyrr vóru teir bara einar tríggjar túrar um árið
við sluppunum, so tá bar til at gera soleiðis.
- Í dag hevur mann ikki tíð til hatta, og tí hava teir
flestu slept tí, so mann kann siga, at pátrúgvin er
vikin fyri peninginum, sigur Eyðstein Djurhuus, sum
sjálvur ongantíð hevur hugsað um fríggjadagar sum
nakað serligt, og enn minni trettanda dagin.
Hinvegin eru nakrir, sum ikki byrja nýggjan fyrsta
túr ella fyrsta túr í einum ári ein fríggjadag.
Pátrúgv má víkja fyri
deadline
Vanligt er, at mann ikki kastar uppá í binding
fríggjadagar. Men hetta er ikki nakað, ið ávirkar
fyritøkuna Guðrun og Guðrun.
- Vit mugu arbeiða tá vit kunnu, og so má
pátrúgvin víkja fyri deadline, sigur Guðrun Ludvig.
Hon sigur tó, at hetta er nakað hon hevur hoyrt um
fyrr, og at tað bara er jóladag, hon ikki kann finna
uppá at kasta uppá.
- Vit kunnu ikki nýta gamla pátrúgv, tá onkur
stendur og bíðar eftir einum plaggið, greiðir Guðrun
Ludvig frá, sum ikki dugir at ímynda sær, hvussu tað
hevði verið, um hon ikki kundi arbeiða fríggjadag.
an útdeyð
”
Hollendsk
kanning vísir,
at møguleikin
at enda í einum
ferðsluóhappið
er minni
fríggjadag 13.
tí fólk eru meiri
varin
”
Á húsi nummar
13 í gøtunum
í Iran stendur
12+1
”
Ongin F-13
flúgvari varð
gjørdur