Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 • 13. februar 2009 Mortan í Hamrabyrgi ummælir vín úr Rús­drekka­ s­ølu Lands­ins­. Skoðs­málini eru latin í mun til s­ams­var millum prís­ og góðs­ku. 21 vín ummælið mortan@hamrabyrgi.com Louis Jadot, AOC Bourgogne, Couvent des Jacobins 2006 Uppruni: Turt reyðvín úr Fraklandi Ummæli: Djúpur granatreyður litur. Áðrenn umhelling rættiliga afturlatið vín, men aftná ein tíma í karaflu, sera samansettur angi av alskyns reyðum og myrkum berum, soppum og nýggjum leðri. Eitt lot frá teimum stóru Bourgognunum. Dýrt er tað, men slíkur kompleksitetur og sublimitetur kann ikki eftirgerast. Frálíkt til harusteik. Kos­tnaður: Kr. 121,50 Skoðs­mál: Georges Darriaud, AOC Côtes du Rhône Village 2006 Uppruni: Turt reyðvín úr Fraklandi Ummæli: Glógvandi rubinreyður litur. Reyð og myrk ber í fína anganum. Tó eisini mótspælandi undirtónar av leðri og fjósi. Hetta skyldast uttan iva ein stóran part av Mourvèdre-drúvu umframt Grenache og Syrah. Lætt og mineralskt reyðvín. Nakað saftkent, men leskiligt og fínt samansett. Turt við fínar bersøtar undirtónar. Heilt rætta vínið til stoktan fisk, - gjarna við skræðu! Kos­tnaður: Kr. 71,50 Skoðs­mál: De Pennautier, VdP d’Oc, Chardonnay 2006 Uppruni: Turt hvítvín úr Fraklandi Ummæli: Glógvandi gulur litur. Frískligur og nakað mineralskur angi av gulum súreplum, fersku og ananas. Smakkurin er leskiligur av grønum steinfruktum og sitrus og her er javnvágin heilt góð. Reinsandi og spælandi sýran fær lív í hetta vínið. Og her eru spennandi undirtónar av hvítum pipari í broddinum. Gott til prísin. Hóskar til allan fisk. Kos­tnaður: Kr. 79,50 Skoðs­mál: Château de Pennautier, AOC Cabardés 2006 Uppruni: Turt reyðvín úr Fraklandi Ummæli: Rubinreyður litur. Fantastisk samansett nøs av villari náttúru: myrk skógarber, soppar, svartar trøflir, turkað krydd og mineralir. Næstan burgundisk! Sjáldsamt vínslag til vínfjepparan, ið vil royna nakað heilt serligt. Hóast mineralska elegansan er í hásæti, so er eisini ein »rættur ryggur« aftanfyri, ið heldur saman uppá vínið. Í góða turra smakkinum finni eg sólber, myrka sjokolátu, fjós og lakress. Mjúkt vín í góðari javnvág við tannin-broddinum. Sum gjørt til lambskjøt. Kos­tnaður: Kr. 79,50 Skoðs­mál: Siti við einum varhuga av at franskt vín, og kanska serliga reyðvín úr Bourgogne-økinum hevur ringt orð á seg at vera svikaligt, hóast økið kortini ber orð fyri at gera heimsins mest dárandi vín. Soleiðis at skilja, at upplivingin frá fløsku til fløsku tykist so skiftandi í mun til sløgini frá eitt nú Kili, har stílurin er meira beint fram og við nógvari frukt. Tað er kanska okkurt um tað. Tú kanst trekkja eina Bourgognu upp og fáa fantastiskt vín. So trekkir tú kanska eina serliga fína (og hundadýra) Bourgogne upp og galið er. Eingin angi og spískur og avkubbaður smakkur! Hvat er á vási? Sum oftast er trupulleikin einfaldur. Hurðin er afturlatin. Stongd. Tað krevst lykil at ”opna” eina Bourgognu. A-lykilin, ið passar til flestu ungu Bourgognur eitur: UMHELLING! Um tit ikki eiga karaflu, keypið eina. Ella brúkið ein bolla. Vit umhella av tveimum orsøkum. Fyri at skeinkja burtur grugg frá botninum av gomlum fløskum og so fyri at lufta ungt vín. Til gamla vínið skeinkja vit varliga, men unga vínið skal bara skvamblast niður í karaflu. Og so skal unga vínið hava frið ein tíma ella so at vakna og lata seg úr ”yvirfrakkanum”. So skula tit nokk síggja (og smakka)! Hetta var júst støðan við Bourgogne-vínið í dag frá Louis Jadot. At byrja við, líka afturlatið sum ein drálutur embætismaður. Tú skuldi hála alt úr fløskuni. Men aftaná ein tíma í baljuni kom glið á tunguni og vínið opnaði seg á sera vakran hátt. A-lykilin til Bourgogne