fríggjadagur 13. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 31 - 13. februar 2009
post.fo
Løn og setanarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um fulltíðarstarv, sum er
39 tímar um vikuna.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum og ummælum skal sendast
til:
Postverk Føroya
starvsfólkadeildin
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
marry@postverk.fo
og vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 16.02.09
Spurningar
Spurningar um starvið kunnu setast Georg N. Rasmussen á
tel. 236040 ella gera@postverk.fo
Søkt verður eftir bilmekanikara til bilhópin hjá
postverkinum.
Starvið er sera avbjóðandi. Tú skalt taka tær av øllum
viðlíkahaldi, bæði av bilum og prutlum, standa fyri keypi av
bilum og eykalutum og gera íløgu- og útskiftingarætlanir fyri
akførini.
Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og ábyrgd,
hava gott fíggjarligt innlit og evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi.
Fyri rætta persónin er starvið bæði spennandi og mennandi.
Vit vænta, at tú ert
• Álítandi
• Samstarvssinnað/-ur
• Jalig/-ur
Vit vænta, at tú hevur
• Útbúgving sum bilmekanikari
• Góðan teldukunnleika
• Hegni til umsitingarligar uppgávur
Tú kannst vænta
• Møguleika fyri menning
• Gott og framtakshugað umhvørvi
• At tín ávirkan ger mun
– okkara samskiftisfyritøka
Stutt um Postverk Føroya
245 fólk starvast hjá P/F Postverki Føroya. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag
við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn.
Saman við samstarvsfelagum veitir Postverk Føroya bestu flutningstænastu og dygdarbestu viðgerð úti og heima.
Bilmekanikari til Postverk Føroya