Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 • 13. februar 2009 Fólkaheilsuráðið biður føroy- ingar eta meira av fiski. Teir hava víst á, at vit eru farin at eta minni av fiski. Feskur fiskur er nummar eitt, men kortini er eisini skilagott at skifta millum fiskasløgini. Og viðhvørt kann tað vera hent við ómakaleysari niðursjóðari fiskavøru. Í dag umrøði eg sardinina (Sardina pilchardus), hetta lítla fiskaslagið av silda-ættini. Hon er eftir øllum at døma uppkal- lað eftir italsku oynni, Sardinia. Sardinin livir í stórum torvum í fleiri av høvunum, har hitin er hægri. Ikki so langt norðuri sum hjá okkum. Umframt por- tugisar, so gera øll londini við Miðalhavinum nógv burturúr hesum fiski. Sardini er sera væl umtókt, serliga stokt feska á grilli. Tað finnast festivalar, ið heiðra hesa lítlu sild. Sum øll onnur sild, er sardinin góð protein-kelda. Hon er feit og inniheldur góðu omega-3 feitt sýrurnar. Tó inniheldur hon eisini fitt av kolesteroli, ið vit skula vera varin við. Harum- framt inniheldur sardinin B12, D-vitamin og calcium, ið er gott fyri okkum. Siðurin at niðursjóða sardinir er umfatandi. Matvørustovnurin FAO hevur skrásett 21 ymisk smá sildasløg, ið kunna finnast í dósum við sardinum. Sløgini líkjast nógv. Okkurt er ivaleyst brisling. Tá ið tað kemur til góðskuna av niðursjóðaðum sardinum hevur rávøran sjálvandi ein týdning, men handverkið hevur san- niliga eisini nógv at týða. Um garnarnir í sildini eru væl tøm- dir áðrenn hon verður kruvd. Hetta gera teir umborð á fiski- skipunum við at lata sildina liva í stórum tangum nakrar dagar uttan føðslu. At kryvja og reinsa so lítið fiskaslag er eitt kynstur. Og so ikki at gloyma hvussu sardinin verður búnað. Og har duga summi virki betur enn onnur. Dósirnar eg fann á han- dilshillarnar kunna ikki heilt samanberast. Oljurnar tær liggja í eru ymiskar og ein liggur í kryddsós. Men her er tað heildarmyndin, ið telur fyri skoðsmálið. Og sum tað sæst er góðskan á høgum støði, men merkið Capitaine Cook er tó í ser- flokki. Teir eru eisini gitnir fyri at niðursjóða í Formel 1-flok- kinum. Snerkt rugbreyð, sardin, fíntskorin leykur og køld epli. Og eina bjór afturvið. Tað er góður frokostmatur. Í hvussu so er fyri harrrarnar. mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com 22 Mortan í Hamrabyrgi ummælir mat úr føroysku matvøruhandlunum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Sum sild í dós Capitaine Cook Olivinolja (FK) kr. 29,95/115 g (kr. 260,43/kg) Sera vakur og feitur fiskur. Ein fragd fyri eygað. Sera, sera samansettur smakkur. Mums! Capitaine Cook Kryddsós (FK) kr. 29,95/115 g (kr. 260,43/kg) Somuleiðis fullkomið hand- verk av dygdarvøru. Framúr smakkur. Hetta er fiskavøra í heimsflokki. Belamar (Miklagarður) kr. 9,95/125 g (kr. 79,60/kg) Rættiliga penur og feitur fiskur. Væl kruvdur og reinsaður og heilt góður og samansettur smakkur.