Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 31 - 13. februar 2009 ] 33 Stórt Chelsea-hall Ein av visjónunum í Chelsea er, at felagið um fá ár skal verða fíggjarliga óheft av milliardahjálp frá ríka eigaranum, Roman Abramovich. Men tað gongst tó so sum so við hesum. Hallið í seinasta roknskaparári var ikki minni enn 542 krónur. Av hesum verður roknað við, at á leið 200 milliónir vórðu nýttar sum kompensatión til Avram Grant og José Mourinho, sum báðir fingu sekkin. Peter Kenyon, stjóri, sigur tó framvegis, at um tvey ár verður talan um avlop í roknskapinum. Kapp- renningin heldur fram Hvørki H71 ella Neistin hava ráð at kiksa, tá tey sunnudagin spæla móti ávikavist StÍF og KÍF Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir finaluvikuskiftið seinast er talan nú aftur um vanligan arbeiðsdag hjá hondbóltsfeløgun- um kring landið. Hjá nýkosnu steypa- vinnarunum úr Neistan- um er setningurin at fáa beinini niður at jørðini skjótast gjørligt. Tað kann væl vera, at Neist- in á pappírinum hevur sterk asta liðið í land- inum, og at KÍF á talvuni er niðast. Men veruleikin hevur sam-stundis víst, at kollfirðingar kunnu argað øll hini liðini, og júst í steypakappingini hóttu teir eitt skifti við, at finaluplássið hjá Neistanum skuldi verða av ongum. Í Havn verður klassik- arin millum Kyndil og VÍF á skránni. Og tó at VÍF í ár hevur víst seg at vera væl sterkari enn arva fíggindarnir, so hev- ur Kyndil ment seg heilt nógv. Og eingin ivi er um, at júst hesin dyst-ur- in er ein, sum teir heldur enn fegnir vilja vinna. Seinasti dysturin er í Hoyvíkarhøllini, har H71 tekur móti StÍF. Og aftur her er talan um uppgerð, sum væl kann arga nakað nógv meira, enn favo- rittarnir brýggja seg um. Samstundis hava gest- irnir úr StÍF eisini sítt at spæla fyri, tí við eini góðari røð kunnu teir lættliga blanda seg heilt alvorliga í dystin um at røkka øðrum finalu- plássinum. Hoyvíkingar hava hinvegin ikki ráð at missa nakað í sínum lagi, og tí er væntandi, at talan verður um dyst við høgum intensiteti. Bæði Tjaldur og Neistin hava gjørt sítt til at renna VB uppaftur. Sunnudagin eru tey bæði til próvtøku Hondbóltur Jákup Mørk Jakup@sosialurin.fo Við sigrinum hjá Neistanum móti VB mikukvøldið komu tær úr bláa havnar- liðnum veruliga við aftur í kappingina um at røkka einum plássi í FM-finaluni. Ein kapping, har Neistin at kalla slettis ikki hevur verið við stóran part av árinum, og har tær av fleiri longu vóru avskrivaðar. Gaman í eru krøvini til Neistan nakað størri, enn tey eru til hini bæði. Men kemur Neistin væl frá dyst- inum sunnudagin, standa tær í eini heilt góðari støðu, nú endaspurturin í kapp- ingini veruliga er um at koma ígongd. Tjaldur er hinvegin eisini í sera góðari støðu. Sigurin hjá Neistanum kom ser- stakliga væl við hjá runa- víkingunum, sum eisini hava ein dyst til góðar í mun til VB og Neistan. Hinvegin er Tjaldur nú nakað skert av skaðanum, sum Annika Thomsen fekk í steypafinaluni, men fyri tað kann væl vera, at styrkin hjá teimum í løtuni er ov stór til Neistan. Og so kann leggjast afturat, at tær báðar fyrru ferðirnar, at Tjaldur og Neistin hava spælt, hevur úrslitið verið javnleikur, so tað eru helst allar góðar orsøkir at rokna við einum jøvnum dysti aftur hesa- ferð. Í hinum báðum dystunum eru favoritt-leiklutirnir rættiliga greiðir. Stjørnan spælir aftur hesaferð í Havn, og móti Kyndli er lítil ivi um, at stigini fara við norðureftir. Nakað sum ikki akkurát liggur í kortun- um, tá VB í Vági hevur heimavøll móti StÍF. Alt bendir á, at B36 skal leita sær eftir nýggjum venjara til Formula-liðið hjá felagnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B36 tykist í løtuni at standa uttan venjara til Formula- liðið. Fyrsta partin av fyrireik- ingunum til komandi kapp- ingarár hevur Heðin Ask- ham staðið fyri venjing- unum, og tað varð roknað við, at Heðin eisini skuldi halda fram í sessinum, sum hann setti seg í fjør. Og har tey flestu vóru á einum máli um, at hann framdi eitt ser- stakliga gott arbeiði. Sum skilst hava partarnir tó ikki rokkið nakrari semju, nú tosað hevur verið um nýggjan sáttmála, og tí er í løtuni óvist, hvør verður venjari hjá Formula-liðnum hjá B36 í 2009. Má røkka ella støkka Heðin steðgar í B36 Okkum eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Heðini Askham, men alt bendir á, at samstarvið millum hann og B36 nú er endað Higar til hava Tjaldur og Neistin spælt tveir javnleikir sínamillum. Ein møguligur vinnari sunnudagin stendur við sera góðum kortum, nú endaspurturin um FM-finaluplássini av álvara er farin ígongd Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 14 11 - 1 - 2 367 287 80 21 2 VB 13 9 - 0 - 4 359 293 66 18 3 Tjaldur 13 7 - 3 - 3 352 314 38 18 4 Neistin 13 6 - 2 - 4 326 306 20 15 5 StÍF 14 3 - 0 - 11 342 409 -67 6 6 Kyndil 13 0 - 0 - 13 224 361 -137 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 13 11 - 0 - 2 361 331 23 22 2 H71 14 8 - 0 - 6 371 329 42 16 3 Neistin 13 8 - 0 - 5 380 368 12 16 4 StÍF 14 6 - 2 - 6 345 336 9 14 5 Kyndil 14 4 - 2 - 8 340 371 -31 10 6 KÍF 14 2 - 0 - 12 327 389 -62 4 Kunnu flyta fram til grækarismessu Starvsnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta afturlatingardagin fyri flytingargluggan. Orsaka av at starvsnevndin arbeiddi við broytingum í reglugerðini fyri áhugaleikarar var ætlaða upplatingin av flytingarglugganum í november útsett til 30. januar. Ætlandi skuldi fytingargluggin lata aftur komandi hóskvøld, 19. februar 2009, men á fundi í starvsnevnd FSF's hósdagin varð avgjørt at útseta afturlatingina av flytingarglugganum, so at møguleiki verður hjá leikarum at skifta felag fram til og við Grækarismessu, hósdagin 12. mars 2009 á midnátt.