fríggjadagur 13. februar 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 31 - 13. februar 2009 ]
32
- Ein útlendskur
venjari hevur sum
uttanveltaður
lættari við at
vera objektivur
viðvíkjandi lands-
liðsúttøkum,
samanborið
við ein lokalan
føroying, sigur
Julian Johnsson,
sum hevur sínari
greiðu metingar
um komandi lands-
liðsvenjaran
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Við sínum 62 landsdystum
á baki hevur Julian Johns-
son verið millum teir
heilt drúgvu á føroyska
landsliðnum. Og stríðs-
maðurin
í
Svendborg
hevur eisini sínar met-
ingar um komandi lands-
liðsvenjaran.
- Landsliðsvenjarin má
hava royndir sum yrkis-
leikari og venjari úr
Evropa, og gjarna hava
góð úrslit at vísa á. Hann
skal kunna laga seg eftir
ymsum fótbóltskulturum.
Soleiðis er lættari hjá
honum at skilja føroyska
hugburðin, og samstundis
geva av sær við sínum
fakligu og menniskjaligu
eginleikum. Hann skal
hava mál í sínum starvi,
sum passar til føroyska
landsliðið, sigur Julian
Johnsson, sum metir tað
vera neyðugt, at komandi
landsliðsvenjari umboðar
Føroyar á positivan hátt,
so
føroyskir
leikarar
kunnu royna seg uttan-
lands.
- Og hann má og skal
duga at fáa tað besta
burturúr einstaka leikar-
anum og vera róligur og
umhugsin, tá hann tosar
við fjølmiðlarnar, stað-
festir Julian Johnsson.
Hevur
tjóðskapurin
nakran týdning?
- Ja. Føroyar er eitt lítið
og sterkt oyggjarsamfelag,
og øll hava sína meining
um
landsliðsvenjaran.
Ein útlendskur venjari
hevur sum uttanveltaður
lættari við at vera objek-
tivur,
samanborið
við
lokalan hugburð og sjón-
armið viðvíkjandi lands-
liðsúttøku. Og tað eru
leikararnir greiðir yvir.
Harvið er ikki sagt, at
føroyingar ikki kunnu
roynast væl sum venjarar
uttanlands.
Realistisk sæð, hvønn
sært tú sum komandi
landsliðsvenjara?
- Colin Calderwood
ljóðaði sera áhugavert.
Tað hevði eisini verið
áhugavert at fingið ein
mann sum John Faxe
Jensen til Føroya. Eg
meti,
at
íslendingurin
Teitur Thordarsson, sum í
løtuni er í Kanada, kundi
passað væl til føroyska
landsliðið. Eg havi tó ikki
innlit í lønarviðurskiftini
hjá FSF, og kann tí ikki
siga, um tað er realistiskt
ella ikki, sigur Julian
Johnsson.
Giggs leingir sáttmálan
Ryan Giggs og Manchester United eru komin ásamt um nýggjan
sáttmála, sum er galdandi til og við summarið 2010. Giggs, sum í
dag er 35 ár, hevur spælt við besta liðnum hjá Manchester United
síðani 1991, og roknað verður við, at nýggi sáttmálin eisini merkir,
at hetta verður einasta felagið, sum hann fer at spæla við á hægsta
støði. Giggs hevur millum annað metið sum tann spælarin hjá
Manchester United, ið hevur spælt flestar dystir. Málið hjá honum
seinasta sunnudag syrgdi fyri, at hann hevur skorað í bestu røðini í
17 kappingarár á rað, og eitt nú hevur hann verið enskur meistari
ikki færri enn 10 ferðir.
Bryant setti nýtt met
Kobe Bryant gjørdist hósnáttina yngsti spælarin nakrantíð,
sum hevur skorað 23.000 stig í NBA. Kobe Bryant var 30
ár og 171 dagar, tá hann rakk teimum 23.000 stigunum í
dystinum hjá LA Lakers ímóti Oklahoma City Thunder.
Undan hesum átti Wilt Chamberlain metið. Hann var 30
ár og 176 dagar gamal, tá hann rakk marknasteininum.
- Eg eri sjálvandi altíð
til reiðar at umboða
Føroyar, og kropsliga
eri eg aftur førur
fyri tí - meira enn
so, staðfestir Julian
Johnsson, sum eigur
avgerandi leiklut í
frálíku gongdini hjá
FC Svendborg seinnu
árini
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Hann gav seg altíð fult út.
Um tað so var á Svanga-
skarði, í Gundadali ella í
gamla Jugoslavia. Hann
treiskaðist og stríddist eftir
bóltinum í samfullar 90
minuttir. Líkamikið, hvørjir
mótstøðumenninir
vóru.
Men brádliga endaði alt.
Við eini bókaútgávu á
jólum í 2006 staðfesti Julian
Johnsson, at hann gavst í
føroyskum fótbólti og á
landsliðnum.
Ein
álvar-
samur skaði í knænum helt
honum uttanfyri í longri
tíð, og hann flutti til Dan-
markar. Men hann var ikki
leingi burtur frá fótbólts-
vøllinum, og í dag eigur
hann avgerandi leiklut í
stóru menningini í felagnum
FC Svendborg seinnu árini.
Klárur til landsliðið
Julian Johnsson hevur ikki
verið á landsliðnum, síðan
føroyska landsliðið í sep-
tember 2006 tapti 0-6 á
útivølli
móti
Skotlandi.
Hóast stríðshugaði mið-
vallarin ikki hevur spælt
fótbólt á serliga høgum
støði øll árini síðan, er hann
aftur førur fyri umboða
føroyska landsliðið.
- Eg eri sjálvandi altíð til
reiðar at umboða Føroyar,
og kropsliga eri eg aftur
førur fyri tí – meira enn so,
sigur Julian Johnsson.
33 ára gamli miðvallarin
hevur
í
alt
spælt
62
landsdystir og skotið fýra
mál fyri føroyska lands-
liðið.
Hava góðar vónir
Tað hevur gingið skjótt fyri
seg í FC Svendborg seinnu
árini. Felagið – sum skifti
navn í fjørsummar – vann
sær fyri mánaðum síðan
pláss í triðbestu deildini, og
strembar nú eftir at sleppa
upp millum tey bestu í
Danmark. Og tað gongur
væl. FC Svendborg liggur í
løtuni á sjeynda plássinum,
bara fimm stig frá play-off
plássunum.
- Ætlanin var at fáa SFB,
sum liðið kallaðist tá, upp
úr Danmkarsseriuni, og at
menna eitt felag við poten-
tiali. Tað hevur riggað væl,
og nú hava vit DBU-sátt-
málar, og til lokaluppgerðina
móti FC Fyn herfyri vóru
fleiri enn 2.000 áskoðarar,
greiðir Julian Johnsson frá,
sum er liðskipari og ein av
undangongumonnunum
á
liðnum.
Hvussu eru vónirnar fyri
uppflyting?
- Í byrjanini av kapping-
arárinum hugsaðu vit mest
um at varðveita sætið í
deildini. Men tað vísti seg,
at vit liggja væl fyri í stríð-
num um uppflyting í næst-
bestu deildina, hóast hetta
er fyrsta árið hjá okkum í 2.
division Vest. FC Fyn fer
allarhelst at flyta beinleiðis
upp, tí har eru fleiri full-
tíðaryrkisleikarar. Tað verð-
ur eisini avgerandi, at
eykaliðini hjá AaB, OB og
Esbjerg ikki hava ov nógvar
superligu-reservur, tá vit
skulu spæla móti teimum.
Vit hava í øllum førum
góðar vónir, sigur stríðs-
maðurin í Svendborg.
Julian Johnsson gongur í
løtuni á sættu lestrarhálvu á
Skårup Seminarium, og í
komandi ári verður hann
eftir ætlan útbúgvin lærari.
Onnur tilboð
Langlimaði
miðvallarin
hevur av álvara gjørt vart
við seg í donskum fótbólti.
Síðan
uppflytingina
í
summar hava fleiri feløg
sýnt honum áhuga, har Todi
Jónsson eisini fegin vildi
sæð fyrrverandi liðfelagan
á landsliðnum á sínum liði.
- Eg havi fingið ítøkiligt
tilboð frá Lolland Falster
Alliancen, og FC Amager
hevur eisini sýnt mær
áhuga. Eg eri tó á DBU-
sáttmála, og leiðslan í FC
Svendborg vildu ikki sleppa
mær. Eg havi fingið tilboð
at leingja sáttmálan her við
einum ári, men havi valt at
bíða við at svara. Tað eru
sera freistandi ítróttarliga at
royna seg í Viasatdeildini
(næstbesta deildin, blðm.),
um vit klára at flyta upp. So
í løtuni er framtíðin ógreið,
sigur Julian Johnsson.
Tøkur til landsliðið
Landsliðsvenjarin
skal vera
útlendingur
Navn: Julian Schantz
Johnsson
Føddur: 24. februar, 1975
Felag: FC Svendborg
Pláss: Miðvøllur
Fyrrverandi feløg:
Daugård IF, HB, B36,
Kongsvinger IL, Sogndal
IL, Hull City, IA Akranes og
B68
Landsdystir: 62 dystir og
fýra mál
FAKTA
Eru boð eftir Juliani Johnsson, er hann framvegis tøkur at umboða Føroyar sigur hann