Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 31 - 13. februar 2009 ] Pól bjóðar Niklas av Fyrrverandi landsliðsspælarin, Pól Thorsteinsson, er í uppskoti at gera varaforseti í Fótbóltssambandinum. Tað er VB/Sumba, sum hevur skotið Pól Thorsteinsso upp til varaforsetasessin í FSF. Har hevur Niklas á Líðarenda sitið seinastu fýra árini, og hann tekur eisini við afturvali, og tí verður talan um stríðsval. Fyri vali standa eisini Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, nevndarlimir, men teir báðir hava einki mótvalevni, nú freistin at stilla upp er lokin, og tí verða teir á aðalfundinum annan leygardag valdir uttan atkvøðugreiðslu. Føroyskur pokermillióningur Dimmalætting staðfesti í gjár, at ein føroyingur í november gjørdist millióningur, tá hann vann stóru Sunday Million-kappingina í poker á alnetinum. Spælarin, ið nevnir seg Kesher79 vann ikki minni enn 195.000 amerikanskar dollarar – svarandi til 1,1 millión krónur. Blaðið skrivar ikki rætta navnið á manninum, men talan er um ungan føroying, sum í seinastu hondini fór all-in og endaði við fýra tvey’arum á borðinum. Gudrid Nolsøe av Tvøroyri, sum nú spælir fyri Fleyr, er í morgin við í síni sættu steypafinalu, men tær flestu á liðnum eru í finaluni fyri fyrstu ferð. – Hóast bara fáar av okkum hava verið í finaluni fyrr, eru vit væl fyri og klárar at møta SÍ, sigur hon. FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað var tann tíð, tá spurn- ingurin um vinnarar í kvinnuflogbólti bert snúði seg um tvey feløg, Fleyr og Mjølnir. Men nú er nokk so langt fráliðið, síðani Fleyr hevði sína stórheitstíð við seks meistaraheitum í níggju ár, harav tað seinasta var vunnið í 1997. Men nú er Fleyr aftur við í fremstu kvinnudeildini, og við einum nýggjum liði hevur tað gingið so mikið væl, at Fleyr í morgin spælir sína fyrstu steypafinalu nakrantíð. Kortini eru spæl- arar við á liðnum, sum hava royndir frá finalum við øðrum feløgum. – Fyri hinar á liðnum er hetta nakað heilt annað, enn tær eru vanar við, tí tær eru spentar og kanska eitt sind- ur nervøsar. Tær skulu venja seg við, hvat tað er at vera í einari steypafinalu, og ikki minst skulu tær venja seg við allan gangin, sum verður í høllini, sigur Gudrid Nolsøe, sum saman við Hjørdis Johannesen og Gurið Syderbø telist millum royndastu spælararnar á liðnum hjá Fleyr. Gudrid hevur undanfarin ár spælt við barndómsfelag- num av Tvøroyri, TB, men er nú komin til Havnar og spælir við Fleyr. Og fyri hennara viðkomandi er ein steypafinala einki nýtt, tí hon hevur verið við í fimm steypafinalum gjøgnum árini, og fýra av ferðunum hevur hon verið steypa- vinnari. Ein góð blanding – Liðið hjá okkum er bland- að við bæði ungum og eldri, rutineraðum spælarum, og eg haldi hetta vera eina góða blanding. Vit hava vant nógv fram ímóti steypa- finaluni, ikki minst taktiskt, og allar skuldu verið væl fyri, sigur hon. Gudrid Nolsøe heldur, at SÍ má roknast sum favorittur í morgin, tí liðið úr Sørvági eisini var í finaluni í fjør, umframt at liðið skuldi ver- ið munandi meira saman- spælt ígjøgnum fleiri ár, enn liðið hjá Fleyr er tað. Í landskappingini er Fleyr fýra stig aftan fyri oddaliðið SÍ, men hevur spælt ein dyst færri. Kortini heldur Gudrid ikki, at tankin um eina møguliga greipu órógv- ar Fleyr í morgin: – Nei, beint nú hugsa vit bara um steypafinaluna, hóast vit liggja væl fyri í landskappingini eisini. Men hvat víðari hendir, fara vit ikki at hugsa um, fyrr enn vikuskiftið er farið afturum, sigur hon. Fleyr í síni fyrstu finalu Menninir hjá ÍF blivu føroyameistarar um vikuskiftið, enntá uttan at spæla dyst, og nú teir í morgin spæla steypafinalu, fara teir eftir greipuni. – At vit longu eru meistarar, fær okkum bara at gleða okkum enn meira til steypafinaluna, sigur Bartal Eliasen FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslstir@kallnet.fo ÍF og SÍ hava verið liðini, sum oftast hava verið í steypafinaluni hjá monnum í flogbólti, fimm ferðir í part, og hetta er fjórðu ferð, at júst hesi bæði liðini møtast í finaluni. ÍF hevur vunnið tvær av uppgerðun- um og SÍ eina, so mansfinala má sigast at hava eina eyka dimensjón. Hóast Bartal Eliasen ikki hevur verið so nógv við hjá ÍF í vetur, kann hann við sínum drúgvu royndum frá millum annað 46 lands- dystum gerast ein av fleiri lyklaspælarum, tá finalan verður bríkslað í gongd seinnapartin í morgin. – Vit hava eitt øgiliga gott álop, men veikleikin hjá okk- um hevur kanska verið, at vit hava spreitt spælið ov lítið. Men vit hava í síðstu venjing- unum arbeitt við at fáa spælið soleiðis, at vit kunnu vera vandamiklir á øllum plássum og ikki bara tveimum. Gleða seg til finaluna Longu leygardagin gjørdist greitt, at ÍF er føroyameistari í mansflogbóltinum, tá Mjølnir vann á SÍ. Tað úrslitið hevði við sær, at ÍF nú var fimm stig framman fyri bæði SÍ og Mjølnir, sum bara høvdu tveir dystir eftir at spæla. Og tá ÍF sunnudagin á útivølli vann á Fleyr, var leiðslan útbygd til sjey stig. Í vetur hevur ÍF verið rættiliga sannførandi og bara tapt ein dyst, sum var tann allarfyrsti í kappingini – og júst ímóti mótstøðu- liðnum í morgin, SÍ. Spurn- ingurin er so, um fugl- firðingar eru mettir og væl settir, tí teir longu hava vunnið sítt. – Vit høvdu ikki væntað, at landskappingin fór at verða avgjørd so tíðliga, og tað er ikki nakað, vit hava tikið sum givið. Vit hava vant við fullari ferð og tikið ein dyst í senn, og gleða vit okkum bara til finaluna, sigur Bartal Eliasen. – Nú føroyameistaraheitið er fingið til høldar, er tað ikki sørt, at áhugin fyri flog- bóltin bæði sæst og hoyrist í Fuglafirði. Og eg ivist ikki í, at vit fáa nógv fólk við okkum til Havnar at stuðla okkum. ÍF fer eftir greipuni Bartal Eliasen hevur síðani 2000 verið við í fimm steypafinal­ um, og hann hevur verið við til at vunnið tríggjar teirra fyri ÍF – harav tvær ímóti SÍ, sum er mótstøðuliðið í finaluni í morgin Mynd: Álvur Haraldsen Kvinnuliðið hjá Fleyr, sum í morgin spælir sína fyrstu steypafinalu er ein blanding av ungum og eldri, rutineraðum spælarum, harav teir royndastu eru Gudrid Nolsøe, Hjørdis Johannesen og Gurið Syderbø Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Dystir um vikuskiftið Hondbóltur - Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 15.02 14.30 Kyndil-Stjørnan 15.02 15.00 Tjaldur-Neistin 15.02 15.00 VB-StÍF Atlantic Airways-kappingin 15.02 Kyndil-VÍF 15.02 H71-StÍF 15.02 KÍF-Neistin Flogbóltur, Steypafinala, kvinnur 14.02 13.30 SÍ-Fleyr Steypafinala, menn 14.02 16.00 ÍF-SÍ