fríggjadagur 13. februar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 31 - 13. februar 2009 ]
30
Annað árið á rað eru
bæði kvinnurnar
og menninir hjá SÍ
við í steypafinaluni
í flogbólti, og tað
setir sín dám á
gerandisprátið í
Sørvági. – Vit eiga
nógvar og góðar
stuðlar, sum væl
mann aðir koma við
okkum til Havnar,
siga flogbóltssystkini,
Annika og Jóhan
Petur á Stongum
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í Vágum tykist flogbólturin
hava fingið fótin fastan
meira enn nakra aðrastaðni
í landinum. Síðani farið var
undir steypafinalurnar í
2000, hevur oyggin verið
um boðað øll árini, uttan í
2006. Hjá monnunum hevur
SÍ verið við fimm ferðir, og
hjá
kvinnunum
hevur
Dráttur verið við fýra ferðir
og í ár er SÍ við fyri aðru
ferð.
Árið í fjør hilnaðist fram
úr væl í Sørvági, tí bæði
kvinnurnar og menninir
gjørdust
føroyameistarar,
umframt at menninir vunnu
steypafinaluna. Í ár er
greitt, at menninir ikki
kunnu vinna bæði, tí ÍF er
longu farið avstað við
meist araheitinum,
men
kvinnurnar hjá SÍ eru bæði
oddalið í landskappingini
og annað liðið í steypa
kappingini.
Tí er einki at siga til, at
spenningurin er stórur í
Sørvági undan tí stóra
steypa degnum í morgin.
Har er nógv flogbóltsprát,
og flogbóltssystkini bæði,
20 ára gamla Annika og 23
ára gamli Jóhan Petur á
Stongum, vænta sær góðan
stuðul í ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn í morgin, tí
mað ur fer av húsi í Sør
vági.
– Tað verður gjørt nógv
burturúr og øll eru við upp
á tað og øll bygdin kemur at
hyggja. Tað er altíð stuttligt
at fara út at spæla, tá áskoð
ararnir koma við at stuðla.
Hini árini hava sørvingar
verið sera væl umboðaðir í
høllini, og soleiðis rokni eg
eisini við, at tað verður hesa
ferð, sigur Annika, sum fær
viðhald frá Jóhan Peturi:
– Tað er stórur munur á,
hvussu stórur áhugin er, nú
steypafinalan er á skránni.
Sjálvt tey, sum tú ikki held
ur hyggja at flogbólti, eru
farin at forvitnast, og sum
tað ljóðar, verður stuðulin
aftur framúr góður hesa
ferð. Vit hava øgiliga góðar
áskoðarar her vesturi, sigur
hann.
Spæla okkara spæl
Meðan menninir hjá SÍ eru
gamlir í garði í steypa
finaluhøpi, er øðrvísi hjá
kvinnunum, sum í fjør
spældu sína fyrstu finalu,
men taptu 03 fyri ÍF. Nú
skal SÍ spæla ímóti Fleyr,
sum fyri fyrstu ferð er í
finaluni, og Annika heldur,
at hetta er eitt gylt høvi hjá
SÍ at vísa, hvat liðið megn
ar.
– Hjá okkum hevur ging
ist ordiliga væl í vetur. Tá
vit vóru í finaluni í fjør,
gekst ikki so væl, men nú
eru vit nummar eitt, og tað
skulu vit prógva fyri øllum
við at vinna steypafinaluna,
sigur hon.
– Vit skulu gera okkara
besta og royna at fáa tað
góða spælið fram, sum vit
plaga at hava á heimavølli,
tí tá gongst altíð væl hjá
okkum. Fáa vit okkara góða
spæl at koyra í steypa final
uni, kann einki steðga okk
um.
Hóast hon er fullgreið
yvir, at mong vilja gera SÍ
til favoritt í kvinnufinaluni,
er tað ikki nakað, sum hon
heldur vera tyngjandi, hóast
hon hevur alla virðing fyri
Fleyr, sum rættiliga hevur
vunnið seg fram, nú liðið úr
Havn aftur er í bestu
kvinnu deildini.
– Tær hava tríggjar spæl
arar, sum hava rutinu og
hava spælt í fleiri ár, og tað
hevur sjálvandi stóran týdn
ing fyri tær. Men vit hava
spælt saman í fleiri ár, og
um vit halda saman, sum
vit altíð hava gjørt, skulu
vit nokk klára tað, sigur
Annika á Stongum, sum er
ein av fýra landsliðs spæl
arum á liðnum hjá SÍ.
Nógv um at vera
Umframt at spæla við besta
mansliðnum hjá SÍ, er trý
ár eldri beiggin, Jóhan
Petur, venjari hjá kvinnu
lið num, so hann er helst
tann, ið fær einamest at
gera í morgin, tá hann byrj
ar
við
kvinnufinaluni
klokk an 13.30 og heldur
fram
við
mansfinaluni
klokk an 16.
– Tað krevur sjálvandi, at
tú ert konsentreraður, men
eg vænti ikki, at mín leik
lutur sum venjari í kvinnu
finaluni órógvar hin leik
lutin sum spælari í mans
finaluni. Í fjør tóktist tað
ikki at bila, tí hóast eg tá
fyrst tapti kvinnufinaluna,
fekk eg samlað kreftirnar
og verið við til at vinna
mansfinaluna aftaná, sigur
hann við einum skeivum
smíli.
– Í øllum førum er
mansliðið hjá okkum væl
fyri, og tað hevur verið
týðiligt at sæð undir venj
ing unum síðstu tíðina, at
steypafinalan
nærkast.
Aðrar tíðir hevur tað verið
kanska eitt sindur »lala«
undir venjing, men nú eru
allir 100 prosent fokuseraðir
og klárir at geva alt undir
venjingini, tí finalan skal
bara vinnast.
Í fjør var tað SÍ, sum fór
avstað við øllum og vann
greipuna, men nú er tann
møguleikin ikki har longur.
Hinvegin kann ÍF við einum
finalusigri í morgin taka
greipuna hesa ferð, men tað
ætla Jóhan Petur og teir sær
at forpurra.
– Av tí at vit vunnu greip
una í fjør, fara vit sjálvandi
at gera alt fyri, at ÍF ikki
skal vinna hana í ár. Og tað,
at ÍF júst hevur vunnið
lands kappingina, ger okk
um bara uppaftur meira
tendraðar til henda dystin,
sum í veruleikanum er sein
asti, altavgerandi dysturin
hjá okkum í vetur, har vit
kunnu vinna nakað, sigur
Jóhan Petur á Stongum.
– Um vit ikki vinna
steypa finaluna, so er árið í
veruleikanum spilt. Allir
ganga nú og hugsa, at vit
skulu vinna, tí annars hava
vit gingið og vant til onga
nyttu, og tað tímir eingin.
Símun skal hjálpa HB
HB hevur sett Símun Eliasen sum venjara hjá næst
besta mansliðnum hjá felagnum. Símun spældi á
Formulaliðnum hjá HB í 2000, 2003 og 2004. Símun
hevur annars nógv ár á baki sum spælari. Í Føroyum
hevur hann umframt HB spælt. Formulafótbólt við
EBStreymi í 2007 og við barndómsfelagnum ÍF í
2005 og 2006, har hann seinna árið var leikandi
hjálparvenjari.
Hiddink venjari í Chelsea
Mikudagin kundi Chelsea staðfesta, at Guus Hiddink er settur í
starv sum høvuðsvenjari í Chelsea restina av kappingarárinum.
Hann tekur við eftir Luiz Felipe Scolari, ið fekk varð koyrdur til
hús mánadagin, men heldur tó samstundis fram um venjari hjá
russiska landsliðnum. Tað er ein vinartænasta. Abramovich ger so
ótrúliga nógv fyri russiskan fótbólt, at eg nú vil geva nakað aftur.
Hann ringdi persónliga til mín. Eg kann gott klára starvið, tí vit
spæla bert tveir dystir við landsliðnum í apríl og ein í juni, men til
ta tíð verður enska kappngarárið av, segði Hiddink við hollendska
útvarpsstøð, tá setanin var veruleiki. Hiddink heldur nevnliga fram
í sessinum sum russiskur landsliðsvenjari.
Flogbóltsfepur herjar í Sørvági
Flogbóltssystkini í Sørvági, 20 ára gamla Annika og 23 ára gamli Jóhan Petur á Stongum, gleða seg til steypafinalurnar í morgin, tá SÍ annað árið á rað er við í
finalunum hjá bæði kvinnum og monnum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir