fríggjadagur 13. februar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 31 - 13. februar 2009 ]
29
ítróttur
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
At tað hevur havt sera
stóran týdning fyri
føroyskan flogbólt,
bæði ítróttarliga og
fíggjarliga, at farið
var undir serligu
finaludagarnar í 2000,
eru Niclas Joensen og
Magnus Tausen frá
Flogbólts samband
inum á einum máli
um. – Skulu vit
taka eitt stig aftrat
á hesi kósini, kundi
tað verið okkurt
við FMfinalum í
landskappingini. Men
tá er altavgerandi, at
eisini fjølmiðlarnir
vilja vera við har, siga
teir
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Steypafinalurnar í flogbólti
í morgin eru tær tíggjundu í
røðini hjá bæði kvinnum og
monnum, og harvið kann
staðfestast, at eitt rímiliga
spontant hugskot hjá Flog
bóltssambandinum
hevur
yvirlivað og ment seg øll
hesi árini, síðani fyrsti stóri
finaludagurin var í 2000.
– Tað kom mestsum av
tilvild, at vit royndu hetta
fyrstu ferð. Vit høvdu roynt
ymiskt, ið skuldi gera flog
bóltin meira lokkandi og
geva honum størri umrøðu,
og tá so hetta kom á borðið,
valdu vit eisini at royna tað.
Vit spurdu okkum fyri, um
tveir slíkir dystir kundu
verða vístir í sjónvarpinum,
og tá vit fingu játtandi svar,
herjaðu vit á frá fyrsta degi,
sigur Niclas Joensen, sum
tá var formaður í Flog bólts
sambandinum og nú er
nevndarlimur.
Magnus Tausen, sum hin
vegin sat í nevndini tá og
nú er formaður, skundar
sær at skoyta uppí, at tað
var Niclas sjálvur, ið kom
við hugskotinum.
– Í grundini fóru vit í holt
við eitt prosjekt, sum vit
slett ikki kendu avleið
ingarnar av. Vit vóru øgiligt
í iva, um nakar mundi fara
at koma at hyggja, um
nakar vildi lýsa og um sjón
varpið vildi vísa dystirnar.
Ikki fyrr enn alt tað var
komið upp á pláss, tordu vit
at trúgva upp á tað, sigur
Magnus.
– Men so hava vit eisini
fingið eitt tiltak, sum hevur
ment seg alla tíðina, tí tað
byrjaði á nógv lægri stigi,
enn tað er í dag. Tá vit so
læntu eitt serligt flog bólts
gólv úr Danmark og seinni
keyptu okkum eitt, var tað
eisini eitt stórt framstig. Og
nú vit standa á gáttini til
tíggjunda
finaludagin,
kunnu vit staðfesta, at
okkara finalutiltak er fult á
hædd við tað, vit kenna frá
londunum rundan um okk
um.
Umsett fyri
milliónina
Tey fyrstu mongu árini
blivu
steypafinalistarnir
funn ir í árligu Fleyr og
Mjølnirkappingunum,
tí
vinnararnir av hesum kapp
ingum fingu samstundis
eitt finalupláss. Nú eru
reglurnar so broyttar eitt
sindur, so ávegis oddastøða
í landskappingini gevur
annað plássið í finaluni,
meðan vinnararnir av Fleyr
og
Mjølnirkappingunum
kappast um hitt plássið.
– Fyrr var trupulleikin, at
feløgini ikki byrjaðu at
venja, fyrr enn landskapp
ingin fór í gongd. Men nú
fingu tey eina gularót, tí
Fleyrkappingin, sum lá
undan sjálvari lands kapp
ingini, gav atgongd til
steypafinaluna. Upp á tann
mátan fingu vit fram
skundað venjingina úti í
feløgunum einar seks vikur,
sigur Niclas Joensen.
– Haraftrat kom so pen
ingaligi vinningurin av til
takinum, sum hesi árini síð
ani 2000 hevur umsett nakað
oman fyri milliónina í inn
tøkum, umframt at fe løgini
hava fingið sær stuðlar til
finalurnar. So bæði fyri flog
bóltin, Flog bóltssambandið
og feløgini hevur hetta
tiltakið havt sera stóran
týdning upp á fleiri mátar.
Niclas nevnir eisini, at
steypafinalurnar geva spæl
arunum eina barlast, sum
kemur teimum til góðar í
øðrum flogbóltshøpi, sum
eitt nú Oyggjaleikum og
øðrum altjóða kappingum,
har karmarnir gjarna svara
nøkulunda til teir, vit kenna
frá steypafinalunum.
– Og so er tað eisini tað,
at mong, ið annars ikki geva
flogbólti ans, vísa final
unum áhuga. Eg minnist, at
ein vinmaður segði við meg
aftan á ta fyrstu kappingina,
at »tú fært aldrin fólk at
hyggja at hasum«, og tað
gjørdi okkum bara uppaftur
treiskari at fáa hetta framt,
sigur Niclas Joensen.
Kanska FM-finalur
Nú tíggjundu steypa final
urnar
verða
spældar
í
morgin, spyrja vit teir báðar
oddamenninar, um tíðin
ikki er komin til at taka eitt
stig aftrat á kósini, ið var
sett í kortið í 2000.
– Tað er væl hugsandi, at
okkurt spennandi fer at
koma aftrat. Tað hevur eyð
kent flogbóltin og Flog
bóltssambandið, at man
altíð hevur verið klárur at
broytt og gjørt neyðugar
tillagingar, og soleiðis er
tað enn, sigur Magnus
Tausen, ið letur skilja á
lagnum, at eitt hugskot
kundi verið at gjørt meira
burtur
úr
endanum
á
landskappingini.
– Steypafinalurnar vísa
seg at virka rættiliga væl,
so tær fara ongan veg.
Hinvegin kundu vit kanska
havt okkurt, sum minti um
FMfinalur. Sum er, vigar
hjá mongum eitt pláss í
steypafinaluni meira, enn
at
føroyameistaraheitið
verður vunnið. Tað vísir seg
eisini, at fyri feløgini gevur
tað fíggjarliga meira at
koma í steypafinaluna, enn
at vinna føroya meistara
heitið.
Niclas staðfestir somu
leiðis, at hjá mongum er
einki við síðuna av og einki
yvir steypafinaluni, men at
tað kann gerast øðrvísi, um
feløgini altso eru til reiðar
at ofra ein oddasess við
kappingarenda, fyri síðani
at risikera at tapa eina
FMfinalu ímóti tí upp
runa liga næstfremsta lið
num.
– Tað er í øllum førum
neyðugt, at allir partar
spæla við, skal hetta lata
seg gera. Tá hugsi eg ikki
minst um, at fjølmiðlarnir
eru á staðnum og seta fokus
á flogbóltin. Eg vil siga, at
skulu vit taka stigið við
FMfinalunum, er altavger
andi, at fjølmiðlarnir tíma
og vilja vera við til eitt
so vorðið endabrak í lands
kappingini, sigur Niclas
Joensen.
Flogbólts finalurnar umsett
fyri meira enn eina millión
Niclas Joensen og Magnus
Tausen hava verið við
frá byrjan, síðani fyrsti
steypadagurin í flogbólti var
í 2000. Nú umhugsa teir
at taka flogbóltin eitt stig
víðari…
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir