fríggjadagur 13. februar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 31 - 13. februar 2009
FRESH LINK P/F leigar farmaskip til at røkja sigling millum Føroyar og Skotland. Talan er mest um flutning av feskum fiski.
FRESH LINK sóknast eftir roknskaparfólki
til skrivstovu okkara á Toftum.
Starvið er sera følbroytt og fevnir um alt
innan bókhald, fakturering, debitor/kreditor
røkt og ymiskar rapporterings-uppgávur til
nevnd felagsins.
TÚ hevur hollan kunnleika innan bókhald
og royndir frá líknandi starvi. TÚ kanst
arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
TÚ hevur góðan teldukunnleika og kennist
við LUNDAN.
Vit kunna bjóða eitt følbroytt og ábyrgdar-
fult starv í einum sera livandi umhvørvi, har
nakað verður samskift á útlendskum máli;
enskum og norðurlendskum.
Lønin verður ásett eftir avtalu.
Meira fæst at vita við at ringja til Andreas
F. Hansen, nevndarformann á tlf. 594345.
Umsóknir skula sendast til:
FRESH LINK P/F
Toftagjógv 2
650-Toftir
Umsóknarfreistin er 20. februar 2009.
ROKNSKAPARFÓLK
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogur til Barnagarðin Vípan
Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarð, at arbeiða 32 tímar um vikuna at
byrja 15. mars 2009 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Barnagarðinum
Vípan, Vípuvegur 3, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 2. mars 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Gunnvá Sandoy, virkandi leiðara, telefon 31 72 35
ella 28 75 35.