fríggjadagur 13. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2009
27
hava at taka til. Minst 60 sekkir
av salti vóru settir klárir at hava
við, tí grásúlan skuldu saltast.
Eisini taka teir máttur, undirløg
av plastikki ella øðrum og
pressendinar, sum skulu brúkast
til at breiða út yvir helluna.
Harumframt er tað tann
persónliga útgerðin hjá tí
einstaka, so sum soviposar og
undirlag at liggja á og at breiða
oman á helluna í skýlinum, fyri
at halda teimum herviligu
tvístertunum burtur, sum er ein
stór plága, tí serliga fyrr ræddist
teir fyri at hetta kykt skuldi koma
sær inn í oyruni á teimum.
Alt tók sína tíð áðrenn
fiskifarið kundi seta kós móti
Súluskeri. Súlusker liggur á
víðopnum havi uttan nakra verju.
Ein lítil geo – ella gjógv er á
skerinum, har bátur kann koma
inn og leggja at, meðan útgerðin
øll var knossað upp á land. Tað
var sjálvandi tungt at fáa alt upp
á pláss uppum stórar klettar.
Tungast vóru vatnføtini ella
vatnkaggarnir.
Tað skuldi ikki bert niðanfrá,
men eisini til onnur støð á
skerinum. Tað lætti um tá ein av
monnunum, sum var postmaður,
fann uppá at leggja eina línu,
meinlíkari tí, sum línudansarir
plaga at ganga á, framvið
ymsastaðni á skerinum. Henda
línan kundi brúkast at ganga
eftir, sum rennistrongur ella
transportband. Tað tók eina tíð,
áðrenn teir dugdu at fáa fulla
nyttu burturúr hesum uppfinnils
inum, men tað kom at lætta
almikið um, tá teir fingu tað at
rigga.
200 súlur í senn
Tað ráddi um at verða væl
klædd ur á skerinum og ikki í
nøkrum gløttum ella hálum, tað
var ikki minst galdandi fyri tað,
sum menn vóru í um føturnar, tí
illgongt var nógvastaðni og høgir
klettar at fara upp, sjálvt um tað
ikki var talan um bjarglendi. Teir
10 menninir funnu seg til rættis í
skýlinum, har teir skulu sova og
matgera. Ein av teimum var altíð
kokkur. Sjálvt arbeiði við at taka
súlurnar gekk, mestsum eftir ein
um samlibandi. Fremsti maður
tók grásúlurnar úr reiðrinum,
handaði teir til næsta mann, sum
slerdi súluna til deyðis við eini
kádissu niður á nakkan, hann lat
hana so til ein triðja mann, sum
skar høvdið av og legði fuglin í
eina rúgvu.
Teir tóku einar 200 súlur í
senn, ansaði eftir bert at taka
grásúlurnar, men onkur ompil
kom inn í millum við hvørt.
Hetta tók teimum ein hálvan
tíma. Rennistrongurin ella
transportbandi framvið skerinum
var her til góða hjálp, tá súlurnar
koyrdar í sekkjum vórðu fluttir
til roytingarplassið, sum var lagt
har sum lotið var av tí mesta, fyri
at fjaðrarnir skuldu fúka burtur,
men tað eydnaðist ikki altíð, tí
ofta vóru roytingarmennirnir
bæði hvítir og gráir av fjaðrum
og dúni.
Á fabrikkini
Royttu fuglarnir verða so aftur
koyrdir í sekkir og fluttir til
serligt pláss, sum teir nevndu
fabrikkin ella the factory , har
helt arbeiði við at reinsa fuglin
fram. Har høvdu teir kynt ein
stóran torveld, ið lá soleiðis fyri,
at tað vardi ímóti ættini, so tað
bar til at koma nær við fuglinum
at eldinum og svíða hann tað væl
og virðiliga. Tað svidnað varð
skavað av við einum knívi. Eitt
var at svíða væl, men ansast
mátti eisini ansast eftir at
fuglurin ikki kolaðist.
Veingjabeinini verða nú
skorðin av og fuglurin verður
flaktur frá hálsinum og aftur í
gjøgnum, tann langi hálsurin
verður saman við innvølinum
tikin úr. Skorið var á onkun
staðini fyri at fáa fuglin púra
flatan og fyri at salt skuldi koma
til allastaðni. Flakti fuglurin
verður so tveittur á eitt undirlag
ella eina presending, har hann lá
eina løtu, til hann varð saltaður.
Tær royttu, svidnu og flaktu
grásúlurnar vórðu saltaðar í ein
stakk, sum stóð á einum undirlag
av plastikk ella øðrum tøttum
stoffi, sum teir høvdu til tað
sama. Stakkurin var av einum
serligum slag, sum tá hann var
liðugur, mestsum líktist eini sátu
ella fyri at endurgeva Murray,
eini heltlendskari broch. Stakka
støði á undirlagnum var gjørt
runt sum eitt hjól, grásúlurnar
vórðu lagdir við føtrunum inn
móti miðuni, hálsaskinnið var
snarað so til, so at saltið ikki
datt úr. Næsta jaður av súlum
varð so saltað omaná tað fyrsta,
og kanna var væl eftir, at hvør
súla lá væl og virðiliga í salti,
sum hon átti. Hæddin á
stakkinum vaks í hvørjum og
skránaði inneftir so hvørt sum
hægri varð og endaði í einum
árundaðum kolli. Kannað varð
javnan eftir at allir súlurnar lógu
sum teir skuldu í nóg nógvum
salti fyri at kunna halda sær.
Stakkurin varð ikki liðugur fyrr
enn tann seinasta súlan varð
komin upp á pláss. Presendingin
var løgd omaná stakkin hvørt
kvøld, fyri at regn ikki skuldi
koma at. Tá liðugt var, tykist tað,
sum um súlumenninir frá byrjan
høvdu sett sær fyri, at við eini
2000 saltaðum grásúlum at gera
eitt modell av eini hetlendskari
broch á Súluskeri, sum minti um
brochina á oynni Mousa ella Dun
Carloway.
Nú arbeiði varð lokið var bert
at bíða eftir fiskifarinum, sum
skuldi koma eftir monnum,
útgerð og veiði. Enn var kortini
nóg mikið at gera við at pakka
saman útgerðina og bera hana
ávegis oman í gjónna. Tá so
skipið var komið og alt annað var
fingið umborð, var tíðin komin
til at ríva um súlustakkin og fáa
súlurnar umborð. Ein træsliska,
sum hoyrdi til á skerinum, varð
sett upp, og súlurnar vóru lagdar
í hana, skjótt varð hon so gløtt av
saltið og lýsi, at súlurnar
skreiddu oman við fullari ferð og
endaðu í eini máttu ella
priesendingaskapilsi, sum
forðaði fyri at teir endaðu á
sjónum. Súlurnar vórðu so
blakaðir í botnin á einum lítlum
prámi, og rógvið var út til
fiskifarið, har tær fyrst vórðu
blakaðir upp á dekkið fyri síðani
at enda í lastarúminum.
Sliskan varð løgd til viks, so
ovarlaga, at brimi ikki tekur
hana, so hon aftur kann brúkast
næsta ár. Minst ein vatnkagga
løgdu teir eftir, tí vatn var ikki á
skerinum. Tað seinasta sum gjørt
varð, varð rituelt at leggja ein
stein oman á sama grótvarða,
sum teir plaga at gera á hvørjum
ári. Prámurin verður tikin
umborð og fiskifarið við veiðu
og monnum setur kósina móti
Ness norðast á Lewis.
Umborð eru eini 2000
saltaðaðar grásúlur, ein rættiligur
fongur, sum ein hópur av fólki
sum hava sínar mentanarligu
røtur um Nessleiðina gleða seg
til at smakka. Tað er eingin
trupulleiki at sleppa av við
súlurnar til kenningar nær og
fjar. Tað eigur at kunna berast
saman við somu tíð á árinum
heima hjá okkum, tá menn selja
havhest ella náta í Vágsbotni ella
privat. Ein delikatessa sum
verður etin eina ella tvær ferðir
um árið.
Vit kunnu saman við
høvundinum Donald S. Murray
spyrja, hví tað enn eru fólk við
havleiðirnar í útjaðaranum av
Evropa, sum enn brúka tíð og
kreftir at veiða fugla á slíkum
støðum sum Súluskeri og
Mykineshólmi, og sum dáma væl
tann treysta, sterka og við hvørt
eisini eitt sindur snikkenda
smakkin av súlu og øðrum
sjófugli, fyri ikki at tosa um
grind og spik.
Ein felags veiðimentan
Tað, at læknar ávísa tað vanda
mikla í at eta umhvørvisdálkað
tvøst og spik, hevur hesar dagar
vakt djúpar kenslur í mongum
føroyingi. Hví? Jú, tí her verði
nomið við ein ógvuliga
týdningarmiklan part í okkara
mentan, ikki bert tí tað snýr seg
um mat, men tí so nógv annað
hjá nógvum hongur uppi í
háttinum at fáa fatur á hesum
mati, sum kanska er eins
týdningar mikið. Eitt nú felags
skapurin hjá súlumonnunum á
Súluskeri, sum ger teir til nakað
serligt í einum staðbundnum
mentanarligum høpi. Teir binda
ein søguligan trá aftur í tíðina.
Teir eru stabundnir mentanar
berarar. Tí fara teir ár um ár út
aftur á Súlusker á sama ár sum
farið verður á drangarnar og
Mykines eftir súluni. So leingi
tað eru ein ella tveir sum stíla
fyri og fáa aðrar við sær, so
dettur hetta ikki niðurfyri. Súlan
í Mykinesi er tíverri so sjáldsom
og so lítið er til av henni, at tað
eru bert tey allarfægstu, tey við
røtrum til oynna, sum hava
møguleikan, eins og tey útvaldu
á Hebridunum, at fáa hana undir
tonnina.
Stakkar við saltaðum grásúlum
Sulasgeir ella Súlusker
Súluveiðumenn