Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 31 - 13. februar 2009 ummæli Jóan Pauli Joensen Donald. S. Murray The Guga Hunters Birlinn Edinburgh 2008 260 bls. Við myndum Norður úr Port Ness á Hebrid­ unum og nakað væl vestanfyri Orkneyoyggjarnar liggja stakkar og sker við stórum fuglamangi, serliga súlu. Her hava vit tvey Súlusker. Sulasgeir, upprunaliga eitt norrønt navn, sum hevur fingið keltiskan dám. Hitt Súluskerið, Sula Skerry liggur nærhendis Sula Stack, Súlu Stakkur, sum frá tí upprunaliga norrøna málinum hevur laga seg til eingilska málið. Hetta er eitt mentanarliga blandað øki, sum ber í sær mentanarligan arv frá bæði frá tí norrøna og tí keltiska. Nógv av gamlari føroyskari veiðimentan hevur sín líka um hesar leiðir, bæði ta tað ræður um at rógva út og veiða fugl. Hjá okkum heldur súlan bert til á Mykineshólmi, Píkarsdrangi og Flatidrangi sum liggja beint við hólmin og hon er ikki í so stórum tali sum á Hebridunum Vit brúka orði súla um tann gamla hvíta fuglin, og grásúla um ungan, tá hann hevur mist dúnið. So leingi hann enn hevur dún verður hann róptur ompil ella súluompil. Ompilin verður vanliga ikki tikin, tí tað er betri at bíða, til hann missur dúnið og verður til grásúlu. Donald R. Murray og The Guga Hunters Rithøvundurin Donald S. Murray, ið er føddur í Ness á Hebridunum, ið eisini arbeiðir sum lærari í enskum og sum er blaðmaður búsitandi i Hetlandi, gav í 2008 út eina frálíka bók um gerandisliga bygdarlívið hjá fólki um Nessleiðina á Lewis í Hebrid unum. Hesi fólk hava í øldir livað á umleið sama hátt sum føroyingar hava gjørt. Lívs­ grundarlagi hevur verið útróður, fuglaveiði, landbúnaður, djóra­ hald, og so hava mannfólkini siglt úti ella í styttri ella longri tíðarbilum arbeitt aðrastaðni fyri at vinna til lívsins uppihald. Lýsingarnar í bókini av bygdar­ lívinum og av fólkunum í ymiskum umstøðum eru sera góðar og spennandi at lesa. Fólkini sum eru fødd har á leiðini tosa vanliga bæði ta gamla gæliska málið umframt enskt. Talan er ikki um eitt fólk sum tjóð, men um eitt staðbundið fólk, sum hevur sín egna stað­ bundna samleika og sum veit hvar tað hoyrir heima, tí teirra mentan er ikki heilt tann sama, sum tann kontinentala evropeiska mentanin, men tey hoyra til eina meira periferiska evropeiska mentan, sum í sínum lívshátti vikur nógv frá teirri evropeisku. Hetta visir høvundurin á við nógvum dømum. Súla sum delikatessa og luksusmatur Upp i mentanina hoyrir sjálvandi eisini teirra kostvanar. Teirra traditionellu kostvanar minna ikki sørt um okkara egnu, tí teimum dáma sera væl treystan mat sum súlu og annan sjófugl. Súlan, serliga grásúlan, hevur havt stóran týdning, sum ein týðandi táttur í vinnugrundar­ lagnum hjá fleiri monnum í bygdini Ness. Eitt var at teimum har dáma væl súlu, men tað vóru tað eisini fleiri onnur sum gjørdu, grásúlan var tí ein dýra­ bar søluvøra, sum gav pening í hondina, og reiður peningur var tað altið trot á. Tann saltaða súla kundi seljast rættiliga víða, til tey røttu fólkini. Tað vóru tey, sum hildu súluna vera eina reina delikatessu, og tað eru nógvar uppskriftir, bæði fínar og meira vanligar, uppá, hvussu súla skal gerast til. Tað vóru kortini ikki øll, sum hildu so nógv um henda fugl, tað vóru tey, sum tey ikki vóru von við at eta hann, eisini hevði súlan ein so raman royk, og tey høvdu tí hug at siga eitt og annað niðrandi um grásúluna. Eitt nú við eini uppskrift uppá, hvussu ein steikir eina súlu. Hon er, at tú koyrir ein stein og eina súlu í ovnin í senn, tá steinurin er moyrur, so er súlan eisini etandi. Ikki vakurt sagt um henda góða fugl. Tey, ið slíkt søgdu komu frá øðrum støðum, har virðingin fyri súluni ikki var tann sami sum hjá teimum har hon var ein góður fuglur. Grásúluveiðan á Súluskeri Donald S. Murrey hevur ein lættan og forteljandi stíl, har hann í samrøðubrotum, letur hurðina upp á glopp til teirra gerandisdegi, eitt nú í frásøgn­ unum um, tá teir tóku grásúlu á Sulasgeir ella Súluskeri. Hetta er ein fyrndargomul veiða, men tað er stórur munur á frá tí ,teir fyrr fóru ta næstan dagslongu leiðina við opnum báti út á Súlusker, og vórðu burtur i einar tvær vikur, uttan at nakar frætti frá teimum, til teir í dag fara út á skerið við einum størri fiskifari, sum setur teir av og kemur aftur eftir teimum, tá tíðin er farin. Við einum fiskiskipi tekur tað í dag einar fimm tímar at sigla út til Súlusker. Á Súluskeri er ein sokallað geo – ella ein gjógv, sum vit rópa tað, har tað bar til at leggja at, tá ættin er til vildar. Fyrr drógu teir bátin upp á land, og settu hann so ovarlaga, at brimið ikki tók hann, um so varð, at veðrið fór at øtla. Tað kundi meira enn so henda, sjálvt um grásúluveiðan fór fram tær seinastu tvær vikurnar í august­ mánað. Ta er veðrið vanliga gott, men skerið liggur langt úti á opnum havi, uttan at nakað ber fyri, so lítið skal til, áðrenn tað ikki er verðandi í gjónni. Tað vísti seg eisini, tá teir í síni tíð royndu at fáa størri deksbátar at liggja fyri akkeri í gjónni. Tað var teimum til stóran ampa, og tað hendi meira enn einaferð, at báturin fór upp á land og ikki varð til at bjarga. Veiðan eftir 1904 Síðani 1904 hava teir eitt yvirlit yvir grásúluveiðina á hvørjum ári, tað eru bert onkur einstøk ár inn ímillum, at hagtølini av einihvørji orsøk eru vorðin svikalig. Teir vóru vanliga um 10 mans, onkuntíð meira og onkuntíð minni, sum fóru við báti frá Ness út til súluskerið. Mannagongdin hevur í høvuðs­ heitinum verið tann sama sum í dag, men í summum førum er lætt um. Grásúluveiðan í dag. Øll tey seinastu nógvu árini hevur tað verið eitt mestsum fast sjakk uppá 10 manns, sum fara avstað. Teir royna at seta nýggjar ungar mans við, so hvørt onkur av teimum eldru fellir frá, men meginparturin av manningini hevur verið tann sama í áravís. Fyrr gav grásúluveiðan veruliga eina úrtøku, sum hevði týdning fyri menninrnar, tí teir høvdu ikki so nógv annað, og teir fingu góðan prís fyri súluna, Hóast prísurin ikki er verri í dag, so er tað ivasamt um súluveiðan loysir seg, tá menn mugu fara úr lønandi arbeiði fyri at liggja úti á skerinum í góðar tvær vikur og taka grásúlur. Tað sum drívur verkið í dag er heldur ein ómetaliga góður hugur, tí fyri teir flestu eru dagarnir úti á Súluskeri minni fyri lívið. Tað tykist sum hugurin heldur áfram at verða góður hjá monn­ um at fara eftir súluni. Ikki minst tí, at teir hava ein góðan felags­ skap, hava nógv at vera saman­ um, tær tvær vikurnar, teir eru saman á Súluskeri, tí søgurnar frá ferðunum, sum menn minnast afturá eru mangar og góðar. Teir hava altíð kokk og góðan mat við, so hóast nógv er at gera, so eru eisini løtur til prát og hugna. Hetta dugir Donald. S. Murray væl at endurgeva, og teir ungu mintust væl aftur á søgurnar, sum teir gomlu, sum høvdu verið undan teimum søgdu frá. Vóru mennirnir ov leingi burtur fyrr, kom ótti á heima­ fólki, og tað hendi meira enn so, at tey vendu sær til myndug­ leikarnar fyri at fáa teir at fara út við báti at vita, hvussu vorðið var. Vanliga gekk alt væl, men onkrar vanlukkur vóru eisini at siga frá. Nógv var at rigga til Sjálvt við einum minni fiskifari tekur tað í dag eini 5 tímar at sigla út á Súlusker, og áðrenn ferðina er nógv sum skal fyrireikast. Fyrst og fremst skal nógmikið av provianti takast við, mikið til at klára seg, um ættin ikki kom at verða til vildar í eina tíð. Umframt proviant, sum kann halda sær, taka teir eisini fleiri sekkir av torvi við at brenna, fleiri tunnur við vatni, og møguliga eitt sindur av viði, at Grásúluveiði á Súluskeri Á Hebridunum nevna teir grásúluna fyri guga. Bókin hjá Donald S. Murray um guga-veiði ella grásúluveiði á Súluskeri á Hebridinum, hevur givið Jóan Paula Joensen íblástur til at skriva henda stubba, sum vísir á, hvussu nógv vit hava felags við grannafólk okkara í tí norðuratlantiska útjaðaranum, sum varða um ein góðan gamlan part av evropeiskari mentan, hóast tey í miðstaðarøkjunum í Evropa, ikki altíð duga at virða hetta Donald Murray