fríggjadagur 13. februar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 31 - 13. februar 2009
hjá Kára Svensson eru ikki leingi
í málistovuni ella
framsýningarhølunum, fyrr enn
tey verða seld og móttikin.”
(s.14). Víðari greiðir hon frá
hvussu Svensson spakuliga
nærkaðist listini til hann í 1993
kundi gera listina til sítt lívsstarv.
Menningin í hansara verki verður
lýst sum klingrut, heldur enn
reglurøtt, tengd at ringrás
árstíðarinnar: “..hansara list snýr
seg ikki bara um náttúruíblástur,
men ofta um eina stilla
tilverudimensjón. Haraftrat
kemur gleðin í tí at mála. Stutt
og greitt. Ikki er neyðugt við so
nógvum fínum og útgreinandi
orðum.” (s.10). Myndatilfarið
avdúkar, at Kári Svensson øll
árini hevur verið sera opin fyri
inspiratiónskeldum frá
føroyskum fyrimyndum sum
Hans í Mikladali, Zachariasi
Heinesen, Astri Luihn til
norðurlendskar fyrimyndir sum
t.d. Kjeld Nupen og Per Kirkeby.
Lekrir litir
Myndirnar, sum hanga í
forhøllini líkjast teimum
trýbýttu, vertikalu
kompositiónunum sum Kári
Svensson fekst við í 90´unum
við týðiligari inspiratión frá
Ingálvi av Reyni. Flestu
myndirnar, sum hanga inni í
salinum eru bygdar upp av fleiri
horisontalum ella vertikalum
lindum, ið tilsamans mynda eitt
abstrakt landslag í lekrum,
dekorativum litsamansetingum
av t.d. ráhvítum, lilla og turkis og
pink ella orange. Oman á
lindunum sæst eitt nú malargrót,
ella menniskjaskap, ella
skabelónkendir fuglar, sum
sveima á skák eftir
myndaflatanum. Onkur av hesum
myndum minnir innihaldsliga um
Mikines og mynd hansara
“Vetrarmorgun” (1958), meðan
grunni og effektjagstrandi
málihátturin minnir meira um
myndirnar hjá áðurnevndu
listakvinnuni, Astri Luihn. Tað
kundi verið eitt skemtiligt
listasøguligt poeng í hesari
samanseting í stíl við “Mikines
goes pop”, men er tað eftir øllum
at døma ikki.
Ein glotti
Sum heild er hendan framsýning
enn eitt dømi um, at Listaskálin í
sínum framsýningum raðfestir
meira sum eitt privat gallarí í
mun til hvat selir enn í mun til
veruliga, listaliga góðsku. Hetta
er skeivt, tí talan er um okkara
tjóðarlistasavn, hvørs
framsýningar eyðvitað hava stórt
og tungt signalvirði. Hetta skuldi
verið púra óneyðugt at gjørt vart
við hjá tygara í grundini
stríðsskýggjandi ummælara, sum
ávegis út úr Listasavninum bar
eyga við eina røð av nýggjum
fotomyndum hjá Kára Svensson,
sum hann hevur tikið av
seyðarhøvdum. Við teirra
líkskapi við kyrrlutamyndir í
barokktíðini og við teirra
átrúnaðarligu assosiatiónum sum
heild, eru hesar myndirnar
øðrvísi. Tær tykjast kanska eitt
sindur ungdómsligar, men eru
eisini merktar av einari inniligari,
religiøsari leitan, ið kennist sum
heild erligari og harvið eisini
áhugaverdari enn málningarnir.
Framsýningin er opin til 8.mars.
Bókin Kári Svensson fæst til keyps
fyri 250 krónur. Upplatingartíðir o.a.
sæst á www.art.fo