Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 • 13. februar 2009 upp skriftin mortan@hamrabyrgi.com Kokkar, tænarir, lærlingar og eldsálir í Føroyum hugleiða um uppskriftir. 24 Trancio di merluzzo con lenticchie – ella toskur við við linsum. Hesa uppskriftina kom Giorgio av tilvild at gera á matstovu sínari í London. Fína toska- flakið við broysk-stoktu skræðuni riggaði óvanliga væl til mjølvutu linsurnar, ið hann upprunaliga hevði gjørt til annan rætt. Giorgio minnir okkum á at keypa burðardyggan línutosk, av tí at stovnurin er so nógv hóttur av ovfisking. Uppskrift til 4 fólk. Tilfar: 4 toskafløk á 220 g (við skræðu) Persilla 3 ssk sólblómuolju 50 g smør í puntar Rosmarin Salt og pipar 250 g grønar linsur 1 salatleyk 1 gularót 1 leggur av blaðselleri 1 purra 4 ssk jomfrú olivinolja 100 g pancetta (italskt bacon) Rosmarin+salvie+laurberblað 1½ L grønmetissoð Persilla 50 g smør í puntar Framferðarháttur: Bloyt linsurnar í vatni í hálvan tíma. Síla vatnið frá. Sker grønmetið fínt ímeðan. Hita eina góða grýtu við olju og steik so grønmetið og pancetta í einar 10 min til grønmetið er moyrt, - ikki snerkt. Lat linsur og kryddurtir útí. Steik 5 minuttir afturat og rør væl saman. Stoyt nú 1 litur av soði í grýtuna og fá uppá kók. Skrúva so niður fyri hitan og lat smákóka einar 45 minuttir. Lat meira soð í um grýtan er við at kóka turr. Blenda persillu og olivinolju í køksmaskinu til fína grøna sós. Koyr salt og pipar á toskafløkini. Koyr sólblómu-olju á teflonpannu og steik fløkini varliga. Skræðuna móti pannuni. Trýst fløkini niður viðhvørt fyri at fáa broyskna og gylta skræðu. Vend fløkini, tá ið okkurt um helvtin av fiska- kjøtinum hevur skift lit frá meira glarkendum til hvítt. Koyr nú smør á pannuna og tá ið tað brúsar lat so í grýtuna við linsum. Rør væl saman eins og til risotto. Krydda við persillu, salt og pipar. Koyr linsur á ein tallerk. Stoyt persillusósina rundanum. Legg toskaflakið omaná. Vælgagnist! P.S. Í Italia eta tey ikki epli aftur við øllum døgurðarættum. Hesin rættur er klárur at eta og tær nýtist einki aftur við, annað enn gott vín. Royn t.d. Chardonnay de Pennautier ella Darriaud frá Vínummælinum í dag. Giorgio Locatelli steikir tosk