Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 31 - 13. februar 2009 Ummæli Kinna Poulsen Tað kann tykjast løgið, at tað var hendan døkka og ófrættakenda orðingin úr blinda liðnum hjá Christiani Matras, sum kom til hugs, tá eg stóð umgyrd av fagur littu myndum Kára Svenssons í Listaskálanum kavaljósa fríggja dagin í farnu viku. Tí framsýn ingin er sum so ljós og væl skipað við nógvari og góðari frástøðu millum tey einstøku verkini. Tíverri er henda framsýning harumframt enn eitt rópandi dømi um áleikandi trupulleikarnar í føroyskari myndlist, sum m.a. standast av okkara stikni til at skilja í millum tey ymsu støðini í listini frá ríka undirstøðinum av amatørlist til klæna tindin av framúrskarandi yrkislist, sum heilt náttúrliga eru í einum og hvørjum samfelag. Yvirskriftin sipar hervið breitt til okkum øll, tín og mín og ta føroysku listfatanina og ikki bert til Kára Svensson, ið væl skiljandi man vera fegin um at hava sína aðru serframsýning í Listasavni Føroya uppá bert fimm ár. Virkisfýsni Tær flestu av teimum framsýndu myndunum hjá hesum sera effek­ tiva málaranum eru nýggjar, mál­ aðar í hesum árinum, ið sum kunnugt bert bert er góðan mán aða gamalt. Umframt penslar nýtir málarin eyðsýniliga spartil, mál­ ingarullu og svamp og tað gongur skjótt fyri seg, eins og hann nýtir skabelónir og blørðu plast til ymsar effektir í myndun um. Og tó at tað ber illa til at brigsla nøkrum listafólki teirra virkisfýsni og effektir, tykist tað skjóta, grunna árinið heldur trupult í tílíkum ekspressivum náttúrutulkingum, ið onkurs vegna látast at innihalda náttúru romantiska dýpd og tilveruliga leitan. Listabøkur Listasavn Føroya hevur ongantíð áður verið effektivari, um metast skal út frá mongdini av listabókum, ið savnið gevur út. Hetta er tó ikki talan um veruliga savnsgransking, men mest um styttri presentatiónir av útvaldum listafólkum úr Felagnum Føroysk Myndlistafólk. Bókin um Kára Svensson er bygd yvir sama leist sum hinar bøkurnar við einum lutfalsliga stuttum teksti um listafólki, ið er skrivaður á donskum og síðani týddur til føroyskt og enskt við nokkso fitt av myndum; í hesi nýggju bókini eru útivið 70 myndir. Bókin er prýðilig og veitir nøktandi yvirlit yvir samlaða verkið hjá Kára Svensson higartil. Tað er listfakligi ráðgevi listasavnsins, Dagmar Warming, ið hevur skrivað tekstin, sum er einar ellivu A4 síður til støddar og hann er sum so væl úr hondum greiddur, um eitt sindur svøvnligur at lesa við teimum mongum generellu staðfestingunum à la: “Umframt avsendaran, listafólkið, er ein boðberi, listaverkið, og ein móttakari, áskoðarin. So ber altíð til at kjakast um nær ið listin kemur fram. Kemur hon fram, tá ið skaparin, listafólki, heldur verkið vera liðugt og sendir tað út í heim? Ella kemur hon, tá ið verkið sveimar í tí rúmi, har tað skal vera sjálvstøðugt, líka til ein áskoðari tekur í móti tí? Ella kemur listin ikki fyrr enn í tí løtu, áskoðarin tekur ímóti verkinum?” (s.12). Warming greiðir frá um Svensson, ið er umhildin listamaður: “Verkini Ganga fram í myrkri …