Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 • 13. februar 2009 bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com 23 Italskur matur er víðagitin fyri sínar dygdir og er í hesum árum sera væl dámdur um allan heim. Tað einfalda og næstan filosofiska passiónin fyri rávøru-góðsku er í hásæti. Italska matmentanin snýr seg eisini um máltíðina. Tá ið ”La Famiglia” savnast um borðið er løtan heilag. Siðir og uppskriftir mynda italsku familjuna fyri ein stóran part. Maturin hjá ”Mama” hevur nógv at týða hjá italiumonnum. Alt lívið. Hetta kunna vit staðfesta við at lesa nýggju bókina hjá Giorgio Locatelli. Talan er um stórverk frá kenda kokkinum, ið eigur eina ta bestu italsku matstovu- na í London, Locanda Locatelli. Summi hava kanska eisini sæð Giorgio sum sjónvarps-kokk á BBC. Giorgio hevur gjørt mat síðan hann var 5 ára gamal. Familjan átti matstovu og hjálpti hann til har. Frá barnsbeini hevur hann sogið vitan og mentan til sín. Tí er tað ein fragd at lesa bókina, ”Made in Italy – Ma- tur og søgur úr Italia”. Her er ein maður, ið er errin um sína mentan. Sum dugur væl at greiða frá, at vínedika ikki bara er vínedika og brúkar fýra síðir uppá at lýsa salt og pipar. Við heimildum úr sínum egna umhvørvi. So her er nakað so sjáldsamt sum ein kókibók, ið umframt spennandi uppskriftir við myndum eisini ger sær tann ómak at greiða lesaranum frá rávørunum. Hvussu vit velja góðar rávørur og hvussu vit nýta tær við skili. Alt ballað inn í forteljingar úr lívinum hjá Giorgio Locatelli. Ein gastrono- misk ævisøga. Locatelli hevur stóra virðing fyri Slow Food-rørsluna, ið sum mótmæli varð sett á stovn, tá ið amerikanska McDonald’s í 1986 opnaði burgarabarr á Piazza di Spagna í Rom. Nú er Slow Food altjóða fyribrigdi, ið kveikir fólk til at nýta góðar lo- kalar rávørur og gera sær ómak við matgerðina og máltíðina. Hetta hevur Locatelli tikið til sín og mælir í bók síni okkum um at gera tað sama. Hevði ilt við at leggja bókina frá mær, hóast talan er um tungan múrstein. Hon er á stødd við nýggju telefonbókina hjá Føroya Tele. Also tríggjar lagdar oman á hvørja aðra. Eg kann ikki siga annað enn at talan er um meistaraverk. Ut- tan iva ein tann besta og mest fullkomna italska kókibókin, ið nakrantíð er komin út. Her finst alt um antipasti, risotto og pasta. Tað ljóðar at Locatelli he- vur brúkt fimm ár um at skriva hana. Ein kókibóks-klassikari er føddur. Made in Italy – Mad og histo- rier fra Italien, Giorgio Locate- lli, Lindhardt & Ringhof, 623 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 460 í føroysku bókhandlunum Made in Italy – matur og forteljingar úr Italia Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka Góð frukt ...kemur hvønn mánadag og fríggjadag Góð frukt ...kemur hvønn mánadag og fríggjadag Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525 Vælvera Vit standa eisini fyri móttøkum, brúdleypum og líknandi www.Gourmet.fo Toscana 31 11 09 Matur til einhvønn góma KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM Porta Via 32 11 03 Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum