Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 6 Filmurin »Gatas Gynt«, sum Hallvor Bræin hevur leik­ stjórnað, og sum føroyski forkemparin fyri teimum heim­ leysu í Oslo, Njál Djurhuus, hevur havt eina stóra hond í, hevur fingið nógv betri móttøku, enn nakar hevði vónað. Nú hevur filmurin eisini verið vístur í sjálvum Hollywood – Eg vil vísa, at tá saman um kemur, er ongin munur á einum bumsi á gøtuni og einum milli­ óningi í fínum klædningi. Í síðsta enda eru vit øll bara menniskju. Soleiðis segði Njál Djurhuus í samrøðu við Onnu Ellingsgaard í mars 2008, tá filmurin, Gatas Gynt, stóð beint framman fyri sínari frumsýning. Og filmurin er komin langan veg, síðani fyrstu veiku tankarnir byrjaðu at næla í høvdunum á Njáli Djurhuus og leikstjóranum, Hallvor Bræin. – Ja, vit hittust á einari kafe mitt inni í Oslo, og har spratt tankin um at gera ein film um gøtubúgvarnar í Oslo, sigur Njál Djurhuus. – Lívslygnirnar, sum vit øll liva við, eru truplar at síggja, um tú bara livir eitt lív í kulissum. Lívið á gøtuni er kulissuleyst, og tað ger tey heimleysu á gøt­ uni so sera vælegnað at tulka leiklutirnar, sigur Hallvor Bræin við heimasíðuna hjá norska Frelsunarherinum. Men tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa hesa verkætlan upp at standa. Njál Djurhuus gjørdi eitt risaarbeiði við at fáa leikararnar at møta upp, væl fyri og klárar at fara undir dagsins dont. Tað, at leikararnir vóru so væl fyri, merkti, at upptøkudagurin ikki gjørdist drúgv­ ari enn 14 tímar. Og tá kvøldið kom, var hjá Njáli Djurhuus at fara út at leita eftir leikarunum, sum skuldu verða við næsta dag. Lívið er, sum knappastoyparin segði við Per Gynt, og sum Njál Djurhuus eisini endurtók í samrøðuni við Onnu Ellingsgaard, at: »Tú var kosin at verða skínandi knappurin í heimsvestinum, men stroppurin slitnaði, og tí skal tú í kassan við vrakaðum knappum«. – Vit uppliva øll, at stroppurin slitnar, og vit falla. Fyri nøkur er tað skjótt at enda í avgrundini, meðan onnur hava eitt netverk, sum fangar tey. Tað eru smáir marginalir, sum gera munin, heldur Njál Djurhuus. Til Hollywood Filmurin varð frumsýndur á Youngstorget í Oslo 13. mars í fjør. Og sum tað sømdi seg, hendi hetta uttandura – á gøtustøði. Hetta var eitt stemningsfult kvøld, og áskoðararnir vóru setstir millum bál í tunnum framman fyri risastóra løriftið. Til staðar var eisini Haraldur kongur av Noregi, sum heilsaði upp á leikararnar og rósti teimum fyri framúr avrik. Filmurin var síðani vístur tvær ferðir um páskirnar á NRK, og nú altso eisini á Scandinavian Film Festival í Los Angeles. Hann var vístur 10. januar á festivalinum, sum vardi eina viku. Handan festivalin stendur American Scandinavian Foundation, og sýningarnar fóru fram í Writers Guild Cinema í Beverly Hills. Gatas Gynt byggir á 5. part av kenda leikinum Per Gynt, hjá minst líka kenda rithøvundanum, Henrik Ibsen. – Tað býr ein Peer Gynt í okkum øllum í tann mun, at vit øll hava lyndi til at liva uppá eina lívslygn. Eisini misnýtarar, sum í rúsinum halda seg vera heimsmeistarar og verða í øðini, um onkur hevur at teirra atburði, segði Njál Djurhuus við Annu Ellingsgaard í mars. Og heilt ítøkiliga er filmurin eisini ein roynd at fáa gøtufólkini at hyggja kritiskt eftir sær sjálv­ um. Tí er filmurin kliptur saman av brotum, har gøtubørnini spæla 5. part av Peer Gynt og síðani brotum, har tey gera viðmerkingar til atburðin hjá Peer Gynt og harvið hjá sær sjálvum. Væl móttikin Gatas Gynt varð sum nevnt sýnd­ ur á Scandinavian Film Festival í Beverly Hills í Los Angeles, og hóast ummælini ikki enn liggja greið – tað ganga sum regul tvær til triggjar vikur – so skilja fyrireikararnir á øllum brøgdum, at góð ummæli eru á veg. – Longu tá tað frættist, at film­ urin skuldi vísast í Los Angeles, ringdu journalistar at fregnast um filmin, og teir vóru ovfarnir tá teir frættu, at hetta vóru heimleysir rúsmisnýtarar, sum høvdu so at siga allar leiklutirnar. Teir fataðu Njálur Goes To Filmslist Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var á einari kafé í Oslo, at hugskotið um »Gatas Gynt« spratt. Síðan gjørdu teir báðir, Hallvor Bræin, leikstjóri, og Njál Djurhuus dreymin til veruleika Filmurin hevur eisini verið sýndur í Føroyum. Her bíða tey uttan fyri Sjónleikarhúsið eftir at sýningin skal byrja