fríggjadagur 13. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2009
Tinglimir eru so
ónøgdir við tað,
sum hendir á Vinnu
háskúlanum, at
fíggjarnevndin nú
fer at kalla landsstýris
kvinnuna á økinum í
loyniligt samráð fyri
at fáa hana at svara
spurningum og fleiri
løgtingslimir krevja
høvdið á stjóranum á
einum fati
Vinnuháskúlin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er so stórt óskil á Vinnu
háskúlanum at tað eigur at
fáa avleiðingar.
Tað eru tað fleiri tinglimir
sum halda.
Í Løgtinginum mikudagin
stóðu Helena Dam á Neysta
bø,
landsstýriskvinna
í
mentamálum, og leiðslan á
Vinnuháskúlanum í fleiri
tímar fyri hørðum atfinning
um.
Tinglimir hava funnist
harðliga átalað, at tríggir
lærarar á Vinnuháskúlanum
hava fingið ætlanarskriv
um uppsøgn og nú vildu
teir hava eina forkláring frá
landsstýriskvinnuni.
Hetta fingu fleiri tinglimir
ikki at stemma, tí lønarjátt
anum hjá skúlanum varð
hækkað munandi í ár.
Og tað fekk fleiri ting
menn at krevja, at leiðslan á
skúlanum eigur at fara frá.
Men í Løgtinginum kom
fram, at ein orsøk til tað er,
at Vinnuháskúlin hevur flutt
pening frá lønarjáttanini til
raksturin og so manglaði í
til lønirnar.
Hetta vildu fleiri tinglimir
als ikki finna seg í og tað
vóru meiri enn ein, ið róðu
framundir, at hetta eigur at
kosta
skúlastjóranum
á
Vinnuháskúlanum starvið.
Men fíggjarnevndin hjá
Løgtinginum hevur eisini
gjørt av at Helena Dam á
Neystabø skal boðsendast í
loyniligt samráð í nevndini
fyri at fáa greiði á fíggjarliga
standinum á vinnuháskúlan
um.
Helena Dam á Neystabø
fegnaðist um, at hon nú
skal í samráð við fíggjar
nevndini, so at hon til fulnar
fer greitt frá viðurskiftunum
og tí rætta samanhanginum
í friði og náðum.
Brúkt til onnur
endamál
Anfinn Kallsberg, formaður
í fíggjarmálum, sigur, at
orsøkin er, at vinnuháskúl
anum og landsstýriskvinnan
og mentamálum hava ikki
biðið um hækkaða játtan til
rakstur.
Tað, sum er hent, er, at
lønarjáttanin er hækkað,
men at pengarnir skulu
brúkast til onnur endamál
og tað ber ikki til, sigur
Anfinn Kallsberg.
Tórbjørn Jacobsen, úr
Tjóðveldinum, sigur, at her
er játtanin til lønir brúkt til
onnur endamál, er tað ímóti
Løgtingsins vilja og tað
hava skúlastjórin og lands
stýriskvinnan ábyrgdina av.
Kári á Rógvi úr Sjálv
stýrisflokkinum, mælti bein
leiðis landsstýriskvinnuni
til at rudda upp í leiðsluni á
skúlanum.
Karsten Hansen er líka
barsagdur. Hann spurdi um
landsstýriskvinnan meinar
tað í álvara, at hon góðtekur,
at pengar, sum Løgtingið
játtar til eitt ávíst endamál,
í hesum føri til lønir, verða
brúktir til heilt onnur enda
mál.
Men góðtekur hon tað
ikki, hvat ætlar hon so at
gera, spurdi hann.
Eg veit, hvat eg hevði
gjørt, legði Karsten Hansen
afturat.
Partamaður hansara, Jen
is av Rana, var samdur í, at
leiðslan eigur at fara frá, tí
tað, sum er hent, er, at skúl
in hevur framt svik ímóti
Løgtinginum.
Annita á Fríðriksmørk úr
Tjóðveldinum, ráddi Hel
enu Dam á Neystabø um
ikki at forsvara støðuna á
Vinnuháskúlanum.
Her er tilvitað meiri og
meiri tikið av lønarjáttanini
og flutt á raksturin og
avleiðingin er, at nú mugu
fólk sigast upp og tað kann
ikki forsvarast.
Helena Dam á Neystabø
forsvarar ikki tað, sum er
hent, men hon staðfestir, at
hetta hevur verið støðan á
og nógvum stovnum hon er
longu farin undir at kannað,
um hetta hevur verið ein
afturvendandi arbeiðsháttur
á Vinnuháskúlanum.
Tinglimir átalaðu eisini,
at
Vinnuháskúlin
hevur
brúkt yvir 800.000 til lýsing
ar hesi seinastu trý árini.
Helena Dam á Neystabø
vísti á, at hetta var tí, at
næmingatalið hevði svikið,
men at metingin var, at lýs
ingarnar høvdu hjálpt. Sam
stundis hevði skúlin skift
samleika og tað hevur eisini
kostað.
Krevja forkláring frá
Helenu Dam á Neystabø
Helena Dam á Neystabø og Vinnuháskúlin standa fyri hørðum atfinningum og fleiri tingmenn
krevja, at landsstýriskvinnan tekur málið upp og at skúlastjórin verður koyrdur
FÍGGJARkREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fallið í meðal bruttotjóðarf
ramleiðsluni í euroøkinum
var í fjórða ársfjórðingi
1,5%, sum er væl meiri enn
væntaða 1,3%.
Sambært tíðindastovuni
Bloomberg er talan um
størsta ársfjórðingsliga fall
seinastu 13 árini. Hetta er
enn eitt tekin um, at niður
gongdin breiðir seg í 10 ára
gomla euroøkinum.
Samstundis leggja nýggju
tølini stórt trýst á Europe
iska Miðbankan (ECB) at
lækka rentuna enn meira.
Lækkar ECB rentuna enn
meira verður talan um
avgjørt rentubotnmet.
BTÚ hjá Týskalandi fall
við heilum 2,1% og eisini
franski búskapurin hevur
tað ringt við einum falli
fjórða ársfjórðing við 1,2%.
Bretland fall 1,5% í fjórða
ársfjórðingi, og eisini hjá
Spania, Italia, Hollandi og
Eysturríki stendur illa til.
Tølini vísa heilt týðiliga,
at búskaparliga kreppan av
álvara hevur rakt Europa í
endanum av 2008 sum ein
avleiðing av fíggjarkrepp
uni. Bæði brúkarar og fyri
tøkur bundu um heilan fing
ur og skóru munandi niður
á nýtslu og íløgur, skrivar
yvirbúskaparfrøðingur hjá
Sydbank, Jacob Graven í
sínari analysu, veit boersen.
dk at siga.
Søguliga lágur búskapur
Europeiski búskapurin er søguliga lágur í løtuni
Bankastjórarnir hava
skyldina
Bankastjórarnir og teir, sum áttu bankarnar, kunnu ikki skáka
sær undan tí veruleika, at tað eru teir og og bara teir, sum
hava ábyrgdina av tí, sum hendi teimum ísllendsku bankun
um. Tað segði sviin Mats Josefsson á einum tíðindafundi í
Reykjavík í gjár. Íslendska stjórnin hevur biðið Mats
Josefsson hjálpa sær við at endurreisa tað íslendska fíggjar
kervið, og tað er ikki av tilvild, at valið fall á júst hann. Sviin
hevur arbeitt hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum í mong ár og
hevur drúgvar royndir at endurreisa bankar og fíggjarstovnar.
Maersk Line søguligt hall
Fellandi flutningsinntøkur gera, at danska reiðaríið Maersk
Line missir nógvar milliardir krónur, og eingin bati er at hóma
í næstu framtíð. Tað skrivar Børsen í dag. Sambært blaðnum
vænta greinarar, at Maersk Line kann fáa upp ímóti sjey
milliardum krónum í halli í ár, og tað er óvanliga nógv eftir
donskum viðurskiftum. Men hallið kann blíva uppaftur størri.
Síðani ársskiftið er flutningsprísurin fallin seks prosent, og
hvørt prosent kostar Maersk Line eina milliard krónur um árið,
skrivar Børsen.