Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 7 slett ikki, at hetta kundi lata seg gera, sigur Njál Djurhuus. Men eisini stigtakararnir sjálvir, Njál Djurhuus og Hallvor Bræin, vóru ovfarnir av, hvussu nógvan heiður og viðurkenning filmurin og leikararnir hava fingið. Tá greitt var, at Gatas Gynt var úttikin til at verða við á 10. Scandinavian Film Festival í Los Angeles, segði Hallvor Bræin soleiðis í einum teldubrævi til Njál Djurhuus: »Fikk nettopp beskjed om at GATAS GYNT er tatt ut til 10th Scandinavian Film Fest i Los Angeles. Den skal vises som åpningsfilm og er i godt selskap med få utvalgte filmer fra hele Skandinavia av blant andre Lars von Trier og Jan Troell. Begivenheten er førstkommende lørdag i Beverly Hills. Tenk så moro! Filmen vi sammen har laget har kommet til HOLLYWOOD«! Hetta er so fyribils hæddar­ punktið av framgongdini, sum hesin hugvekjandi filmurin havt, síðani frumsýningina 13. mars í fjør. Og føroyingar hava eisini havt møguleikan at sæð hendan filmin, tí hann var sýndur í Sjón­ leikarhúsinum 2. juni í fjør, tá eisini leikstjórin, Hallvor Bræin, og Njál Djurhuus vóru við í Føroyum, og millum annað luttóku á einum panelfundi um filmin og um arbeiðið millum heimleys í Oslo. Hollywood Víða um Um filmin annars sigur Hallvor Bræin í teldupostinum til Njál Djurhuus: »Gatas Gynt har vært en stor opplevelse. - Kosmorama Filmfestival i Trondheim. - Visningen med Kongen på Youngstorget. - To visninger på NRK. - Kinovisninger. - Visninger og veldig fint opplegg på Færøyene. - Visning og gjesteopptreden på Peer Gynt festivalen på Gålå. - Visning og flott opplegg med overnatting på Beitostølen. - Filmen ble invitert til, og vist i Lübeck internasjonale filmfestival. - Det fantastiske opplegget med NAV (svarar til føroyska Almannamálaráðið)der vi hadde visninger og innlegg med Egil, Morten, og Synnøve. Tilbakemeldingene fra deltagerne var gjennomgående veldig bra! - At Gatas Gynt fikk så mye oppmerksomhet i NRKs program om Kongehusets program i 2008 var veldig flott. Det at Gatas Gynt ble fremhevet, og at Kongen fremhevet vår tolkning som en orginal og trolig riktigere versjon av Ibsens tekst, enn hans tidligere opplevelser av Peer Gynt som en fyllik. Her møtte han en Peer Gynt han trodde på«! Og norski kongurin hevur sýnt, ikki bert filminum, men eisini øllum tí stóra arbeiði, sum Frelsunarherurin í Noregi ger millum tey heimleysu í Oslo, sera stóran áhuga. Men fyri at taka saman um: Gatas Gynt hevur higartil megnað at koma heilt til Hollywood – og so er spurningurin, hvat er størri enn tað. Filmurin kostaði 4,7 milliónir at framleiða, og Njál Djurhuus sigur, at teir hava klára at svara hvørjum sítt. Haraldur kongur heilsar upp á høvuðsleikaran í »Gatas Gynt« til frumsýningina Njál Djurhuus hevði lítlan leiklut sum prestur í filminum