fríggjadagur 13. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2009
Gamli matvøru
handilin hjá Jens Eli
Ellefsen er komin
til heiður og æru
aftur. Men í staðin
fyri alskyns kolonial
vørur, er tað nú fiskur
av mesta slagi, ið fyllir
hillar og frystiboksir
HANDILSLÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Beint undan ársskiftinum
læt ein nýggjur handil upp í
Miðvági. Tað vil siga, har
hevur verið handil fyrr,
men tað eru mong ár síðani
hann læt aftur. Tað var tá í
tíðini ein kolonialhandil,
men nú er mjøl og rosinur
skift út við laks og rækjur.
Tað er nevniliga komin
ein fiskahandil í bygdina,
og hóast vit eru fiskivinnu
tjóð burtur av, so finst neyv
an nakar annar fiskahandil
sum so í Føroyum. Handlar
eru, sum gera rættiliga nógv
burtur úr fiskamati, men
Fiskakjallarin, sum handilin
í Miðvági eitur, er hin ein
asti,
sum
selur
fisk
burturav.
Tað
er
fyrrverandi
handilsmaðurin og reiðarin,
Jens Eli Ellefsen, sum
hevur tikið stig til hendan
nýggja fiskahandilin, og
tað er eisini hann, sum
rekur hann.
Vit byrjaðu í smáum
beint undan ársskiftinum,
og tað hevur bara gingið
heilt hampiligt. Vágafólk
hava tikið væl ímóti handli
num, haldi eg, vit kunnu
siga,
greiðir
Jens
Eli
Ellefsen frá.
Hann hevur brúkt hesa
tíðina frá handilin læt upp
til nú at byggja eina vøru
goymslu upp, og nú kann
hann bjóða eitt breitt úrval
av fiska og sjómati.
Trupulleikin hevur ver
ið, at tað hevur verið so
ómetaliga ringt at fingið
fatur á fiski, so eg haldi
fólk eru glað fyri, at tey nú
kunnu koma her og fáa
fríska
fyrstafloks
vøru,
sigur Jens Eli Ellefsen.
Bert frá
útróðrarbátum
Nú skal ikki remsast upp
her alt tað, sum er at fáa í
Fiskakjallaranum, men av
eitt sindur meira forkunnug
um
fiskavørum
kunnu
nevnast havtaskuhalar og
saltfisk.
Vit gera alt til sjálvi.
Skera fiskin, salta hann til
saltfisk, vacuumpakka hann
og so framvegis. Vit hava
eini høli niðri við keiina,
sum eru góðkend av Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni, og
har hagreiða vit allan fiskin,
sigur Jens Eli Ellefsen.
Rávøruna fær Fiskakjall
arin alla frá útróðrarbátum.
Sonurin
hevur
ein
kanadiskan bát og rør út, so
frá honum fái eg ein stóran
part av rávøruni. Restina
fái eg frá øðrum útróðrar
bátum, tí eftir at virkið í
Miðvági er latið aftur, fæst
einki haðani, og tað, sum
kemur upp á land til landing
armiðstøðina í Sørvági, fer
beinleiðis av oynni í last
bilum,
sigur
Jens
Eli
Ellefsen.
Men tá nú fiskahandilin
liggur í Vágunum, er tað
bara náttúrligt, at flakið í
handlinum
kemur
frá
flakatrolaranum Vesturvón.
Annars fæst eisini laksur,
bæði sum flak og sum
kotelettir, rækjur, scallops
og ræstur og turrur fiskur,
fyri at nevna nakrar vørur
aftrat. Og so sjálvandi eisini
fiskafrikadellir og knettir.
Víðka úrvalið
Júst nú er vertíð fyri
rognum, men tey eru heldur
ikki so líkatil at fáa fatur á.
Kortini hevur tað eydnast
hjá Fiskakjallaranum at fáa
nakað av hesum góðbita, og
í tí sambandi verða seld
rogn og feskur fiskur í dag
og í morgin til vanliga
upplatingartíð, sum er frá
10 til 12 og frá 15 til 17.30
gerandisdagar og frá 10 til
12 leygardagar.
Annars er Fiskakjallarin í
ferð við at seta saman eitt
tilboð til fólk, sum skulu
ferðast um flogvøllin til eitt
nú Danmarkar, og sum
fegin vilja hava nakað av
forkunnugum fiskavørum
niður við til vinir ella
kenningar.
Talan verður um serliga
pakkaðar eskjur, sum egna
seg væl til at hava við í
flogfarinum. Fólk kunnu
eisini ringja framman und
an (á tlf. 332414), og so er
pakkin klárur av heinta, tá
tey koyra framvið á veg á
flogvøllin, sigur Jens Eli
Ellefsen.
Hann arbeiðir eisini við
øðrum
víðkanum
av
útboðnum. Eitt nú er hann í
holt við at kanna, um tað
ber til at flyta lomviga inn
til Føroya úr Íslandi, og
fæst hendur á lunda, tá tann
vertíðin er, so verður tað
eisini partur av vøruskránni.
Sama er galdandi við náta,
tá tann tíðin kemur.
Men í løtuni fegnast Jens
Eli Ellefsen bert um, at
hann hevur lagt væl frá
landi við Fiskakjallaranum
í Miðvági.
Komin til heiður og æru aftur
Síðani Fiskakjallarin læt upp beint fyri ársskiftið,
hevur Jens Eli Ellefsen fingist við at upparbeiða eina
væl assorteraða vørugoymslu
Mynd: Álvur Haraldsen
Á rættarforhandl
ingum í Føroya
Rætti mikudagin
varð semja millum
sakføraran hjá TAKS,
Inga Højgaard, og
umboð fyri tey um
20 sakarmálini móti
stovninum um, at
tvey mál, ið umboða
øll aspektir í málun
um, verða førd sum
royndarmál
BILAKEYP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá lógin um skráseting
argjøld av akførum í 1999
varð broytt, fylgdi kunn
gerðin um heimild at krevja
inn hesi gjøld ongantíð við.
Hetta førdi við sær, at
TAKS í heili seks ár uttan
heimild kravdi inn hesi
gjøld frá bilasølunum, sum
so aftur kravdu tey inn frá
keyparunum.
Ikki fyrr enn í 2005, tá tað
komst fram til, at heimildin
vantaði, var hesin brølarin
rættaður, so heimild nú finst
fyri innkrevjingini.
Men hetta hevur so fingið
bileigarar, sum hava keypt
bil í tíðarskeiðinum 1999
til 2005, at stevna TAKS
eftir pengunum, sum teir –
sambært saksøkjarunum –
ólógliga hava kravt inn.
TAKS hevur svarað, at
talan er um ein spurning
millum
bilasøluna
og
keyparan, og tað hevur so
ført til, at keypararnir í
teimum førum, har tað ber
til, eisini hava stevnt bila
sølunum – sum so aftur
hava stevnt TAKS.
Við
rættarforhandling
unum legði dómarin upp
til, at vald var ein ella fleiri
sakir, sum vóru umboðandi
fyri allar síðir av málinum,
og semja varð síðani gjørd
um, at velja tvær sakir út.
Onnur
hevði
flest
øll
aspektir:
Stevning
móti
TAKS og stevning móti
bilasøluni, bilasølan hevðí
stevnt TAKS, og viðkom
andi hevði tveir bilar, har
málið um annar var fyrnað.
Í hinari sakini er bilasølan
ikki til longur, og tí er
TAKS einasti møguleiki
fyri stevning.
Dómarin heitti eisini á
sakføraran hjá TAKS, Inga
Højgaard, um at taka málið
upp við stovnin, um hann
var sinnaður at gjalda
sakarmálskostnaðin.
Bjørn á Heygum umboðar
umrødda
samsøkjara
í
øðrum málinum, og seg
sjálvan í hinum málinum,
sum snýr seg um bert at sak
søkja TAKS. Eisini Jógvan
Elias Winther Poulsen og
Aksel V. Johannesen vóru
møttir fyri klientar, og teir
tóku undir við at koyra hesar
báðar royndarsakirnar.
Tá greiða fyriliggur um
TAKS góðtekur at halda
sakarmálskostnaðin og um
stovnurin annars góðtekur at
koyra tvær royndarsakir,
sum skulu verða umboðandi
fyri allar hinar, verður nýggj
ur rættarfundur ásettur.
Semja um royndarmál
Fiskurin framvegis álitið
Tað hóvar ikki júst grønlendska fiski og veiðimannafelag
num KNAPK, at eitt av málunum við komandi politikki
num er at skerja talið á teimum, sum hava fiskivinnu sum
vinnuveg. Siverth Amundsen, ráðgevi hjá KNAPK, sigur
við kringvarpið KNR, at tað hevur ongantíð verið felagsins
politikkur at skerja fiskimannatalið, men at tað neyvan
slepst undan, at nakrir fella frá, um vinnan skal vera burðar
dygg. Hinvegin ivast hann ikki í, at fiskurin verður álitið í
framtíðini, tí enn røkist einki fyri, at oljan skal loysa hann
av, sigur hann.
Duga ikki at skriva
Tað eru bara nakrir fáir næmingar, sum fáa besta karakterin,
tá teir fara úr danska fólkaskúlanum. Høvuðsorsøkin er, at
tey ungu duga ikki nóg væl at stava, og so eru tey heldur
ikki nmóg stinn í mállæru. Tað stendur at lesa í einari
nýggjari frágreiðing frá danska kenslumálaráðnum. Har
stendur millum annað, at bara 16 prosent av næmingunum
fingu 10 ella 12 í karakteri í danskari rættskriving í fjør.
Úrslitið er nógv verri, enn tað eigur at vera eftir altjóða
ECTSstiganum. Eftir honum skuldu 35 prosent fingið teir
bestu karakterirnar.