Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 8 Olna og Sigmund Strøm: Føroysk familja bjargað undan Hans Hedtoft Fyrst skal verða greitt frá degnum tann 29. januar 1959, soleiðis sum greitt er frá í nýkomnu bókini Skibet der Forsvandt. Hans Hedtoft er komin aftur til Julianehåb dagin fyri ætlaðu fráferðini til Danmarkar. Juliane­ håb var fyrsta havnin, tá ið komið var úr Danmark. Hans Hedtoft hevur siglt frá býi til bý upp til Hol­ steinsborg og suður aftur. Nú skal skipið aftur um hav til Danmarkar. Her er nógv at gera. Byrjað varð at lossa tann 28. kl. 9 á morgni, og arbeitt verður til kl. 19 á kvøldi. Morgunin eftir, tann 29., skuldi verið byrjað at lossa kl. 6 á morgni, men vegna ringt veður varð ikki byrjað fyrr enn tveir tímar seinni. Gjøgnum dagin varð arbeiðið steðgað fleiri ferðir orsakað av kavaroki. Arbeiðar­ arnir vóru í øðini. Í slíkum veðri var vanligt als ikki at arbeiða, men KGH koyrdi á at fáa arbeiðið gjørt skjótt, tí skipið skuldi avstað so skjótt sum gjørligt fyri at halda ferðaætlanina. So tað mátti arbeiðast yvir í tríggjar tímar. Umframt vanliga frakt var tað alt tað persónliga góðsið hjá ferða­ fólkinum, sum skuldi við. Her var flytigóðs og kuffert við klæðum, skóm, bókum og nógv annað. Tað var stór bíðirøð eftir ferða­ seðlum til Hans Hedtoft. Tað var so sjáldan, at møguleiki var fyri at sleppa til Danmarkar hesa árstíð­ ina. Tey vóru mong, sum vildu sleppa við, og bíðilistin bara vaks. Avgreiðslumaðurin hjá KGH í Julianehåb Ole Rask skuldi so taka avgerðina um, hvør ið skuldu sleppa við. Her var til dømis ein kvinna við læknaváttan um, at hon skuldi koma undir viðgerð í Danmark sum skjótast. So mátti ein timburmaður takast av listanum. Hesin gjørdist í øðini. Tað vóru fleiri slíkar tilvildir, sum avgjørdu lív ella deyð. Eitt av ferðafólkinum var landsráðslimurin og fiskimanna­ felagsformaðurin Carl Egede, sum var umrøddur í fyrru greinini. Hann fekk eina serliga orsøk til at ivast í, um hann skuldi fara. Hann hevði beint fingið at vita, at kona hansara, sum hevði havt tuberklar, hevði fingið afturstig. Men tað var eisini umráðandi, at hann fór til Keypmannahavnar. Hann skuldi nevniliga vera við til samráðingar um føroyskar útróðrarstøðir í Grønlandi, so hann fór kortini. Hann fekk at vita, at um konan ikki var beinleiðis deyðasjúk, kundi hann saktans fara. Um kvøldið var klárt at fara, og Hans Hedtoft loysti. Men her hendi eisini nakað løgið. Manningin á Hans Hedtoft fekk ikki akkerið upp. Meðan manningin baksaði við hetta, snaraði skipið sær á, so tað kom at liggja við reyvini móti fjarðarmunnanum. Tað skuldi annars liggja øvugt, so siglast kundi beint út eftir fjørðinum, tá ið loyst varð. Umsíður fingu teir akkerið upp. Skipið vendi og sigldi út eftir fjørðinum. Klokkan var tá eitt korter til tíggju. Tað var bølamyrkt, og tað var ikki eitt ljós at síggja eftir øllum fjørðinum. Skipið blunkaði tríggjar ferðir við at tendra og sløkkja alt ljós umborð á skipinum. Síðan vóru trý stutt ýl við horninum sum eitt endaligt farvæl. Havnameistarin, sum hevði eygleitt alt hetta, fekk eina merkiliga ófrættakenslu. Um náttina sendi skipið fleiri ferðir boð um veður, vind og positón. Alt var sum tað skuldi vera. Kl. 13.56 kom sjokkið, og tað var neyðarkallið. Fimmti ára dagin fyri vanlukkuna hjá Hans Hedtoft, 30. januar, høvdu vit eina frásøgn um hesa hending. Í hesi grein skal verða greitt frá tvinnum føroyskum lagnum í samband við Hans Hedtoft. Í øðrum førinum slapp ein heil familja av tilvild við lívinum. Í hinum førinum varð ein lovandi framtíð kvett á stokkinum, nevniliga hjá Ólavi Guðjónsson Lagnusøga Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hans Hedtoft i Julianehåb. Hesar báðar myndir eru tiknar av Sigmund Strøm ➘ 14. januar 1959 er Hans Hedtoft flagskrýddur komin til Julianehåb. Hetta er ein hátíðarløta í býnum, og nógv fólk hugdi at skipinum