Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2009 Um ein manað ætla Landssjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi at vera liðug at samráðst um eina samstarvsavtalu, sum fer at bera í sær, at í framtíðini skal eitt stórt tal av føroyskum sjúklingum sleppa undan at verða sendir av landinum Heilsusamstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í framtíðini skulu nógv fleiri sjúklingar sleppa undan at verða sendir av landinum at fáa viðgerð. Tað er endamálið við eini samstarvsavtalu, sum Lands­ sjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi samráðast um í løtuni. Gongur sum ætlað, verða samráðingarnar lidnar um ein mánað, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum. Læknarnar hendavegin Yvirskipaða endamálið við samstarvinum skal vera at fáa læknar til Føroyar at viðgerða sjúklingar, heldur enn at senda sjúklingar av landinum til læknan. Ì hesum føri er endamálið við samráðingunum millum Landssjúkrahúsið í Føroy­ um og í Íslandi at fáa íslendskar læknar til Føroy­ ar at gera ávísar skurð­ viðgerðir ístaðin fyri at senda sjúklingarnar av landinum. Nú verður so roynt at finna fram til, hvussu nógv­ ar skurðviðgerðir, talan skal vera um og, hvør prísurin verður. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at talan er um eina heilt ítøkiliga samstarvsavtalu um at íslendskir læknar koma til Føroyar at gera eitt ávíst tal av skurðviðgerðum á einum trimum ella fýra serlæknaøkjum. ­ Ístaðin fyri at senda sjúklingarnar av landinum, skulu so íslendskir læknar koma til Føroyar við jøvn­ um millumbilum at skurð­ viðgera sjúklingar við ávís­ um sjúkum. Sjúklingarnir verða so savnaðir saman, so eitt ávíst tal av sjúklingum kann skurðviðgerast í einum tørni. Serlæknaøkini, sum hugs­ að verður um at fáa íslend­ skar læknar til Føroyar at viðgera eru skurðviðgerðir í rygginum, skurðviðgerðir í æðralagnum, ávísar skurð­ viðgerðir í hjartanum, eitt nú ballónviðgerð og plast­ skurðviðgerðir, sum hava læknafakligt grundarlag. Frammanundan sam­ starvar Landssjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi um ávísar krabbameinsviðgerðir. Væl bíligari Hans Pauli Strøm sigur, at Landssjúkrahúsið leggur stóran dent á at koma á mál við hesi avtaluni skjótt, tí tá ið fíggjarætlanin varð løgd til rættis, er ásett, at eitt minni tal av skjúklingum skal uttanlands. ­ Tað verður væl bíligari fyri føroyska heilsuverkið at fáa íslendskar læknar higar, heldur enn at senda sjúklingarnar av landinum og tí hevur tað týdning at fáa avtaluna í lag skjótt, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. Hann sigur, at ein síðu­ vinningur er, at hetta fer eisini at lætta munandi um trýstið á sjúklingahotellið Tórshavn, har tað eru so nógvir sjúklingar og av­ varðandi, at umstøðurnar eru als ikki nøktandi. ­ So alt í alt er talan um eina munandi rationalisering í føroyska heilsuverkinum, sigur Hans Pauli Strøm. ­ Samstundis er tað ein stórur lætti hjá sjúklingum og teirra avvarandi, at teir í størri mun sleppa undan at verða sendir av landinum. Nógv færri føroyskir sjúklingar av landinum Stórt úrval av føstulávintsútgerð Skortur J. Broncksg. 33 A FO - 100 Tórshavn Tel. 310696 Far. 284676 skortur@skortur.fo Ìstaðin fyri at senda føroyskar sjúklingar uttanlands, skulu íslendskir læknar nú ferðast til Føroyar við jøvnum millumbili at skurðviðgera sjúklingarnar