mánadagur 16. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2009
Eitt stríð um eitt lítið
feitilendi í Sandoynni
er nú endað við, at ein
maður skal í geglið
fyri harðskap, eftir
at hann jarðlegði ein
annan mann mitt í
haganum. Framman
undan hevði tað verið
sum í besta western
stíli, har menn skutu
seyð hjá hvørjum
øðrum og máttu
krógva seg í haganum
fyri ikki at verða
dripnir
Stríð um jørð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður mangan sagt, at
er tað nakað, ið kann fáa
tað versta upp í føroyingar,
er tað jørð og seyður.
Tað er ein sannroynd,
sum nú eisini er staðfest á
staðfest á í Sandoynni, har
klandur og stríð um eitt
feitilendi hevur elvt til
reinar wild-west tilstandir í
oynni í meiri enn eitt ár.
Fríggjadagin endaði hetta
stríðið við, at ein maður er
dømdur at sita í geglinum í
30 dagar, eftir at hann jarð-
legði ein annan mann, tá ið
teir møttust mitt í haganum.
Maðurin, sum er ákærdur
játtaði seg partvís sekan.
Skutu seyðin niður
Í rættinum kom fram, at
ósemjan um hetta feitilendi
er ikki heilt nýtt og tað snýr
seg um, hvør eigur rættin til
at brúka feitilendi.
Bæði ein bóndi og eitt
samtak
av
einum
sjey
monnum hava tikið sær
rættin at brúka feitilendi.
Í 2007 hevði samtakið av
teimum sjey monnum slept
seyði í feitilendið, men
bóndin tók hann upp aftur
og slepti honum í hagan hjá
teimum, sum áttu hann.
Ístaðin slepti hann sínum
egna seyði niður.
Men tað fall ikki í góða
jørð hjá hinum og teir fóru
tí í báti og skutu allan
seyðin niður við riflu.
Eftir hetta fekk bóndin
skrivliga váttan frá Bún-
aðarstovuni upp á, at tað er
hann, sum eigur rættin til
feitilendið.
Tað hjálpti tó ikki nógv, tí
hinir sleptu aftur seyði í
feitilendið í fjør vár.
Men í samráð við løg-
regluna tók bóndin seyðin
upp aftur og slepti honum í
sín egna haga, uttan tó at
sleppa sínum egna seyði
niður ístaðin.
Endamálið var, at vildu
hinir sjey menninir hava
seyðin aftur, máttu teir í
rættin við málinum.
Men so langt kom tað
ongantíð.
Bangnir fyri at
verða dripnir
Maðurin, sum er ákærdur
fyri harðskap, plagdi hjálpa
bóndanum og hann var
farin í hagan eitt kvøldið í
heyst, tí teir høvdu varhugan
av, at onkur óboðin gestur
var í haganum.
Tað var ein av hinum
sjey, sum var farin í hagan.
Hann
greiddi
frá
ið
rættinum, at hann var farin
at hyggja eftir seyðinum,
sum hann átti, men sum
bóndin hevði tikið upp.
Mitt í haganum møttust
tann ákærdi og tann, sum
var farin at hyggja eftir
seyði.
Tann ákærdi skuldsetti hin
fyri ólógliga hagagongu.
Men so eru frágreiðing-
arnar eitt sindur ymiskar
um, hvat síðani hendi.
Tann ákærdi sigur, at tá
ið hin varð skuldsettur fyri
ólógliga hagagongu, bleiv
hann svakur slóð fyrst.
Men hann smekkaði til
aftur tvær ferðir og rakti
hann mitt í andlitið. Hann
segði, at tað var eitt treytað
afturbragd (reflekshandling),
tí hann føldi seg hóttan.
Tann
álopni
maðurin
sigur hinvegin, at tann
ákærdi leyp á uttan ávarðing
og
jarðlegði
hann
við
tveimum sløgum mitt í
andlitið.
Báðir eru samdur um, at
tann sligni maðurin svímaði.
Tann ákærdi sigur, at
hann stakk av. Hann segði,
at fingu partamenninir hjá
hinum
álopna
fatur
á
honum, ivaðist hann onga
løtu
í,
at
hann
varð
“likvideraður á staðnum”,
sum hann málbar seg.
Hann fór sostatt burtur
frá, men bíðaði til hann sá
hin koma úr haganum, tí
hann vildi kortini ikki hava,
at hann skuldi liggja úti um
náttina.
Tann
sligni
maðurin
greiddi frá, at tá ið hann
raknaði við aftur, fekk fatur
á telefonini og ringdi til ein
vinmann og bað hann koma
at hjálpa.
Men hann rullaði seg
niður í eina veit at krógva
seg, til vinmaðurin var
komin, tí hann var bangin
fyri at verða dripin, varð
hann funnin.
Tá ið teir komu oman til
vegin, sóu teir hin ákærda
ganga og lúra ímillum
nakrar heyggjar, tí hann
tordi ikki oman.
Men so hasaði alt av aftur
og hvør fór hvør til sítt....
Løgreglan gjørdi onki
Verjin hjá manninum helt,
at maðurin kundi í mesta
lagi fáa ein treytaðan dóm.
Hann
spurdi
eisini,
hvussu tað kundi bera til, at
klandur um eitt feitilendi
kundi fara so yvir gevind,
at tað endaði í harðskapi.
Hann
segði,
at
ein
forkláring er, at løgreglan
hevði onki gjørt við málið.
Bóndin, sum átti rættin
til feitilendið, hevði meldað
hinar meiri enn einaferð,
men onki hendi.
Hann hevði eisini meldað
tá ið seyðurin varð skotin.
Ein kúla varð send til
Danmarkar til kanningar,
men heldur ikki tá hendi
nakað.
Maðurin, sum er ákærdur
greiddi eisini frá, at hann
fór heldur sjálvur í hagan,
ístaðin fyri at melda, tí hann
føldi ikki, at løgreglan
gjørdi nakað við málið
kortini.
Verjin segði sostatt, at
hetta er ein støða, sum
kundi verðið kvald í føð-
ingini, hevði løgreglan gjørt
nakað við málið.
Hann helt, at tí var støðan
fyri ein part framprovokerað
og tí átti revsingin at verða
treytað.
Kortini at allir partar
vóru samdir um, at tað var
ikki nóg góð umbering fyri
harðskap
Maðurin, sum varð sligin,
varð
lagdur
á
Lands-
sjúkrahúsið til kanningar
og eygleiðingar, men slapp
heim dagin eftir, men hann
mátti seymast aftur við
nøkrum stingum í vørrini.
Maðurin,
sum
varð
ákærdur, varð dømdur at
sita í geglinum í 30 dagar
fyri harðskap.
Hann skal eisini rinda
slakar 9000 krónur í end-
urgjaldið fyri og fyri einar
brillur og ein kikara, sum
hann hevði mist.
Seinni fær hann møguliga
eitt endurgjaldskrav afturat
frá tá álopna manninum
fyri mista inntøku.
Sandoyingar bangnir fyri
at verða dripnir
Klandur um eitt feitilendi í Sandoynni er farið heilt yvir gevind og endaði við ógvusligum harðskapi, tá ið tveir mans gingu seg á
fram á hvønn annan mitt í haganum og annar lá eftiri á. Nú skal ein maður í geglið, men verjin hjá honum heldur, at løgreglan
kundi havt forða fyri, at tað kom so langt, men hon gjørdi onki við málið
Modellmynd: Jens Kristian Vang
Fogh loddar dýpið
Danskir fjølmiðlar halda framvegis, at Anders Fogh Ras-
mussen, forsætisráðharri, hevur hug á starvinum sum
leiðari í NATO, hóast hann sjálvur sigur, at einki er í
gitingunum. Fjølmiðlarnir vísa á, at hesa vikuna skal
forsætisráðharrin til London og Berlin at tosa við Angelu
Merkel, kanslara og Gordon Brown, forsætisráðharra, og
at ørindini uttan iva eru at kanna, um hann kann vænta
sær stuðul haðani til NATO-starvið. Embætisfólk í for-
sætismálaráðnum avsanna kortini, at Fogh skal tosa við
tey bæði um NATO-starvið.
Írland er ikki Ísland
Høvdu írar ikki verið við í felags evropeiska
gjaldoyrasamstarvinum um evruna, var Írland komið í somu
støðu sum Ísland. Tað sigur formaðurin í ES-nevndini, José
Manuel Barroso, við írska blaðið Irish Times. Hetta
samsvarar ikki við tað, sum írski forsætisráðharrin, Brian
Cowen, segði í síðsta mánaði. Tá segði hann stutt, at Írland er
ikki Ísland. Barroso sigur harafturímóti, at royndin vísir, at
evrulondini høvdu verið munandi verri fyri av
fíggjarkreppuni, høvdu tey ikki havt evruna.