mánadagur 16. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2009
Ísland fyrimynd hjá Grønlandi
Á einari kunningarferð í Danmark og Íslandi hevur mentanarnevndin
hjá grønlendska Landstinginum millum annað kannað, hvussu
íslendingar brúka fjarlestur í sambandi við ymsar útbúgvingar.
Formaðurin í nevndini, Kristian Jeremiassen, sigur seg vera
hugtiknan av íslendsku skipanini. Sum dømi nevnir hann, at heili 64
prosent av teimum íslendsku námsfrøðilesandi taka partar ella alla
útbúgvingina við fjarlestri. Umframt fjarlestur kunnaði nevndin seg
um virksemið hjá íslendsku kirkjuni, nú grønlendingar skulu viðgera
eina nýggja kirkjuskipan.
Stríð um sess hjá Kirk
Fyrrverandi danski fiskimálaráðharrin, Kent Kirk, hevur
nú boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur sum valevni hjá
konservativa fólkaflokkinum til valið í Region
Syddanmark í november. Tað er longu greitt, at tað
stendur ikki á hjá flokkinum at finna avloysara fyri Kent
Kirk, tí longu nú hava trý evni sagt seg vera til reiðar at
taka við sum oddavalevni. Kent Kirk, sum býr í Esbjerg,
er hálvur føroyingur. Mamma hansara, Brynhild, ið var
ættað úr Oyndarfirði, doyði í síðstu viku, 92 ára gomul.
Blachmann og Remee
høvdu hug at harta
Lindu Andrews eitt
sindur fríggjakvøldið.
– Tað merkist, at
dómararnir kappast
sína millum, og tí
skulu teir siga okkurt
negativt, sigur ein
vælnøgd Linda
Andrews
X-Factor
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fríggjadagin varð greitt, at
føroyska Linda Andrews
kom víðari í fyrstu bein
leiðis sendingini í XFactor
2009. Hóast bæði Remee
og Blachmann høvdu hug
at harta hana eitt sindur, so
kom hon ongantíð í trupul
leikar av sanginum, hon
hevði valt.
Dómararnir skulu siga
okkurt negativt, og tí valdu
teir hondina hjá mær. Tað
er heldur ongin, sum syngur
ein krevjandi sang, sum
ikki nýtir allan kroppin at
syngja við. Spyr bara Joe
Cocker
ella
Whitney
Houston, staðfestir føroyska
songkvinnan. Hon leggur
afturat, at hon ikki skilir, at
Blachmann skal siga nakað
um hondina hjá henni, tí í
fjør hevði hann ein lut
takara, sum gjørdi nógvar
løgnar rørslur, og tá tosaði
hann bara um, hvussu gott
tað var.
Trýstir dómarar
Hóast Blachmann hevði
hug, at siga negativ ting um
Lindu, tá hon kom til upp
tøkuroynd, tí hon er før
oyingur, so heldur hon, at
hon hevur vunnið hjartað á
honum.
Eg haldi, at Blachmann
hevur onki negativt sagt um
røddina hjá mær, hann sigur
ikki so nógv aftanfyri
pallin, og tí er hann so kul,
tá hann bara sigur júst tað
hann hugsar á pallinum,
sigur Linda Andrews. Hon
heldur eisini, at Remee sær
rættiliga kroystur út.
Mann sær væl, at hann
er pressaður. Hann hevur
tey veiku kortini við bólk
unum,
staðfestir
song
kvinnan úr Havn.
Tey eldru mugu
atkvøða
Sambært Lindu Andrews,
mugu eldru hyggjararnir
eisini atkvøða, um hon skal
hava ein møguleika at
vinna, hóast hon heldur seg
vera best.
Tað gekk heilt væl at
framføra, og eg eri bara
glað, sigur Linda Andrews.
Hon leggur tó afturat, at tað
kann vera ein lítil vansi hjá
henni, at tey flestu, sum
atkvøða, eru rættiliga ung.
Tey ungu fara ikki at
atkvøða fyri eina 35 ára
gamlari damu, sum ikki
hoppar og dansa á pallinum,
sigur Linda Andrews.
Asian Sensation
næstir
Fríggjadagin varð bólkurin
Tårnhøj grýttur úr kapping
ini, og hetta kom óvart á
Lindu.
Eg roknaði við, at Asian
Sensation blivu teir fyrstu
at vera koyrdir út, tí teir
duga ikki at syngja, hóast
teir eru øgiliga fittir og
sjarmerandi. At Tårnhøj
vóru fyrst skilji eg ikki, tí
tey duga væl, men kanska
var hetta ikki ein framførsla,
sum hyggjararnir kundu
brúka til nakað, vísir Linda
Andrews á.
Hinvegin heldur Linda,
at størstu kappingarneytar
nir hjá henni eru í bólkinum
undir 25 ár.
Lucas er bara kul.
Muhamed er eisini heilt
góður og vit fáa at síggja
við Sidsel, sigur Linda
Andrews, sum er vís í, at
tað verður ein av hesum,
sum
verður
hennara
nærmasti kappingarneyti.
Ongan veikleika
Tað er ongin, sum er á
mínum kalibri í kappingini,
men tað eru nøkur, sum
klára onnur ting, sigur
Linda Andrews. Hon er
samstundis sannførd um, at
hon hevur uppiborið eitt
pláss í finaluni, tí hon er
nakað serligt. Hon fer tó at
taka krittikkin um rørslur
hennara til sín, um hetta
skal til fyri at vinna.
Mann hevur ikki brúk
fyri einum nýggjum Martin,
sum er ein lítil Justin
Timberlake. Tí vóni eg, at
tað verður onkur, sum ger
okkurt, ið ikki er eitt reint
kopi, sum vinnur kapp
ingina, sigur songkvinnan.
Linda flennir
at dómarum
Einasta forðingin hjá sær at vinna
kappingina, er sambært Lindu Andrews,
at ov fá vaksin fólk fara at atkvøða um,
hvør fer víðari í X-Factor