Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2009 - Hølini hava verið ov trong frá fyrsta degi av, og nú verður so bygt upp í, so handilin fær munandi betri umstøður, sigur Allan Nielsen, leiðari í Rúsuni í Miðvági ÚTBYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av deildunum hjá Rúsuni, sum heilt frá byrjan av hevur virkað undir ógvu­ liga trongum umstøðum, er deildin í Miðvági. Tað hjálpti heldur ikki um pláss­ ið, tá handilin broyttist til at gerast ein sjálvtøkuhandil, men nú verður so bøtt um hatta. Tað er arbeiðarafelagið í Vágum, sum saman við arbeiðsgevarunum eiga húsini, har Rúsan heldur til, og nú hava feløgini so gjørt av at byggja upp í, so hølisviðurskiftini hjá Rús­ uni verða munandi betri. Arbeiðarafeløgini eiga 80% av bygninginum, meðan arbeiðsgevararnir eiga seinstu 20%. ­ Ætlanin er, at uppíbygn­ ingurin skal gerast goymsla, meðan allur verandi bygn­ ingur skal fevna um sjálv handilshølini. Hetta fer at geva okkum munandi meiri pláss í sjálvum handlinum, og umstøðurnar sum heild gerast nógv betri, sigur Allan Nielsen, leiðari í Rúsuni í Miðvági. Seinni er so ætlanin at byggja ein lílan bygning niðan úr norðara enda soleiðis, at bygningurin verður symetriskur. ­ Soleiðis, sum tíðarætlan­ in sær út, verður bygningurin innilokaður í mars, og tá skuldi verið mest sum klárt at tikið hann í nýtslu hjá okkum, sigur Allan Nielsen. Umframt leiðaran er eitt fólk aftrat knýtt at Rúsuni í Miðvðagi, tó bert til 60% tíð. Handilin verður munandi rúmligari og umstøðurnar í heila tikið nógv betri, tá uppíbyggingin er liðug í næsta mánaði, sigur Allan Nielsen, leiðari í Rúsuni í Miðvági Mynd: Álvur Haraldsen Meiri útlát enn væntað Ein av teimum fremstu veðurlagsgranskarunum hjá ST ávarar nú um, at tað gongur uppaftur verri við tí veksandi hitanum á jørðini enn væntað. Chris Field, sum er professari á Stanford University, sigur við AP, at nýggjar mátingar vísa, at útlátið av CO2 vaks 3,5 prosent um árið í árunum frá 2000 til 2007. Lísfrøðingurin vísir á, at í 1990­árunum vaks útlátið 0,9 prosent um árið. Orsøkin til tann stóra vøksturin er sambært Chris Field, at Kina og India brúka altsamt meiri kol til orkuframleiðslu. Vil ikki hjálpa Netanyahu Ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, sum eisini er formaður í flokkinum Kadima, sigur, at hon fer ikki at skipa samgongu uttan so, at hon sjálv verður forsætis­ ráðharri. Kadima er størsti flokkur í Ísrael, og Livni hevur boðið Benjamin Netanyahu og flokkinum Likud í sam­ gongu, men við teirri treyt, at hon skal leiða stjórnina. Vil Netanyahu ikki taka av hesum tilboðnum, er Kadima til reiðar at fara í andstøðu, sigur Tzipi Livni. Rúsan í Miðvági byggir út Eitt løgfrøðiligt upprit, sum verður lagt fram í hesi vikuni, staðfestir, at so leingi vit eru partur í danska ríkin- um, sleppa Føroyar hvørki at fáa limaskap í Efta, ella í ES EvropapolITIkkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyar sleppa hvørki at verða limur í Es ella í EFTA. Tað staðfestir ein danskur løgfrøðingur í einum uppritið, sum nú verður almannakunngjørt. Tað er Norðuratlants­ bólkurin, sum hevur biðið løgfrøðingin, Ole Spierman, kanna føroyskan limaskap í ES og í EFTA. Ole Spieman er ser­ frøðingur í fólkarætti og altjóða rætti. Og ein spurn­ ingur, hann skuldi kanna fyri Norðuratlantsbólkim, var, hvørjar løgfrøðiligar møguleikar føroyingar hava fyri at gerast limir í ES ella EFTA. Uppritið frá løgfrøðing­ inum verður lagt fram seinni í hesi vikuni. Men í Løgtinginum Høgni Hoydal avdúkar kortini longu nú, at høvuðsniður­ støðan hjá løgfrøðinginum er, at sum okkara ríkis­ rættarliga støða er nú, kunnu Føroyar hvørki gerast limir í ES ella í EFTA. Tað merkir, at skulu vit lima okkum inn í annan av hesum felagsskapin, verður tað ígjøgnum Danmark. ­ Tað verður Danmark, sum verður limur vegna Føroyar, staðfestir Høgni Hoydal frá løgfrøðinginum. So leingi vit eru partur í danska ríkinum, skulu vit sleppa øllum hugsanum um at verða limur í ES ella í EFTA, vísir eitt løgfrøðiligt upprit, sum verður almanna­ kunngjørt í næstu viku. Norðuratlantsbólkurin hevur sett ein danskan løg­ frøðing at kanna fyrimunir og vansar við grønlendskum og føroyskum ES­ og EFTA­limaskapi. Kanningin skal millum annað staðfesta, um tað ber til at fáa sjálvstøðugan før­ oyskan og grønlendskan ES­limaskap umvegis Danmark. Tað eru tey bæði fólka­ tingsumboðini, Høgni Hoy­ dal úr Tjóðveldi, og Julianne Henningsen úr grønlendska flokkinum IA, sum hava tikið stig til kanningina. Løgfrøðingurin, Ole Spiermann, er liðugur við kanningina, men úrslitið verður ikki lagt fram fyrr enn seinni í mánaðinum. Landsstýrissamgongan hevur annars sett sær sum mál at kanna møguleikarnar fyri tættari tilknýti til ES. Jørgen Niclasen, lands­ stýrismaður í uttanríkis­ málum, sigur at nevndin, sum skal kanna málið, er ikki sett enn. Í løtuni kannar EFTA, um felagsskapurin kann víðkast til eisini at fevna um Føroyar. Norðuratlantsbólkurin hevur biðið ein løgfrøðing kanna fyrimunir og vansar við føroyskum og grøn­ lendskum limaskapi í ES Tað er løgfrøðingurin Ole Splermann, sum skal gera kanningina fyri Norður­ atlantsbólkin, skrivar grønlendska blaðið AG. Juliane Henningsen, fólkatingskvinna hjá IA, sigur við blaðið, at løgfrøðingurin skal kanna tey veruligu viðurskiftini, so tað ber til at fáa eitt breitt orðaskifti um møguleikarnar við ES­limaskapi. Ole Spiermann hevur longu latið Norðuratlants­ bólkinum eitt notat, men Juliane Henningsen vil ikki siga, hvat stendur í tí. Tað verður almannakunngjørt í Føroyum og Grønlandi samstundis ­ hest eina ferð í vár, sigur hon. Føroyar sleppa hvørki upp í Es ella upp í Efta