mánadagur 16. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2009
Í summar verður
arbeiðið liðugt at
gera eina fullfíggjaða
heildarætlan fyri alla
krabbameinsviðgerð
í Føroyum. Men
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í
heilsumálum, hevur
ikki bjartar vónir um
at tey fáa ráð at seta
ætlanina í verk enn
Krabbameinsætlan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í summar verður ein full
fíggja heildarætlan fyri alla
krabbameinsviðgerð klár at
handa
landsstýrismanni
num í heilsumálum, Hans
Paula Strøm.
Tað
er
úrslitið
av
arbeiðnum, sum hevur tikið
einum vælmannaðum og
fjølbroyttum arbeiðsbólki
hálvt annað ár at gera, sum
tá verður lagt fram.
Bólkurin
hevur
eisini
fingið serkøna hjálp uttan
lands.
Endamálið hjá bólkinum
er at lýsa og útgreina alt
krabbameinsøkið, sum tað
er, heilt frá fyribyrgjandi til
tøkum, til kanningar fyri at
staðfesta sjúkuna og hvussu
viðgerðirnar skulu skipast.
Harumframt skal bólkurin
gera eina fullfíggjaða ætlan
fyri endurbúgving og eftir
viðgerðir, umframt at hann
eisini skal útgreina, tann
linnandi
viðgerðin
skal
skipast.
Endamálið er, at staðfesta
yvirskipaðu rættindini hjá
sjúklingunum í viðgerðar
gongdini, samstundis sum
skyldan hjá heilsuverkinum
at veita áløgdu tænastuna
eftir krabbameinsætlanini,
skal gerast meira týðilig,
sigur Hans Pauli Strøm
Tað merkir, at talan skal
verða
um
eitt
saman
hangandi tilboð frá byrjan
til enda og hetta er eitt
arbeiðið, sum eg vænti mær
nógv av.
Hans Pauli Strøm sigur,
at bólkurin fer sostatt at
koma við eini tilráðing um,
hvat skal henda á krabba
meinsøkinum og hvussu
tey ymsu stigini í ætlanini
skulu raðfestast, umframt
at hann annars fer at koma
við eini tíðarætlan fyri,
hvussu tað er hóskandi at
seta ætlanina í verk.
Neyvan ráð
Hann ivast heldur ikki í, at
hetta fer at seta nøkur
fíggjarlig krøv til politiska
myndugleikan,
tí
vítt
gangandi
krabbameins
ætlanir sum hesar, plaga at
vera rættiliga dýrar.
Men Hans Pauli Strøm
hevur ikki bjartar vónir um
at tað ber til at seta nakað
munagott av hesi heildar
ætlanini í verk í næstum.
Fíggjarstøðan er ikki
bjørt og tað er alt, sum
bendir á, at næsta ár verður
kanska uppaftur truplari
enn árið í ár.
Landskassans inntøkur
fara neyvan at veksa næsta
ár og sostatt geri eg mær
ikki stórar vónir um at vit
sleppa at økja útreiðslur
nar.
Men fyri tað er tað rætt at
halda fram við arbeiðnum,
so at ætlanin er klár at seta
í verk, tá ið fíggjarlig rúmd
er fyri tíð, sigur Hans Pauli
Strøm.
Føroysk heildarætlan fyri
krabbamein klár í summar
Sum greitt er frá í aðrari
grein er á síðuni, verður
í løtuni arbeitt við at gera
eina heildarætlan fyri alt
krabbameinsøki
í
Føroyum.
Men Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í heilsu
málum, sigur, at krabba
meinsætlanin er bara
tann fyrsta heildarætlanin
av fleiri, sum skulu
gerast tey næstu árini.
Tá ið hon er liðugt,
verður farið undir at gera
heildarætlanir fyri aðrar
av teimum stóru sjúku
bólkunum, sum eru.
Vit hava ongar virkis
ætlanir fyri tey stóru
høvuðs sjúkuøkini og tað
er ein bági, sigur hann.
Hann sigur, at tí skulu
heildarætlanir eisini gera
fyri diabetisøkið, um
framt fyri hjartaøkið og
giktaøkið.
Endamálið er, at bæði
fyribyrging og viðgerð
skulu verða effektivari,
sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at ætlanin
er at fara undir tað næstu
heildarætlanina næsta ár
og hendan tíðin til tað
skal brúkast til at finna
útav, hvat sjúkuøkið tað
er rættast at fara undir.
Leggja
heildar
ætlan
fyri
fleiri
sjúkur
Í sambandi við arbeiðið at
gera eina heildarætlan fyri
alt krabbameinsøki í Før
oyum, verður, sum greitt
verður frá í hinari greinini
á síðuni, verður ráðstevna
um krabbamein í Havn
mikudagin.
Har fer formaðurin í
Kræftens Bekæmpelse í
Danmark og yvirlækni í
krabbameinssjúkum
og
deildarleiðari hjá felag
num.
Teir báðir fara at greiða
frá donsku krabbameins
ætlanina og, hvussu støðan
er viðvíkjandi krabba
meinsviðgerð í Danmark.
Við á fundinum verður
arbeiðsbólkurin, sum ger
føroysku
krabbameins
ætlanina, men trivnaðar
nevndin hjá Løgtinginum
er eisini boðin fyri at økja
um
kunnleikan
hjá
politikarunum alt øki.
Ráðstevna um
Krabbamein í Havn
Í summar fær Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, eina víttgangandi ætlan fyri, hvussu alt krabbameinsøkið í Føroyum skal skipast, men hann
hevur ikki serliga góðar vónir til, at tey fáa ráð at seta hana í verk, fyrrenn fíggjarliga gongdin vendir
Vatnflóð í Miðvági
Toybil var um vikuskiftið nógvi kavin fór at bráðna. Tað
gjørdi nógv vatn og tí var vandi fyri, at áir, løkir og
kloakkir, ikki klára at svølgja, men leypa. Og
leygarnáttina fekk ein kjallaraíbúð í Miðvági fitt av
vatnskaða leygarnáttina. Fólk í íbúðini ringdi til
løgregluna leygarnáttina og bóðu um hjálp, tí tey vóru
við at flotna út. Ein á var lopin og vatn rann inn í
íbúðina. Sløkkiliðið har vesturi fór á staðið og fekk veitt
ánna burtur og fingu tømt íbúðina. Ongin mansskapi
hendi, men íbúðin hevur fingið vatnskaða, sigur
løgreglan.
Stak friðarligt vikuskifti
Hetta vikuskiftið hevur verið av teimum heilt friðarligu
hjá løgregluni. Leygarnáttina høvdu tey onki at gera,
uttan at frakta einar tveir mans til húsar, sum vóru blivnir
ov skít til, at løgreglan metti, at teir vóru førir fyri at
klára seg sjálvar. Og tað var at kalla sama støðan
sunnunáttina. Einir tveir mans eru lagdir í brummuna at
sova rúsin av sær. Teir vóru farnir smávegis til hendurs og
so vórðu teir tiknir inn at hugsa um støðuna. Tá ið teir
sleppa til húsar aftur, verður tað við eini bót fyri at bróta
politiviðtøkurnar.