mánadagur 16. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2009
Hóskvøldið ringdu
uppøst børn á politi
støðina í Havn tí at
ein maður hevði tikið
tvey børn upp í ein bil
og tey hildu, at tað var
ein barnalokkari. Men
tað var falskur alarm
ur, sigur løgreglan
Falskur alarmur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hóskvøldið kom rættiligur
skelkur á ein riðil av børn
um, sum skreiddu uppi
undir Varða.
Og tað skilst á fráboðan
um, sum Portalurin hevur
fingið, at skelkurin hevur
verið so stórur, at hetta var
stóra samrøðuevni nógva
staðni í Havn fríggjadagin.
Beint sum børnini skreid
du, kom ein maður í bili og
tók tvey børn upp og hini
børnini hildu, at tað sá so
løgið út, at tey ringdu eftir
løgregluni, tí tey stúrdu
fyri, at tað var ein barna
lokkari.
Hann skuldi enntá hava
knív í hondini.
Børnini
høvdu
eisini
verið so umhugsin, at tey
høvdu tikið nummarið á
bilinum,
sum
fór
við
børnunum.
Løgreglan fór á staðið,
men eftir at hava kannað
málið, er hon komin til ta
úrslit, at talan var um
falskan alarm.
Tað kom ein bilur á
staðið og tvey børn og ein
hundur fóru rennandi ímóti
bilinum og upp hann sigur
løgreglan.
Lagt verður afturat at
talan var sostatt ikki um at
tvingsil, ella at tey vórðu
lokkað upp í bilin.
Hini børnini, sum skreid
du, kendu ikki børnini, sum
vórðu tikin upp, so tey vóru
ikki úr grannalagnum.
Tíverri høvdu børnini
eisini lisið nummarplátuna
skeivt, so løgreglan leitaði
leingi eftir skeivum bili.
Síðani er ongin fráboðan
av nøkrum sum helst slagi
komin um hetta, so løg
reglan er komin til ta niður
støðu, at talan hevur verið
um ein pápa, sum er komin
eftir børnunum.
Sanna Haraldsen
í Sørvági vann
skutarin, sum Rás2
lutaði burtur seinna
partin leygardagin
Burturluting
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur Rás2
lutað ein skutara frá MC
søluni burtur. Skutarin kost
ar 15900 krónur at keypa
og á skutaraframsýning í
Miðlahúsinum í dag, varð
vinnarin drigin.
Og tann hepni vinnarin
var Sanna Haraldsen í Sør
vági, sum nú má ein túr til
Havnar í næstu viku eftir
vinninginum.
Til
stuttleikar
kann
nevnast, at Sanna fylti 50 í
vikuni
og
hon
heldur
rimmar føðingardag leygar
kvøldið.
Tá ið Anders Berg frá
MCsøluni ringdi til hana
beint eftir dráttin og fortaldi
henni, hvussu skilið varð,
bleiv
Sanna
ovurfegin.
Skutarin kemur væl við, tí
hon hevur nógv jørn í eldi
num, bæði um dagin og um
kvøldið, so tað er rættiliga
nógv ferðing aftur og fram í
Sørvági, men nú kann hon
so trilla aftur og fram.
SMS-lutaseðlar
Skutarin var ikki lutaður
burtur við vanligum luta
seðlum. Men hann varð
lutaður soleiðis, at fólk
kundu senda eitt SMS til
eitt ávíst nummar og sosatt
tryggjaðu fólk sær, at tey
vóru við í dráttinum.
Tað er PAC Consult í
Hvalba, sum hevur gjørt
hesa SMS skipanina. Hetta
er eitt virki, sum nettupp
leggur seg eftir at gera SMS
skipanir av ymsum slagi,
umframt
ymsar
teldu
skipanir til virki av alskyns
slagi.
Og tað var eisini stjórin á
virkinum,
Poul
Laust
Christiansen,
sum
dróg
vinningin
seinnapartin
leygardagin.
Tað gjørdi hann við at
trýsta á ein knøtt á telduni,
sum síðani fann eitt tilvildar
ligt SMS burtur úr teimum
mongu túsund, sum høvdu
sent og sum sostatt vóru við
í lutakastinum.
Valentinedagurin
er eisini komin til
Føroyar fyri at vera,
men enn er mammu
dagurin nógvar
ferðir størri
Valentinedagur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin var valentine
dagur og tað er ein av heilt
stóru døgunum í árinum
hjá
blomsturhandlarum
uttanlands.
Og nú hevur hesin siður
at geva gentuni ella konuni
blomstur tann 14. februar,
eisini av álvara fingið
fótin fastan í Føroyum.
Uttanfyri blómuhandlar
nar var nógv ferðsla allan
dagin og í Árstíðunum eru
tey púra vís í, at hesin sið
urin er komin fyri at vera.
Har siga tey, at siðurin
at geva blomstur á valen
tinedegnum tók seg so
smátt upp fyri einum
fimm, seks árum síðani.
Tá byrjaðu ungir
drongir at keypa rósur tí
tað var valentine dagur,
sigur Brynhild Gaard Joen
sen í blómuhandlinum,
Árstíðunum.
Rósurnar
fingu
teir,
men
tey,
sum
stóðu
aftanfyri diskin, vistu ikki
hví so nógvir drongir
knappliga skuldu hava
rósur sama dag, tí valen
tine dagin høvdu tey aldrin
hoyrt um.
Men síðani eru tey
blivin klókari, tí hetta
hevur vundið meiri og
meiri upp á seg.
Tað eru framvegis mest
ungir menn, sum keypa
rósir, men teir tilkomnu
eru eisini farnir at taka
hetta til sín.
Men Brynhild Gaard
Joensen sigur, at hóast tey
selja nógv á valentine
degnum, er mammudagur
in seinni í ár nógvar ferðir
størri.
Og tá eru blómutyssini
eisini nógvar ferðir størri.
Tað, sum nógv mest
verður selt av á valentine
degnum, eru stakar rósur,
sum eru pent pakkaðar
inn.
Valentine dagurin er komin fyri at vera og nógvar rósur
fóru um diskin leygardagin. Enn eru tað mest ungir menn,
sum keypa rósur heim við, men teir eldru eru eisini farnir
at taka hendan siðin til sín
Nógvar rósur fóru
um diskin leygardagin
Løgreglan kannaði málið,
men er komin til tað
niðurstøðu, at talan var um
ein pápa, sum var komin eftir
børnunum
Poul Laust Christiansen frá PAC-Consult situr við telduna og
dregur hepna vinnaran ímeðan Birgir Waag Høgnesen á Ras2
spentur fylgir við
Sanna fekk skutara
í føðingardagsgávu
Barnalokkari í Havn
var falskur alarmur
Tjøldrini komin tíðliga í ár
Tá ið tjøldrini koma, er várið í hond, onki er so vist sum tað. Tað kann so ikki merkja
annað enn, at veturin longu nú er við at sleppa takinum og at várið er farið at troka hann
av. Hóast tað enn er ein lítil mánaður til grækarismessu, sum er 12. mars, tá ið tað var
gamalt, at tjøldrini komu, hevur Sosialurin longu fingið tær fyrstu fráboðanina um, at
fólk hava sæð ein stóran flokk av tjøldrum. Tað er ein maður í Lopra, sum seinnapartin
leygardagin sá ein flokk upp á eini 100 tjøldur koma flúgvandiog so er bara at vóna at
kavin bráðnar, so at tað fer at liggja betri fyri hjá teimum at finna sær nakað til matna.
Myndina tók Jóanis Nielsen.