Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 186 - 27. september 2001 Nr. 186 - 27. september 2001 5 Tað er partvís fyri at spara, at bussurin hjá Varda Verkstaðnum í Vági skal halda uppat. Men vit halda heldur ikki, at vit skulu brúka orku og pening til at skipa fyri koyring, sigur Jákup Foldbo, leiðari á Serstovnadeildini SPARINGAR Áki Bertholdsen – Peningurin strekkir ikki til. Tí er busskoyringin hjá varda Verkstaðnum í Vági niðurløgd. Tað sigur Jákup Folbo, leiðari á Serstovnadeildini. Hann sigur m.a. at lønarút- reiðslurnar til starvsfólkið á Verkstaðnum eru blivnar so høgar, at tað slær botnin undan játtanini. – So hvørt sum tað koma meiri og meiri útbúgvin fólk og starvsaldurin hækk- ar, økjast lønarútreiðslurnar og nú heldur játtanin ikki longur og so má sparast. Tí hevur Varda Verkstað- ið í Vági fingið boð um at spara koyringina burtur. Men tað er eisini ein onnur orsøk. – Í løtuni mugu vit brúka tíð og orku uppá at skipa fyri koyring og tað er ikki hetta, vit eru dugnaligast til. Tað, vit eru dugnaligast til, er at geva brúkarum eitt verkstaðartilboð, sigur Jákup Foldbo. Finna aðra loysn Hann sigur, at nú verður kannað um tað ber til at finna eina aðra loysn á koyringini hjá Varda Verk- staðnum í Vági. Hann sigur at talan kann verða um nógvar møguleik- ar. Ein møguleiki er at fáa Bygdaleiðir at átaka sær hesa tænastuna. Ein onnur loysn kann vera at lata tað yvir á privatar hendur. Hann sigur, at ymsa- staðni í landinum er ymsar loysnir funnar á koyringini, bæði almennar og privatar loysnir. – Í Havnini hevur tað t.d. riggað nógv betri, nú tað eru portørarnir á Lands- sjúkrahúsinum, sum røkja hendan flutningin enn tað gjørdi áðrenn, tá ið stovnar høvdu bussar sjálvir. Hann ivast tó í, um tað eru somu møguleikar at lata portørarnar í Suðuroy røkja hendan flutningin, tí pørtørtænastan er ikki so væl útbygd sum tann í Havn. – Loysnin, sum fyrst verður kannað í Suðuroy, er at lata Bygdaleiðir átaka sær koyringina, men er ikki greitt um tað ber til og um loysnin er nøktandi. Eitt nú má avtala fáast um, hvar Bygdaleiðir skulu steðga. Við at niðurleggja hesa koyringina, er talan um eina sparing upp á 100.000 krónur um árið. Vænta tit, at ein loysn við Bygdaleið- um, ella ein privat loysn verður bíligari enn tað? – Tað skal eg ikki kunna siga beint nú. Men vit vænta í øllum førum at tað verður funnin ein loysn, sum Serstovnadeildin sleppur undan at umsita og tað er ein partur av málin- um. Hann vísir m.a. eisini á tann trupulleika, at almenn- ir stovnar sleppa ikki at av- skriva tól, eitt nú bilar. – Av tí sama er tað sera trupult og tungt at skifta út. Nógvir av teimum bilum, sum ymsir stovnar hava, eru gávur. Men tá ið teir skulu endurnýggjast, verð- ur tað ein stórur fíggjarlig- ur trupulleiki, tí játtanin strekkir ikki til. – Varda Verkstaðið í Vági var tað einasta, eg hevði at fara til. Men nú noyðist eg at gevast, tí bussurin er spardur burtur. Tað var tað nógv betri, at eg ongantíð var byrjaður, sigur Páll Luid á Tvøroyri SPARING Áki Bertholdsen Páll Luid á Tvøroyri er ein vónbrotin maður. Síðani í oktober í fjør hevur hann havt sína dagl- igu gongd á Varda Verk- staðnum í Vági. Men nú noyðist hann at gevast á Verkstaðnum. Í morgin heldur bussurin hjá Verkstaðnum uppat at koyra. Hann er spardur burtur. Sparingin er 100.000 krónur um árið. Men hon ber samstundis í sær, at virksemið hjá Verk- staðnum fer at minka ein triðing við tað, at fimm av teimum 15 fólkunum, sum dagliga arbeiða á Verk- staðnum, nú noyðast at gev- ast. Tey hava brúk fyri ser- flutningi fyri at koma til og frá Verkstaðnum og tey skulu heintast við hús hvønn morgun og skulu koyrast aftur til dyrnar eftir loknan arbeiðsdag. Men nú bussurin gevst, hava tey ongan møguleika at sleppa til og frá. Hevur ongan møguleika Ein av teimum, sum nú noyðast at gevast á Verk- staðnum, er Páll Luid á Tvøroyri. Hann er elektrikari, men hevur verið avlamin, síðani hann í 1988 datt niður úr einum stiga og breyt bæði beinini og ryggin. Hann royndi at arbeiða eina tíð eftir óhappið, men í 1992 noyddist hann at heilt at gevast. Hann er nú so illa gongdur, at, at hann sleppur um gólvið, men ikki meiri enn tað. – Nú bussurin gevst, havi eg ongan sum helst møgu- leika at brúka Verkstaðið longur, sigur hann. Hann býr uttarliga á Tvøroyri, nakrar hundrað metrar frá steðgiplássinum hjá Bygdaleiðum og fær ikki gingið teinin heimaífrá til steðgiplássi. Tað er eisini ein fittur teinur frá tí, har bussurin steðgar í Vági, yvir á Verk- staðið. – Tað fer heldur ikki at bera til at koyra í bussi hjá Bygdaleiðum til Vágs fyri 30 krónur hvønn vegin. Vit fáa 64 krónur um dagin á Verkstaðnum, so skulu vit betala ferðaseðil, loypa fýra krónur av. Hann viðgongur, at tað er ikki akkurát fyri lønina, at teir eru á Verkstaðnum. Men hann dylir heldur ikki fyri, at 64 krónur um dagin gera ein ávísan mun hjá einum avlamispensjónisti. – Bil havi eg ongan, tí tað havi eg ikki ráð til, so hjá mær er bara eitt at gera og tað er at gevast á Verkstaðn- um. Páll Luid heldur, at taå kann ikki vera fyri at spara, at busskoyringin er niður- løgd. – Talan er um 100.000 krónur um árið og tað er onki at spara í einum máli, sum hevur so stóran týdn- ing. Hann heldur, at talan má heldur vera um okkurt slag av illvilja. Skuldi ongantíð verið farin Páll Luid sigur, at Verkstað- ið hevur havt sera stóran týdning fyri seg. – Tað er tað einasta, eg havi havt at koma til, síðani eg varð sjúkur. Tað er ein máti at sleppa eitt sindur út og at fáa práta við fólk. Hann sigur, at hjá honum verður tað so ringt at noyð- ast at gevast á Verkstaðn- um, at hann vildi heldur ynskt, at hann ongantíð var byrjaður, heldur enn at verða noyddur at gevast aftur. – Tað var so nógv betri, at eg havði fingið at vita bein- anvegin, at Verkstaðurin er ikki ætlaður fyri okkum, sum búgva avsíðis, tí so hevði eg ongantíð søkt. At koma afturumaftur, upp á hendan mátan er lítið søm- iligt. Hann heldur, at verður hetta gongdin frameftir, verður tað enn og verri. – Eg haldi, at tað er nógv fyri, at teir spara bussin hjá okkum burtur, samstundis tá ið vit síggja, hvussu nógv løgtings- og landsstýrisfólk hava hækkað sínar egnu lønir og pensjónir, heldur Páll Luid. Leita eftir aðrari loysn fyri bussin hjá Verkstaðnum í Vági Nú tað er avgjørt, at buss- urin hjá Varda Verkstaðnum í Vági skal gevast at koyra brúkarar aftur og fram, til og frá arbeiði. verða tað fleiri sum noyðast at gevast. Ein teirra er Pall Luid, sum her kemur úr bussinum. Nú verður arbeitt við at finna aðrar loysnir, sigur leiðarin á Serstovnadeildini Tað var nógv betri at eg aldrin var byrjaður Páll Luid á Tvøroyri er so illa gongdur, at nú bussurin hjá Varda Verkstaðnum í Vági gevst at koyra, noyðist hann eisini at gevast á Verkstaðnum. Og hann er ikki einsamallur, tí fleiri onnur verða nú eisini noydd at gevast á Varda Verkstaðnum í Vági Javnaðarflokkurin fer at leggja fram lógar- uppskot um markn- aðarføring og brúkarakærunevnd. Endamálið er at verja vanliga brúkaran LÓGARUPPSKOT Edvard Joensen Brúkarin skal verjast í gerandisdegnum, sigur Javnaðarflokkurin, sum fer at leggja lógaruppskot um brúkarpolitikk fyri tingið. Sum er hevur føroyski brúkarin onga trygd fyri, at tað hann keypir, er tað sama, sum hann heldur eg keypa. Eingin lóggáva er á økinum, sum tryggjar eitt nú vørulýsingar ella upp- lýsing, sum brúkarin kann halda seg til. Tað einasta, vit í Føroy- um hava av nøkrum, sum líkist, sigur Javnaðarflokk- urin, er Kappingarráðið. Men Kappingarráðið hevur ikki til endamáls at verja brúkaran. Tað skal tryggja javna og fría kapp- ing. Og tað hevur vanliga bara verið útbjóðaranum til fyrimuns, vísir Hans Pauli Støm, løgtingsmaður, á. Taka vit veruligu handils- kappingina í dag, stendur hon, tá tosað verður um dagliga matvøruhandilin, millum nakrar heilt fáar størri ketur. Javnaðarflokkurin sigur í forðorðinum til uppskotini, sum fara at koma fyri tingið, at áhugamálini hjá brúkaranum eru sera illa vard í Føroyum. Eru trupul- leikar, stendur brúkarin bæði ráðaleysur og verju- leysur. Hetta tí, at í Føroyum finst als eingin almennur brúkarapolitikkur., Eingin brúkarakunning er, og eingin møguleiki hjá van- liga brúkaranum at leita sær hjálp, um einhvør trupulleiki vísir seg við vøru, hann hevur keypt. Einasti møguleikin vanligi brúkarin hevur, er at fara í rættin, og tað er ikki tað fyrsta fólk hugsa um, sum til dømis hava keypt sær einar buksur ella eina vaskimaskinu, sum ikki svarar til tað, tey fingu upplýst frá keyparanum. Javnaðarflokkurin hevur tikið avleiðingarnar av hes- um, verður sagt í álitinum, sum flokkurin hevur gjørt, og fer nú at leggja fram hetta álit í tinginum saman við lógaruppskotunum um marknaðarføring og brúk- arakærunevnd. Álitið er væl gjøgnum- arbeitt, varð sagt á tíðinda- fundi, sum Javnaðarflokk- urin helt í Havn miku- morgunin. Ein arbeiðsbólk- ur, settur av flokinum, hev- ur síðan í vár arbeitt við álitinum. Sum løgfrøðiliga ráðgeva hevur bólkurin havt Turið Debes Hentze, sum er væl inni í slíkum málum, varð sagt á tíðinda- fundinum. Nú álitið og uppskotini eru liðug, verða tey send teimum, sum hugsast kunnu at hava áhuga í mál- inum, til viðgerðar, áðrenn uppskotini verða borin í tingið. Tað verður væntandi einaferð seinni í heyst, sigur Hans Pauli Strøm, tingmaður, sum vegna ting- manningina hevur sitið í arbeiðsbólkinum. Ásannandi, at brúkara- politikkur er almenn sam- felagsuppgáva, sum hevur ligið á láni, hevur Javn- aðarflokkurin gjørt av at taka málið upp, sigur Hans Pauli Strøm. Sum grundar- lag undir fyrireikingar- arbeiðinum hava lóggávur í grannalondunum verið nýttar. Í áliti Javnaðarfloksins er reglugerð um brúkararáð og brúkarastovn, eins og kærustovnur eisini verður viðgjørdur. Brúkarastovnurin skal vera skrivstova hjá Brúk- araumboðnum og Brúkara- kærunevndini. Brúkaraum- boðið verður samstundis stjóri á stovninum. So byrjar dansitíð- in aftur, og lagt verður fyri í Kolla- firði mikjalsmessu- kvøld DANSUR Norðstreymoyar Dansi- felag byrjar dansiveturin við almennum dansi- kvøldi í Kollafirði á mikkjalsmessu. Leygarkvøldið klokk- an 21.00 lata tey dyrnar upp í Bygdarhúsinum í Kollafirði, og so verður dansað, til út móti morgni. N o r ð s t r e y m oy a r Dansifelag hevur í eini 20 ár skipað fyri hesum sonevnda heystdansi- kvøldinum, sum plagar at savna væl av fólki, sigur felagið í tíðinda- skrivi um dagarnar. Kostnaður fyri dansin í Kollafirði leygar- kvøldið 29. september verður 50 krónur. ej Savnað verður inn í Føroyum til av- varðandi teirra, sum fórust av yvirgangsatsóknun um í USA fyrr í hesum mánaðinum HJÁLPIARBEIÐI Farið er undir innsavnan í Føroyum til tess at hjálpa teimum, sum vóru fyri missi av yvirgangs- atsóknunum í USA tann 11. september. Tað er gullsmiðurin í Gongini, Leif Erik H. Niclasen, sum stendur fyri innsavningini. Hann hevur fingið samband við amerikansku am- bassaduna í København, sum hevur lovað at syrgja fyri, at innkomni peningurin kemur á rætta stað. Fólk, sum vilja stuðla tiltakinum, kunnu seta peningin á konto í før- oysku peningastovnun- um, eins og til ber at seta inn á postgirokonto. Kontoheitið verðurstutt og greitt: Hjálp til USA, sigur Leif Erik. Allar upphæddir eru kærkom- nar, sigur hann. Innsavningin er byrjað, og heldur á til alla- halganadag tann 1. no- vember. Tá verður inn- komni peningurin sendur ambassaduni í Køben- havn, sigur stigtakarin. Leif Erik H. Niclasen er ikki ókendur í slíkum høpi. Hann hevur verið við til at savnað inn pen- ing til ymisk góðgerandi endmál bæði her heima, í Kosovo, Afrika og hvar tað nú hevur verið brúk fyri tí. Ikki tí, at hann fer undir tað av sínum ein- tingum, sigur hann, utt- an at hann fær boð úr erva um at gera so. Hann sigur seg sjálvan gera, júst sum tað stend- ur í sálminum hjá Mikkjali á Ryggi, at hann bert man: »...gera, sum mín Guð tað vil, hjálpa har, tað treingir til; neyðarstaddan ei at gloyma betri er enn gull at goyma.« ej Haldið á gólvið ein glaðan ring Innsavning til yvirgangsoffur Betri brúkaraverju Eingin lóggáva um brúkaravernd yvirhøvur er galdandi í Føroyum. Tí ber ikki til at klaga um vørur, ein heldur seg hava keypt undir skeivum fyritreytum. Hetta skal nú broytast, sigur Javnaðarflokkurin C M Y K 5 4