Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 186 - 27. september 2001 Nr. 186 - 27. september 2001 7 Í 1993 var íslendska kvinnan Bryndis Gudmundsdóttir á vitjan í Roykstovuni í Kirkjubø. Í gongini gleið hon í einum hundalorti og kravdi endurgjald fyri skaðan, hon fekk av fallinum. Føroya Rættur hevur nú dømt hjúnini Sølvá og Páll Patursson at gjalda henni 42.000 krónur. Dómurin er tó kærdur til Lands- rættin ENDURGJALD Stefan í Skorini Herfyri gjørdi Føroya Rætt- ur niðurstøðu í einum ógvuliga margháttligum máli, sum vit bara kenna úr amerikansku rættarskipan- ini. Ein bólkur av ferðafólki er eitt kvøldi í 1993 á vitjan í Roykstovuni í Kirkjubø. Roykstovan er partur av heiminum hjá bóndanum Pálli Patursson og konu hansara Sølvá. Har ferðast javnan ferðafólk at hyggja eftir hesin partinum av hús- unum, sum er fleiri hundr- að ára gamal. Hetta kvøldið vil so illa til, at ein hundur hevur lagt ein lort í gongina. Íslendska kvinnan er so óheppin, at hon glíður í lortinum og fær eftir øllum at døma skaða av fallinum, tí tað hevur nú givið henni 42.000 krónur. Bryndis kravdi uppruna- liga einar 80.000 krónur í endurgjaldi, men rætturin skar hetta kravið niður í eina helvt. 8% invalid Danski sakførarin hjá Bryndis, sum eitur Søren Isaksen, førdi í rættinum fram, at kvinnan hevði mist 8% av sínum arbeiðsføri orsakað av fallinum. Hetta gjørdu tey upp í krónum og oyrum, sum gav einar 80.000 krónur. Bryndis Gudmundsdóttir hevur fingið skaða í knæið orsakað fallinum í lortinum í Kirkjubø. Arbejdsskade- styrelsen í Danmark og aðr- ir serfrøðingar hava verið inni í myndini gjørt upp, hvussu stórur skaðin er. Søren Isaksen heldur, at orsøkin, til at hon ikki fekk tær 80.000 krónurnar, sum tey kravdu, kanska er, at Bryndis sjálv ikki var hjá- stødd í rættinum til dóms- viðgerðina. Dómarin kundi tískil ikki nýta hennara vitnisburð sum grundarlag undir dóminum. Tað kann tískil vera ein fyrimunur hjá teimum at fara í landsrættin. Hann hevur varhugan av, at tað antin verður alt ella einki, tá landsrætturin fer at við- gera málið, sum væntandi verður avgjørt einaferð til várs. Alment stað Rætturin førir fram, at roykstovan og gongin er eitt alment museum og ikki eitt privat heim. Tí hevur eigar- in ábyrgd av at halda tað reint, so eingin vandi er hjá fremmandum og ferðafólki at ferðast har. – Eg haldi, at hesin dóm- urin er burturvið. Eg havi næstan alt mítt lív roynt at hildið roykstovuna og hesi fornminnini viðlíka, og nú skal eg dømast fyri vant- andi reinføri, sigur Sølvá Patursson, sum sjálvsagt er skelkað at úrskurðinum hjá dómaranum, Børge B. Petersen. Hjúnini høvdu tá fyri átta árum síðani eina hunda- trygging, um hundarnir á garðinum komu at gera onkran skaða. Henda trygg- ingin tók tó ikki við skað- anum í hesum førinum. Síðani hava tey fingið sær allar hugsandi trygg- ingar fyri ikki at uppliva hetta einaferð afturat. Sølvá minnist, at hon stóð í køkinum og bakaði pannukøkur, tá óhappið fór fram. Hon greiðir frá, at hon gav Bryndis pannu- køku, og portørarnir, sum komu eftir henni, fingu eis- ini ein bita hetta lagnutunga kvøldið. Tá droymdi eingin um, at hetta fór at enda við einum endurgjaldskravi á 80.000 krónur. – Tað er hart at hava hetta sitandi á sær, og 42.000 krónur er eisini nógvur peningur, tí so nógv kastar ferðavinnan ikki av sær, sigur Sølvá, sum kallar hetta fyri »amerikanskar tilstandir í Føroyum«. Spurningurin er, at um eigarin av húsinum hevur ábyrgdina av, at ein hunda- lortur er komin at liggja í gongini uttanfyri vanliga upplatingartíð. Tað helt Føroya Rættur í fyrstu at- løgu, og nú skal Eystari Landsrættur taka støðu í sama máli. Hundalortur kostaði 42.000 krónur UPPSØGN Stefan í Skorini Jóanis Erik Køtlum, sum í eitt gott ár hevur verið leiðari á sjúkra- húsinum, hevur sagt seg úr starvi. Hann tók við eftir Jákup Mørkøre, sum varð sagdur úr starvi í januar 2000 av táverandi landsstýris- manninum, Helenu Dam á Neystabø. Jóanis Erik Køtlum, ið er 35 ára gamal, vil ikki siga nakað um, hví hann tekur seg aftur úr starv- inum, men at orsøkirnar eru persónligar. Upp- sagnartíðin er tríggjar mánaðir, og starvstíð hansara kemur at enda 1. januar í ár. Hann sigur við Sosial- in, at tað er einki annað starv, sum bíðar honum, nú hann gevst á sjúkra- húsinum. Starvið skal nú lýsast leyst, og tað ganga óivað nakrir mánaðir, til nýggjur leiðari av lands- sjúkrahúsinum er funn- in. Sjúkrahúsleiðarin sagt upp Hesin sjúkrahúsleiðarin var heldur ikki drúgvur í starvinum. Eftir eitt ár í starvinum hevur Jóanis Erik Køtlum sagt seg úr starvi Ein kostnaðarmikil hundalortur. Bryndis Gudmundsdóttir fekk 42.000 krónur í endurgjaldi fyri skaðan hon fekk, tá hon gleið í einum hundalorti Mynd: Jens Kr. Vang Føroya Rættur hevur talað. Ein kvinna, sum gleið í einum hundalorti, fær 42.000 í endurgjaldi. Málið skal eisini fyri í Eystara Landsrætti – Sjálvandi skulu vit syrgja tey, sum doyðu. Sjálvandi skulu vit harmast um alt, sum varð oyðilagt. Og sjálvandi skulu vit taka øll fyrilit, soleið- is at hetta ikki hendir aftur. Men eftir mín- um tykki hevði tað skilabesta verið ikki at hevnt yvirgangsat- sóknina hernaðarliga. Tað hevði verið tann mest sigandi boð- skapurin, vit kundu sent umheiminum, sigur amerikanarin og Føroya-vinurin, Joel Cole YVIRGANGS- ATSÓKNIN Turið Kjølbro Rættvísi skal sigra, ikki hevndin, sigur Amnesty International í yvirlýsing eftir ræðuligu yvirgangsat- sóknina ímóti USA fyri tveimum vikum síðani. Hetta kundi verið orðini hjá amerikanaranum og Føroya-vininum, Joel Cole, sum býr í Shakopee, Minnesota. Amerikanska fólkið er í tvíningum nú. Meðan stór- ur partur av fólkinum slær manngarð um Bush forseta í tráan hansara eftir at hevna, setur kanska líka stórur partur av fólkinum spurnartekin við endamálið í hevndini sum eftir øllum at døma er áveg. – Heilt nógv brúka hesa ræðuligu hendingina sum eitt høvi at gerast tjóðskap- arlig um ein háls. Tey syngja og rópa rakstrarróp í gøtunum. Tað er gott, at fólk kenna samkenslu, men mátin nógv fólk vísa hana, er fanatisk eftir mínum tykki. Hesi geva samstund- is Bush stjórnini grønt ljós at fremja eina hevndar- atsókn, vit ikki kunnu ímynda okkum avleiðing- arnar av. Og tað er ræðandi at vera vitni til, at øll tjóðin fyrigevur fólki, sum fremja harðskap eftir atsóknina so- leiðis uttan víðari. – So eru tað hini, tey frið- arligu og hugsunarsomu, sum eygleiða hvat hendir, men sum als ikki taka undir við tí, sum kanska fer at henda. Tey seta spurnartek- in við, um tað er rætt at hevna atsóknina hernaðar- liga og um vit veruliga loysa hesa ógvuliga fløktu støðuna við harðskapi. Sjálvsagt skal eitthvørt ger- ast. Spurningurin er bara hvar, móti hvørjum, í hvussu stóran mun og hvussu leingi. Støðan er ikki so einføld, sum nógv halda hana vera, sigur Joel Cole. Óbúgvin tjóð Alheims fjølmiðlar og ikki minst fjølmiðlar í USA brúka framvegis nógva tíð og orku at lýsa yvirgangsat- sóknina sum var og hvat síðani fer at henda. -– Vit vóru skelkað og ræðslusligin í fyrsta umfari. Síðani ill og kedd. Eg veit, at nógv eru bangin. Nógv óttast fyri, at yvirgangsat- sóknin 11. september bert er tann fyrsta av nógvum. Og í óttanum hugsa tey, at hevnd er ivaleyst einasti vegurin fram. Stjórnin hjá Bush leggur eitt trýst á van- liga fólkið við sínum út- søgnum um hevnd og kríggj, sigur Joel Cole. Amerikanarar eru vingli- skøltar, heldur Joel Cole. – Vit eru rættiliga óstøð- ug og skifta meining skjótt og lætt. Samstundis eru vit materialistisk, erpin og krevjandi, og hetta eru alt eginleikar, sum ikki eru góðir. Uttan mun til tað, eru vit vælmeinandi innast inni. Men orsakað av tí fløkta og lemjandi marg- feldninum, tú finnur í amerikanska fólkinum, savna vit okkum saman um hesa ræðuligu hending og láta sum um alt er so ein- falt. At hetta er stríðið mill- um tey góðu og óndu. Sum restin av heiminum veit, er hetta als ikki so einfalt. Joel Cole er sannførdur um, at hevna amerikanarar atsóknina hernaðarliga, er stórur vandi fyri, at aftur- svarið verður líka stórt, sum yvirgangsatsóknin í New York og Pentagon. – Harðskapur fremur harðskap, vita øll, og tað er har vit eru so óbúgvin. Í al- tjóða høpi eru vit tannár- ingar. Amerikanarar halda, at vit kunnu fara alla staðni, har vit ætla okkum, og hevna yvirgangskropparn- ar. Men tað er akkurát tað, sum teir, sum hava framt yvirgangin, ætla. Tí teir vita, at føra amerikanarar kríggj móti teirra heim- landi, verða teir teir lítlu móti teim stóru. Og eg ivist ikki í, at tað eru nógv lond, sum eru fegin um, at hetta stóra landið hevur fingið ein frammaná. Amerik-an- arar hugsa als ikki um, at vit verða førd inn í nakað, vit ikki hava tamarhaldið á. – Ístaðin fyri at halda okkum vera eina stóra og rættvísa eind, eiga vit at seta okkum afturá og læra av søguni, at harðskapur hevur ongatíð ført til nakað gott. Sjálvandi skulu vit syrgja tey, sum doyðu. Sjálvandi skulu vit syrgja øll tey, sum ongantíð komu afturíaftur. Sjálvandi skulu vit harmast um alt, sum varð oyðilagt. Sjálvandi skulu vit taka øll fyrilit, so- leiðis at hetta ikki hendir aftur. Men hugsið tykkum, hvussu stórt tað hevði ljóð- að um vit søgdu teimum, sum hava ábyrgina av tí sum er hent, at vit taka synd í teimum, at vit fyri- geva teimum og at vit takka teimum fyri, at tey hava gjørt okkum sterkari. Tað hevði verið tann mest sig- andi boðskapurin, vit kundu send umheiminum. Ikki minst, tí tað hevði tikið luftina úr øllum hatrinum, sum liggur aftanfyri yvir- ganginum móti USA. Eingin logikkur USA er høvuðsfíggindin hjá nógvum londum og fólkabólkum kring knøttin. Sum búgvandi í Vestur- heiminum kann tað undra ikki sørt, at so nógv stara seg blind í hatri á hetta stóra heimsveldið, sum um- boðar so nógv. – USA umboðar alt tað, sum kann broytast, og alt sum er nýtt. Her er jú eitt margfeldni av møguleikum. Samstundis er USA ein hóttandi tjóð, tí vit hava størsta herin og mest fjøl- broytta búskapin í heimin- um, sum hevur ávirkan á rikna politikkin í nógvum minni londum. Fólk, sum hata amerikanarar og USA, eru grundleggjandi fanatisk og ræðast allar broytingar. Her er eingin logikkur, bara kenslur, sigur Joel Cole. Tænir forsetanum Undir lógvabrestum tosaði George W. Bush, forseti, til Senatið, Kongressina og amerikanska fólkið hós- kvøldið í farnu viku. Hann slóg enn eina ferð fast, at amerikanarar og umheim- urin ikki skulu ivast í, at hevndin kemur og at hon verður vend ímóti høvuðs- mistonkta Usama Bin Laden. – Vanligi amerikanarin hevur einki val, men má trúgva tí, sum fjølmiðlarnir siga um sambandið millum atsóknina og Usama Bin Laden. Um stjórnin er aftanfyri herferðina í fjøl- miðlunum, er ein annar spurningur. Meginparturin av amerikanska fólkinum trýr av fullum hjarta, at tað er Bin Laden. Eisini í mín- um hugaheimi er tað mest sannlíkt, at Usama Bin Laden stendur aftanfyri, sigur Joel Cole. Joel Cole er ikki í iva um, at fjølmiðlaherferðin, sum hevur verið síðani yvir- gangsatsóknina, tænir um- døminum hjá George W. Bush, og at hesin brúkar at- sóknina fyri at slóða fyri eini betri politiskari framtíð fyri sær sjálvum. – Powell, sum er uttanrík- isráðharri, sýnist mær at vera ein góður maður, sum betur skilir avleiðingarnar at tí sum kann henda. Lurt- ar George W. Bush eftir honum, rokni eg ikki við, at vit koma út í eitt kríggj. Men hinvegin heldur Bush fram at polarisera allan heimin fyri ella ímóti USA, veit eg ikki, hvat kann henda. Bill Clinton er ein framúr diplomatur og hevði verið ein nógv betri forseti í eini kreppu sum hesari. Ásannast má, at røddirn- ar, sum tosa ímóti hernað- arligari hevnd eftir yvir- gangsatsóknina, eru kámar og spjaddar. – Er vandi fyri einum triðja heimsbardaga, eru vit avgjørt ov friðarlig. Vit, sum eru ímóti eini hernað- arligari hevnd, eru ikki pol- itiskt virkin, og tað ger tað ógvuliga trupult at tosa ímóti, tí sum fjøldin hugsar, sigur Joel Cole at enda í viðtali. Amerikanska fólkið í tvíningum – Yvirgangsatsóknin 11. september hevur avgjørt endavent tjóðskaparligu tilvitskuni í Amerika. Fyrsta eg hugsaði, tá ið eg hoyrdi um atsóknina, var, at einasta stað, slíkt ikki hendir, er í Føroyum, sigur Joel Cole C M Y K 7 6