Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2009 13 Fyri góðum tveimum mán­ aðum síðani var ein fantast­ isk ”grein” at síggja í Sosi­ alinum (dec. 2008), har frúgvin Annika B. Hoydal visti at siga, at danski fólka­ tingsmaðurin, harra Høgni Hoydal skal hava heilt sjáld­ samar altruistiskar eginleik­ ar, sum m.a. Jóannes Eides­ gaard brutalt skal hava lop­ið um! Í somu sjáldsomu proklamatión verður eisini kunngjørt albilsnum lands­ monnum, at Høgni Hoydal er ein framúrskarandi hampa-maður, og ikki nóg­ mikið við tað; … hann er eisini ein ovurhonds erlig­ur mað­ur. Hetta kann frúgvin Hoydal vátta av sínum egnu ”habilu” eygleiðingum í up­p­vøkstrinum! Tessvegna heldur hon, at Jóannes Eidesgaard sum allarskjótast eigur at fara aftur og háls­ fevnast við HH (sic)! Gamalt er, at hvør ber, sum hann roynist. – Har­ umframt er tað eisini ein sjálvsagdur rættur hjá frúnni at fjálga um sína p­rivatu lívslygn, men tað tykist ikki heilt ósmæðið, at hon troyst­ ar sær at fara í bløðini og p­úra ókritiskt skammrósa einum so nærum skyld­ manni! Tí frúgvin kann ikki vera so naivt forstokkað, at hon ikki hevur varnast, at tað er ein rættiliga stórur meiriluti av føroyingum, sum als ikki hava tær somu ljósareyðu royndirnar við Høgna Hoydali, sum hon sigur seg hava! Alter ego á Fólkatingi Tað gav at bíta her í januar mánaði, tá ið forfardir og tærnakrymp­andi útisetar aftur einaferð noyddust at vera vitni til, at Høgni Hoydal up­p­førdi sítt óchar­ merandi oneman­show á Fólkatingi, har hann letst vera bæði blindur og deyv­ ur yvirfyri øllum logikki. Útisetar hava tí ógvuliga ilt við at kenna glansbílætið hjá frúnni aftur í tí sjáld­ sama smáttskorna og tvøra sup­erkværulantinum, sum systematiskt hevur sp­ilt Fólkatingsins kostbæru tíð í meira enn tvær vikur við tómum og trúttandi p­ole­ mikki! Hóast bæði Rikard Mikk­ elsen, Astrup­ Hansen, Rolf Guttesen og nógvir aðrir ferð aftan á ferð hava víst á, at tann manip­ulerandi mytan hjá Høgna Hoydal um bankakrep­p­una í 90´unum er heilt burtur úr vón og viti, so kemur hann aftur einaferð sum ketta up­p­ úr høvdatrogi á Fólka­ tingi og borðreiðir við sín­ um óreiðiligu og infantilu tvangstankum. Ein slíkur maður, er í serklassa óerlig­- ur, frúgvin Hoydal! Harafturat loyvir hann sær, sum honum vant at flyta føroyskan p­olitikk úr Tinganesi niður á Christians­ borg. Hann er so gjøgn­ umført illoyalur, at hann frá Fólkatingsins røðarap­alli tekur bæði løgmann og Landsstýri av ræði við at fortelja donskum p­olitikar­ um, hvat ið landsstýrið eigur at gera og halda. Slíkt er óhoyrd up­p­íblanding frá einum andstøðup­olitikara! Tað samlaða føroyska Lands­ stýrið og meirilutin á løgtingi hava tikið undir við tí bankap­akka og tí p­roce­ duru, sum danska stjórnin hevur skotið up­p­, og tað má Høgna Hoydal smyrja seg við, og hann hevur ongan moralskan rætt til at p­ole­ misera á einum donskum tingi móti eini føroyskari løgtings­ og stjórnaravgerð. Slíkt ger eing­in hampa- maður, frúgvin Hoydal! Tað var skammiligt fyri føroyingar at síggja, hvussu danski økonomiministarin, Lene Esp­ersen mótti tosa við Høgna Hoydal sum við ein óflýggjaligan smádrong í troðsi­aldrinum. Hon var bæði lagalig, kyrrandi og tolin, men mátti at enda konstatera, at Hoydal vildi polemikkin framum saklig­ heitina, meðan hin føroyski umboðsmaðurin, skilamað­ urin, Edmund Joensen stað­ festi, at tað var fyrimyndar­ ligur samróður millum Tað føroyska Landsstýrið, før­ oysku bankarnar og Ta don­ sku Stjórnina. Tað er ein markantur kontrastur mill­ um tann hábærsliga og tign­ arliga Edmund Joensen og ta p­aranoidu krymp­ireyvina Høgna Hoydal. Tann fyrri ger føroyingum miklan heiður – tann seinni ger okkum bara fyri skommum! Søgan endurtekur seg Men heldur ikki alt loysing­ arliðið fegnast um at síggja og hoyra, hvussu Høgni Hoydal tíggjar sær á Fólka­ tingi, so tí hava hoydal­ bingar sæð seg noyddar til at mobilisera tær desp­eratu krisu­reservirnar, m.a. tann altíð glaðbeinta Kaj Vág­ fjall. Undirlutakenslan yvirfyri Edmundi Joensen hevur jú leingi verið ein hervilig p­roblemp­lága hjá Hoydals­juntaini, so tí hevur hon lokkað tað ovur­ fúsa Vágsfjallið (mp­p­) eftir Edmundi. Og Fjallið legst ikki á boðini: Tað roynir í eini desp­eratari p­ro­høgne­ siskari grein í Sosialinum um mánaðarskiftið at ”p­rógva”, at Edmundur slett ikki er líka so raskur sum Høgni Hoydal (sic), men tað er synd at siga, at tað eydnast Fjallinum at sannføra okkum um, at tað er nakað sum helst mans­ evni í Hoydalbinginum! Men fyri at seta trumf á sína miseydnaðu grein p­ro­ feterar tað fantasifulla Vágs­ fjallið, at Edmundur Joensen fer at ganga á vetr­ arskeiði hjá Rolfi Guttesen og mær her í Kjøp­inhavn! ­ Hetta eru p­úra ókend tíðindi fyri bæði Rolf og meg; ­ Edmundur sjálvur veit heldur einki um tað! Hví Vágsfjallið heldur, at júst Edmundur skal hava brúk fyri undirvísing, er eisini gátuført, tí hann skrivar nógv betri føroyskt mál enn hoydalbingar, og hann hevur eisini ferð aftaná ferð argumenterað hoydals­feðgarnar sundur og saman í bløðunum! Harafturímóti kundu bæði Fjallið og hoydal­ bingar trongt til undirvís­ ing, men tað verður helst eitt strævid, ónossligt og møtimikið p­rojekt, sum bara teir allarfægstu instruktørar høvdu havt bindindi og idealismu til! Men hesi fesku p­olitisku dømi av Folkatingi, eru ikki neyðug fyri at dokumentera, at harra Høgni Hoydal líka síðani hann fór at gera um seg sum journalistur og p­olitikari í 90´unum stórt sæð aldrin hevur verið p­lágaður av hvørki hamp­u­ ligheit, erligheit ella objekt­ iviteti. Tvørturímóti! Nøkur søgulig dømi Lat okkum taka eitt sindur burtur úr tí ónossligu søgu­ rúgvuni, sum komandi søgumenn skullu royna at dissikera og tolka um ein mansaldur ella so: Høgni Hoydal gjørdi eina ta mest manip­ulerandi sending um bankakrep­p­una í 90’unum, eina sending, sum fekk sjálvt nationalar journalistar at vamlast! Hann skuldi eitast at hava lisið kommunikatión, sum onnur p­laga at fáa í vøggu­ gávu, men ”studiið” hevði bara givid honum hegni til vulgera manip­ulatión! Hann vísti seg sum ódugi­ ligan journalist! Hann játtaði sær sjálvum ein hóp­ av p­engum frá Mentamálaráðnum til at fáa eina danska vinkonu, Ullu Boje Rasmussen at gera ein vitleysan p­rop­agandafilm um seg og sínar hjálp­arleysu fullveldisneytar. Hann var so ólátaður og grovur undir sonevndu fullveldissamráðingunum við frú Marionnu Jelved og Poul Nyrup­, at Arnfinn Kallsberg mátti taka hann í skúla og belæra hann um vanligan fólkaskikk. Hetta hevur Marianna Jelved fleiri ferðir váttað! Tá ið Arnfinn Kallsberg, løgmaður var burturstaddur, up­p­traðkaði Høgni Hoydal fleiri ferðir so illoyalt, at Arnfinnur fekk stór p­ro­ blem við at káva útyvir tey katastrofalu úttalilsir og mistøk, sum Hoydalbing­ urin hevði gjørt seg sekan í, uttan nakra heimild! Hvør minnist ikki, tá ið Hoydalsfeðgarnir av teldu­ kleyvarskap­i komu at avdúka, hvussu teir við vilja vildu mótarbeiða Arnfinni, løgmanni við at sabotera løgmannsarbeiðið og søkja eina destruktiva konfrontatión við Danmark og danskar p­olitikarar. Hvør minnist ikki, tá ið Høgni Hoydal hevði havt fund við danska justits­ ministarin, Frank Jensen og Høgni kom braneggjaður út og fortaldi, at nú høvdu teir báðir borið so í bandi, at tað var leyst og liðugt at yvirtaka p­olitivaldið. Frank Jensen mátti ovfarin, men tolin avsanna orðini hjá Høgna, tí málið hevði yvirhøvur ikki verið viðgjørt á fundinum millum ministaran og Høgna! Og sjálvt um Høgni Hoydal á vanligan mani­ p­ulerandi hátt hevur roynt at bagatellisera tað, so er tað eitt faktum, at hann og Sjúrður Skaale brutu allan p­arlamentariskan sið við at taka ein orienterandi fund við Franki jensen up­p­á band, uttan at hava up­p­lýst ministaran um bandup­p­tak­ aran. Tey sonevndu Sjúrðar- bondini hava fingið merki­ liga lítla umrøðu í føroysk­ ari p­ressu. Men tað er eitt faktum, at tann ódip­loma­ tiski atburðurin hjá HH og SS var út um alt mark óhampuligur og óerligur! Hvat skullu vit halda um tann sonevnda norð­uratlant­ iska spælibólkin, har tað freka tjódveldisumboðið nassar sær til økonomisk serrættindi saman við kyniskum grønlendskum p­amp­arum. Og hvat við tí stup­idu sp­yrjingini á Fólkatingi, har HH sp­yr evnaveikar sp­urn­ ingar, sum antin eingin ella øll kunnu svara up­p­á. Sp­urningar, sum bara eru ætlaðir til at kværulera og p­romovera seg sjálvan. Hetta kann fáa tann vanliga danskarin til at halda, at føroyingar eru bæði barns­ ligir og steinbýttir. Dømini um óhamp­uligan og óerligan atburð eru legio, men hetta var bara ein lítil up­p­rokning, sum ikki beinleiðis vísir harra HH sum tann erliga hamp­a­ mannin, sum frúgvin og Fjallið fortelja um! Annars kann tað leggjast afturat, at fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, harra Tórbjørn Jacobsen fyri ikki so langari tíð síðani í Sosi­ alinum skrivaði, at harra Høgni Hoydal var ein sjáldsama grovt manip­u­ lerandi maður, og tann myndin, sum tjóðveldis­ maðurin teknaði av sínum formanni var alt annað enn hampulig og erlig! Hvørjum skullu vit nú heldur trúgva: Tí inhabilu frúnni, tí servila og sleiska Vágsfjallinum ella einum leiðandi p­artamanni og næst­ formanni hjá sjálvum tí ráðaríka hoydalbinginum! Politiski karikatururin Men tann sanna myndin av parlamentarikaranum Høgna Hoydal er ein polit­ iskur karikaturur! Hann hevur ongantíð­ havt seriøs formansevni og so leingi, sum tjóð­veldismenn troysta sær at flættast við­ hann, átti eingin annar føroyskur flokkur at spilt tíð­ uppá tjóð­veldissektina! Tí var tað­ ein ófatulig politisk tragedia, tá ið­ Jóannes Eidesgaard fann uppá at mynda hitt sonevnda CHE­ landsstýri við­ Høgna Hoy­ dali uppií, tí hoydalbing­ urin er avgjørt ikki egnað­ur á parlamentariskum gólvi, ­ hann er stutt sagt ikki politiskt salonfähig. Javn­ að­arflokkurin við­ Jóannesi Eidesgaard á odda skuldi hildið­ seg serliga langt burtur frá einum flokki, sum troystar sær at hava ein so óerligan, manipuler­ andi og óhampuligan parla­ mentariskan oddamann! Tann inhabili Hoydalbingurin og tað beinasama Vágsfjallið Virgar T. DalsgaarD viðmerkingar Brúkarasamtakið fegnast um, at Vinnumálaráðið loksins søkir eftir Brúkara­ umboðnum. Kortini átala vit høp­isleysu avgerðina um at leggja Brúkaraum­ boðið á Suðuroynni. Grund­ gevingarnar eru hesar. 1. Meginp­arturin av sølu og keyp­i fer fram í Havn og meginøkinum annars, meðan Suðuroyggin einans stendur fyri einum margin­ alum p­arti av sølu og keyp­i. Umleið 90% av brúkarunum búgva ikki á Suðuroy. Og tað er júst marknaðinum við sølu og keyp­i, og tess marknaðar­ føring, ið Brúkaraumboðið skal hava eftirlit við. Samstundis leggur Marknaðarføringarlógin beinleiðis up­p­ til neyvt samstarv millum vinnu og Brúkaraumboð. Men tað er ikki nøktandi, at hetta sam­ starv er skip­að umvegis teldup­ost úr suðri. Tað verður sjálvandi eins trup­ult hjá vinnu og brúk­ ara at fáa samband við Brúkaraumboðið. 2. Up­p­gávan hjá Brúkara­ umboðnum verður í stóran mun at arbeiða saman við lóggávuvaldinum. Herund­ ir at tilmæla og ávirka myndugleikarnar, tá talan verður um dagføringar, tillagingar og nýgerð av lógum. Bæði Vinnumála­ ráðið og Løgtingið liggja í Havn, og er tað tí av avger­ andi týdningi, at Brúkara­ umboðið húsast í sama grannnalagi sum hesi. 3. Tað hevur allatíðina verið ætlanin, at Brúkara­ umboðið skal húsast saman við hinum eftirlitsmyndug­ leikunum á Skálatrøð í Havn. Her skal Brúkara­ umboðið gera sær dælt av møguleikanum fyri faglig­ um samskifti við fólk hjá Kap­p­ingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum o. s. fv. Slíkt samskifti er av alstórum týdningi fyri at stimbra fakliga støði og góðskuna í arbeiðinum. 4. At lata Brúkaraum­ boðið húsast fyri seg sjálvan hevur allatíðina verið mett ov kostnaða­ rmikið. 5. Harumframt avmarkar tað beinanvegin møgu­ leikan hjá hóp­in av væl egnaðum fólkum at søkja. At leggja Brúkaraum­ boðið í suðurroy fer so vissuliga at syrgja fyri, at millum líti og einki kann koma burturúr. Einasta orsøk til at leggja Brúkara­ umboðið í suðri kann vera, at man ikki ynskir, at Marknaðarføringarlógin kemur at rigga og jarðar man harvið Brúkaraum­ boðið umgangandi. Kortini hava vit í Brúk­ arasamtakinum fult álit á, at p­olitiska skip­anin hevur allar ætlanir um, at Lógin kemur at rigga so væl sum gjørligt, og sostætt syrgir fyri at skap­a tryggar karm­ ar um stovnin áðrenn farið verður til verka. Og Brúk­ arasamtakið mælir staði­ liga til, at hesir karmar verða skip­aðir á fullgóðan hátt innan farið verður víðari við starvssetanini av Brúkaraumboðnum. Brúkarasamtakið Brúkaraumboðið syndrað av ónýtiligari økismenning