mánadagur 16. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 32 - 16. februar 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hasly Andreasen, Norð
oyri, andaðist á Klaks
víkar Sjúkrahúsi leyg
armorgunin 14. februar,
51 ára gomul. Jarðarferð
in verður lýst seinni.
Henrikka
Hansen,
Sandavágur, andaðist
á Sýnuni í dag 48 ára
gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
16. februar. Juliana, deyð umleið ár 300. Vildi ikki
giftast heidna trúlovaða sínum og varð tikin av døgum.
Er eisini navn á tveimum øðrum halgikvinnum. Gilj
anna er føroyski navanformurin. Juliana er rómverskt
ættarnavn.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Leygardagin 7. mars hittast
føroyingar í Odense. Tað
eru Árni Helmsdal og onn
ur, sum bjóða øllum føroy
ingum at vera vælkomnar
til Odense á stevnu.
Á skránni er bíbliuundir
vísing, sangur, prát og ikki
at gloyma – ein góður biti.
Jógvan Zachariassen kemur
at tala um evnið “Náðin í
gerandisdegnum”. Sangin
um taka fólk úr Kristnastovu
sær av, meðan fólk úr
Odense borðreiða.
Stevnan byrjar kl. 12 við
einum bita og heldur áfram
til einaferð út á kvøldið.
Eins og undanfarin ár verð
ur stevnan hildin á Krat
holmskolen, Byghøjvej 27
29, 5250 Odense SV.
Tað er neyðugt at melda
seg til stevnuna, so fyrireik
ararnir vita, hvussu nógv
koma. Seinasta freist at
melda seg til er 1.mars. Til
melding fer fram hjá Árna
Helmsdal á tlf. 30251373
(fartlf.) / 40869616 (heima
tlf.) ella við at skriva teldu
post til arnihelm@post.tele.
dk.
Stevna í Odense
14. februar fylti Ása Ellef
sen 70 ár. Ása vaks upp í
Miðvági, sum triðja barn av
átta hjá Sofíu, fødd Høj
gaard, heilsusystur úr Ritu
vík, og Eliasi Ellefsen,
keypmanni.
Ása gekk í preliminer
skúla og tók studentsprógv
í Havn. Síðani fór hon til
Keypmannahavnar, har hon
fór í læru sum laborantur á
Bispebjerg
Sjúkrahúsi.
Heimafturkomin starvaðist
hon sum laborantur á Lands
sjúkrahúsinum, til hon fór
á Læraraskúla, har hon tók
prógv í 1981. Eisini hevur
hon eftirútbúgving sum ser
lærari.
Ása fekk sálarfrøðiligt
embætisprógv sum cand.
pæd. psych. í 1990. Hon
hevur
autorisasjón
frá
Dansk Psykolognævn og er
góðkend sum barnaserkøn
av landsstýrismanninum í
almannamálum. Hon hevur
arbeitt sum ráðgevi í barna
verndarmálum hjá fleiri
kommunum og í sambandi
við rættarmál. Eisini hevur
hon undirvíst lesandi á Sjú
krarøktarfrøðingaskúlanum
og hildið fyrilestrar á stovn
um og fyri dagrøktarmamm
um kring landið.
Ása
starvaðist
sum
leiðandi skúlasálarfrøðing
ur í Sernámsfrøðiligu Ráð
gevingini í Landsskúla
fyrisitingini í árunum 1991
til 1994. Hon virkaði sum
skúlasálarfrøðingur
og
deildarleiðari á Sernáms
deplinum til apríl 2001.
Saman við Maritu Peter
sen, sálu, fór Ása í holt við
gransking av autismu hjá
føroyskum børnum og ung
um. Verkætlanin, sum koyr
ir enn, verður framd í sam
starvi við Sernámsdepilin
og Christopher Gillberg,
professara
við
lærda
háskúlan í Gøteborg.
Ása hevur virkað sum
privatpraktiserandi
sálar
frøðingur síðani 2001. Nú,
hon hevur rundað tey sjeyti,
hevur hon avmarkað tær
løntu arbeiðsuppgávurnar
og er farin í holt við at lesa
føroyskt á Fróðskaparsetrin
um umframt at læra seg
spanskt. Harumframt hevur
hon sett sær fyri at gera øll
um ommubørnunum før
oysk klæðir.
Hon giftist í 1962 við Hal
giri Winther Poulsen, sak
førara. Tey fluttu til Hoyvík
ar í 1967, og har hava tey
búð síðani. Ása og Halgir
hava 4 børn og 12 ommu
og abbabørn.
Føðingardagurin hjá Ásu
varð hildin við stórari
veitslu hjá bróðrinum Peturi
og bróðurkonuni Jórun á
Vatnsoyrarvegnum.
Vit
ynskja Ásu hjartaliga til
lukku við stóra degnum.
Ása Ellefsen 70
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara kæra mamma, omma, vermóðir
og langomma
Janhild Ulrikka Sørensen
andaðist og varð jarðað.
Takk til Christianskirkjuna, kirkjutænarar og Hanus
Simonsen, prest, fyri uggandi orð.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Páll Sigmund og Sólfrí
90 ára føðingardagur
18. februar fyllir Edvard Petersen, Hósvík, 90 ár. Føðingar
dagurin verður hildin í Kollafirði hjá Hervør og Tórgrím
Hansen, Inni í Firði frá kl. 17.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. februar fyllir Erling Davidsen í Kvívík
80 ár. Dagurin verður hildin leygarkvøldið hjá dótruni í
Steinagerði 8 frá kl. 18.00 øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 21. februar kl.
21 verður skipað fyeir eini
konsert í Ebenezer. Fyri
reikararnir siga, at skráin
verður fjølbroytt við kend
um
og
minnið
kend
um andaligum tónleiki alt
frá country til klassiskt
klaverspæl.
Tey
luttakandi
verða:
Ebenezer Housband, Krist
ina Bærentsen, Beinta Jac
obsen, Jona á Váli Olsen og
Bárður Tindskarð.
Umframt tónleikin kemur
Jákup N. Olsen at hava
eitt stutt orð. Tiltakið varar
í umleið 60 minuttir.
Tað eru tey ungu í Eben
ezer, ið samskipa konsertina
sum er fyri øll. Eftir kon
sertina eru øll vælkomin til
ein kaffimunn, siga fyri
reikararnir.
Konsert í
Ebenezer