Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 32 - 16. februar 2009 Atlantsflog og Flogbóltssambandið halda fram við sponsorsamstarvi­ num sínamillum. Tað var staðfest við undirskriving av nýggjum sáttmála millum tvey av settun­ um í mansfinaluni leygardagin FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í stutta steðginum millum annað og triðja sett í mans­ finaluni vóru í skundi sett fram eitt borð og tveir stólar, so formaðurin í Flog­ bóltssambandinum, Magn­ us Tausen, og stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, kundu fáa sett sínar undirskriftir á ein stuðulssáttmála, ið sostatt heldur fram eitt ár aftrat. – Hesin sáttmálin tryggjar okkum, at vit framvegis kunnu vera við í altjóða kappingum. Innihaldið í sáttmálanum koma vit serliga at brúka í ung­ dómsarbeiðinum, har vit hava unglingalandslið, U17 og U19, sum kunnu fara út í heim at kappast, sigur Magnus Tausen. – Vit vilja øgiliga gjarna út í heim við okkara flog­ bólti, tí tað styrkir hann nógv, og har er Atlantsflog ein góður samstarvspartnari at hava. Vit hava valt at hava tveir stórar stuðlar, har Eik Banki er høvuðsstuðul og Atlantsflog hjástuðul. Hetta er eitt konsept, okkum dám­ ar væl, og sum fíggjar okk­ ara virksemi øgiliga væl. Vil stuðla landsliðum Frammanundan hava Flog­ bóltssambandið og Atlants­ flog samstarvað í tvey ár við hesi serligu avtaluni, umframt at Flogbóltssam­ bandi frammanundan hevur verið partur av samlaða ÍSF­sáttmálanum. Og hetta er eitt samstarv, Atlantsflog er fegið um at hava: – Vit eru yvirhøvur øgi­ liga hugaðir at stuðla lands­ liðsarbeiði í Føroyum, tí tað hevur eina altjóða dimen­ sjón, har teir føroysku spæl­ ararnir sleppa út í heim at menna seg, samstundis sum vit eisini fáa útlendingar hendavegin. Hetta styrkir um ferðsluna, men tað menn­ ir eisini vitanina um Føroyar og setir Føroyar á heims­ kortið, sigur Magni Arge. – Í hesum føri fer tað mesta av stuðlinum til at stuðla upp undir tey yngru landsliðini, sum royna seg í kappingum, og tað meta vit vera eina góða gongd fram á leiðini at menna føroyskan landsliðsflogbólt uppaftur meira, tí vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Flogbóltssambandið hevur gjørt og teimum úrslitum, sum eru fingin. Meira Atlantsflogbóltur Í stutta steðginum millum annað og triðja sett í mansfinaluni leygardagin skrivaðu formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, og stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, undir framhald av einum stuðulssáttmála, ið serliga kemur ungdóms- og lands- liðsarbeiðinum til góðar Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir Við tíggjundi útgávuni av steypa­ finalunum hevur Flogbóltssambandið aftur prógvað, at tað ber til at seta ítróttina á dagsskrá, um karmarnir eru teir røttu ÍTRÓTTaRkLUmma Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast flogbólturin ikki er tann ítróttin, sum fær størsta uppmerksemið í fjølmiðlunum, so ber illa til annað enn at hámeta framúr arbeiðið, sum Flogbóltssambandið hevur gjørt ígjøgnum fleiri ár. Fremsta dømi um hetta eru helst steypafinalurnar, sum á hvørjum ári seta stórt fokus á teir báðar dystirnar, sum gera av, hvørji lið hesa ferð kunnu rópa seg steypavinnarar. Umvegis beinleiðis sendingina, sum tíverri bert var í sjónvarpinum hesaferð, fylgir stórur partur av landinum við, hvussu leikur fer, og á áskoðaraplássunum eru hundraðtals fjepparar eisini við til at seta sín dám á dagin, ið veruliga kann roknast sum veitsludagurin fyri flogbóltin. Profilering snýr seg tó eisini um inntjening, og tað er at fegnast um, at Flogbóltssambandið hevur dugað at vunnið sær pening burtur úr finalunum. Undan finaluni hesa ferð varð sagt, at samlaði umsetningurin fyri tær tíggju finalurnar var farin upp um milliónina. Og hesin peningurin skal vera flogbóltinum væl untur. Við altjóða luttøku hjá bæði yngri og eldru landsliðum hevur FBF støðugt syrgt fyri avbjóðingunum, sum eru so alneyðugar fyri menningina av flogbóltinum. Ein menning, sum eisini hevur borið við sær, at landafrøðiliga spjaðingin av ítróttini nú er størri, enn hon nakrantíð hevur verið. SÍ er kanska besta dømi um hetta, tí eftir bara 10 árum hava sørvingar vunnið sær støðu sum mest sum flogbóltsmetropolur innan bæði menn og kvinnur. Og við tveimum finaluliðum annað árið á rað hevur felagið av álvara staðfest hesa støðu. Eisini hóast tað heldur ikki hesa ferð gjørdist til dupultan sigur. Hjá monnunum vóru fuglfirðingar nevnlgia eins sterkir, sum teir fleiri ferðir áður hava verið, og tá liðið longu nú stendur sum greipuvinnarar, ber illa til annað enn at siga tilllukku. Somuleiðis tillukku til kvinnurnar hjá SÍ, sum nú loksins eisini kunnu rópa seg steypavinnarar. Rimmar finaludagur Milan Cimburovic skal saman við Mikkjali Thomassen hava ábyrgdina av besta mansliðnum hjá B36 í ár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóskvøldið stóð greitt, at Heðin Askham ikki heldur fram í venjarastarvinum í B36. Hetta tí partarnir ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála. Og longu fríggjakvøldið kundi felagið á heimasíðu síni boðað frá, at nýggir venjarar verða Milan Cim­ burovic og Mikkjal Thomassen. Milan hevur virkað sum venjari í TB, VB, Royn og NSÍ, og í fjør var hann høvuðsvenjari fyri ung­ dómsdeildirnar í B36. Eitt starv, sum hann eisini framhaldandi fer at røkja. Mikkjal er best kendur sum spælari, og í fleiri ár var hann partur av besta liðnum hjá B36. Í fjør spældi Mikkjal við EB/ Streymi, men fyri stuttum boðaði hann frá, at hann nú setti gaggurnar á hillina. Hetta var orsakað av argandi skaðum, men hugin til fótbóltin er eftir øllum at døma ikki burtur. Milan og Mikkjal venja B36 Seinastu sjey árini hava ikki færri enn fýra venjarar, sum hava sína fótbólts­ uppaling í HB, staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Fríggjdagin varð greitt, at Mikkjal Thomassen saman við Milan Cimburovic skal standa á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í komandi kappingarári. Mikkjal Thomassen, sum seinast spældi við yngra havnarfelagnum í 2007, verður sostatt tann fimti venjarin seinastu sjey árini í felagnum, sum eisini hevur roynt seg í HB – annaðhvørt sum venjari ella leikari. Jóannes Jakobsen, Sig­ fríður Clementsen, Heðin Askham og Mikkjal Thom­ assen eru allir upprunaliga úr HB, men hava seinnu árini roynt seg hjá grannun­ um. Ion Geolgau var í árunum 1998 til 2002 venjari hjá HB. Venjarar í B36 seinnu árini: 2003: Ion Geolgau 2004: Jóannes Jakobsen 2005: Sigfríður Clementsen 2006: Sigfríður Clementsen 2007: Kurt Mørkøre 2008: Heðin Askham 2009: Mikkjal Thomassen HB-venjarar gera innrás í B36 Frem ikki í trupulleikum Danska Ekstra Blaðið skrivaði fríggjadagin, at Frem var í álvarsomum trupulleikum fíggjarliga. So álvarsomum, at felagið ikki hevði pengarnar til at gjalda leikarunum sína løn. Men tað er ikki satt, sambært formanninum í felagnum. ­ Sum hjá flestu øðrum hava vit eisini merkt fíggjarkreppuna. Tað var eitt mistak, at leikararnir ikki fingu løn 1. februar. Tað er óheppið, men allir hava fingið sínar pengar nú, staðfestir Hans Hermansen, formaður, við heimasíðu felagsins. Eingin steðgar Sylla Amed Davy Sylla var aftur millum málskjúttarnar um vikuskiftið, tá FC Amager vann 2­1 í venjingardysti móti Frem. Framherjin legði sítt lið á odda í fyrra hálvleiki, og skoraði tískil í fimta venjingardystinum upp í slag. ­ Vit spældu væl. Fysiska støðið røkkur til 70 minuttir, og tí høvdu vit tað trupult seinastu 20 minuttirnar. Men undan tí vóru vit væl betri enn Frem, og sigurin var uppiborin, sigur Michael Madsen, venjari hjá FC Amager, við bold.dk. Næstbesta danska deildin byrjar aftur 22. mars. Tá fær FC Amager vitjan av Herfølge, og Frem skal spæla á útivølli móti botnproppinum Lolland Falster Alliance.