mánadagur 16. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ]
Hans Pauli er aftur tøkur
Í oktober 2007 boðaði Hans Pauli Samuelsen táverandi
landsliðsvenjaranum, Jógvani Martini Olsen, í sátt og semju
frá, at hugurin ikki longur var til landsliðsfótbólt. Hann treivst
ikki reiðiliga í hópinum, og tað var orsakað av, at hann var
troyttur av fótbóltinum júst tá, segði hann millum annað við
Dimmalætting. Men nú er víkarmaðurin aftur tøkur á
landsliðnum. - Jógvan Martin Olsen sendi boð eftir mær til
seinastu landsdystirnar, men tá var eg skaddur. Eg havi verið
tøkur á landsliðnum í eina tíð, sigur 24 ára gamli Hans Pauli
Samuelsen úr EB/Streymi.
Mutu bjargaði Fiorentina
Fiorentina var aftanfyri 3-0, tá liðið um vikuskiftið spældi á
útivølli móti Genoa. Adrian Mutu varð tó stóri maðurin hjá
gestunum, tá hann seinsta hálva tíman mest sum einsamallur fór
undir eina bjargingarroynd. Mutu skeyt nevnliga trý mál seinastu
30 minuttirnar, og soleiðis bjargaði hann Fiorentina eitt stig fyri
uppgerðina.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hæddarpunktið á steypa-
degnum í flogbólti leygar-
dagin var fjórða sett í
kvinnufinaluni, ið hevði
bæði spenning, dramatikk,
gott spæl og ein feil á dóm-
araborðinum at bjóða. Ser-
liga hetta síðsta tók sína tíð
at fáa loyst, og steðgur var í
spælinum í fleiri minuttir,
áðrenn feilurin kundi rætt-
ast.
Støðan var júst blivin 18-
17 til SÍ, sum tí átti servuna.
Men so skjótt sum servan
var farin, ljóðaði signalið
frá dómaraborðinum, sum
steðgaði spælinum. Annar
av dómarunum, Tummas
Óli Mortensen, fór yvir til
dómaraborðið at vita, hvat
var á vási, og eisini fór SÍ-
venjarin, Jóhan Petur á
Stongum, yvir til borðið.
– Tað, sum hendi, var at
ein feilur var gjørdur á dóm-
araborðinum. Av misgáum
var einki stigatal sett fyri
tann
SÍ-spælaran,
sum
hevði servað, og tí var ging-
ið útfrá, at viðkomandi
skuldi serva aftur. Men tá
so tann næsti spælarin fór
at serva, stóð tann sami
spælarin framvegis fyri at
serva, greiðir Tummas Óli
frá.
– Hetta tók so sína tíð at
fáa upp á pláss aftur, men
tað er neyðugt. Í slíkum før-
um má tað taka sína tíð, tí
annars verður klutur í rest-
ini av dystinum. Neyðugt er
líkasum at spola aftur til
støðuna, sum hon var áðr-
enn, so alt er í rættlagi aftur,
áðrenn haldast kann fram.
Fekk onga ávirkan
Venjarin hjá SÍ-kvinnunum,
Jóhan Petur á Stongum, var
øgiliga bangin fyri, at hetta
fór at ávirka spælið í hesum
avgerandi settinum.
– Vit høvdu akkurát strítt
okkum framum aftur 18-
17, eftir at hava verið aftan
fyri 13-16, so tí kundi ein
so langur steðgur blivið
dýrur. Tað fyrsta, sum hendi
aftaná, var eisini, at okkara
serva kiksaði, men tað bleiv
so einki, ið avgjørdi dystin,
sigur Jóhan Petur, ið var vís-
ur í, at SÍ einki hevði gjørt
galið:
– Tey søgdu, at ein spæl-
ari hjá okkum var farin at
serva, sum ikki átti at serva.
Men so søgdu tey, at hin
spælarin, sum átti at serva,
stóð framman fyri henda
spælaran, og tað ber bara
ikki til. Tað royndi eg so at
siga við tey, og hóast eg
mundi tapt, so visti eg, at
eg hevði rætt.
Eisini venjarin hjá Fleyr,
Hans
Mikkelsen,
stúrdi
fyri, at hesin drúgvi steðgur-
in, sum vardi í fleiri minutt-
ir, kundi fara at kosta, men
kundi eftir dystin staðfesta,
at hetta kortini ikki gjørdist
tann avgerandi løtan í dyst-
inum:
– Sjálvandi var tað irriter-
andi, at tað skuldi henda,
og tað gjørdi eisini sítt til,
at fokuseringin fór, so vit
mistu eitt stig fyri eina
skeiva uppstilling stutt aft-
aná. Men hetta var ikki
avgerandi, tí vit vunnu fleiri
bóltar aftaná, og framvegis
var tað øgiliga spennandi
eftir henda feilin, sigur
Hans Mikkelsen, sum stað-
festir, at slíkt hoyrir til spæl-
ið og at tað má man bara
venja seg við.
Feilur á dómaraborðinum
steðgaði kvinnufinaluni
SÍ-venjarin, Jóhan Petur á Stongum, hyggur at, meðan annar av dómarunum, Tummas
Óli Mortensen, roynir at fáa skil á feilin, sum var gjørdur við dómaraborðið mitt í fjórða og
avgerandi settinum í kvinnufinaluni
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir