mánadagur 16. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ]
18
Huntelaar á talvuna
Hollendski Klaas Jan Huntelaar skeyt um vikuskiftið sítt fyrsta
mál fyri Real Madrid. Hollendski áleyparin hevur havt tað
trupult, síðani hann um ársskiftið flutti til kongaliga spanska
felagið, men eftir 35 minuttum av dystinum móti Gijon
bragdaði loksins. Real Madrid vann dystin 4-0, og minkaðu teir
soleiðis um munin upp til Barcelona, sum spældi 2-2 javnleik
móti Betis.
Real-met til Raul
Í 45 ár hevur Alfredo di Stéfano við sínum 307
málum havt málmetið í Real Madrid. Men um
vikuskiftið mátti nú 82 ára gamla legendan
ásanna, at ein yngri legenda hevur tikið metið.
Raul javnaði metið fyri tveimum vikum síðani,
og í 4-0 sigrinum móti Gijon skoraði Raul tvær
ferðir, og lítil ivi er um, at hann nú verður
methavari í hampuliga nógv ár.
Út við
skaða í
fyrsta
setti
Fyri Hans Toftegaard
gjørdist
mansfinalan
leyg ardagin ikki tann
stóra upplivingin, hóast
hann sjálvandi var fegin
um, at ÍF vann. Hann var
nevniliga so óheppin at
fáa ein skaða í fyrsta
setti, og eftir tað gekk
hann við vinstra fótliði
innvavdum í bindi og
ísi.
– Eg leyp upp og í tí eg
setti av, fór fótliðurin av
lagi, so har var einki
meira hjá mær at gera í
hasum dystinum. Eg veit
ikki, um hetta kanska er
eitt tekin uppá, at nú er
tíð at gevast. Tú sást
sjálvur, at tað er ivasamt,
um teir fara at sakna
meg, um eg gevist nú,
sig ur Hans við einum
skálkabrosi – sipandi til,
at ÍF megnaði at vinna
dystin, hóast hann bert
spældi eitt hálvt sett.
Hans Toftegaard var
kortini væl nøgdur við
tað, hann kundi sita og
eygleiða frá síðulinjuni:
– Eg haldi, at vit høvdu
fleiri streingir at spæla
uppá, og eg veit ikki, um
tað nakrantíð fyrr hevur
verið so breitt hjá okkum,
sum nú, tí vit hava næst-
an tveir spælarar til øll
pláss á vøllinum. Ein
mun ur í finaluni var
nokk, at breiddin hjá
okk um var betri enn hjá
SÍ, sigur hann.
-hil
Í einari mansfinalu,
ið var meira merkt
av feilum enn flót
andi spæli, var ÍF
betra liðið og vann
uppibornan sigur.
Fuglfirðingar, sum
frammanundan
høvdu tryggjað sær
føroyameistaraheitið,
hava sostatt við
steypa sigrinum
omaná tikið greipuna
í vetur
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Ei undur í, at lagið mundi
vera av tí allarbesta í Fugla-
firði leygarkvøldið. Í mans-
kappingini í flogbólti vetur
hevur eingin verið yvir og
eingin við síðuna av ÍF, og
serliga tey bæði síðstu sett-
ini í mansfinaluni ímóti SÍ
staðfestu, at fuglfirðingar
ikki av ongum kunnu kalla
seg greipuvinnarar.
Tað var eisini fyri neyðini,
at ÍF fekk víst eitt sindur av
sínum dygdum í teimum
báð um síðstu settunum, tí
annars hevði lítið verið at
goymt sær í minninum frá
mansfinaluni. Til tað var
hon í alt ov stóran mun
merkt av feilum og mistøk-
um, meðan tað flótandi
spælið í longum løtum læt
bíða eftir sær.
Serliga var hetta skorið út
í papp, tí kvinnufinalan
frammanundan hevði havt
alt tað, ein góð finala skal
hava: Har var spenningur til
tað síðsta, gott spæl fyri tað
mesta og tvey lið, ið tóktust
hóska sera væl saman, tá nú
ein branddystur skuldi fáast
burtur úr tí, ein altíð ynskir
sær av einari finalu.
Í mansfinaluni var bert
okkurt hendinga bil spenn-
ingur í, og tíverri skuldi tað
aftaná vísa seg, at mest hár-
reisandi løtan var síðst í
fyrsta setti, tá SÍ mundi
fingið ÍF aftur. Størsti
drama tikkurin var næstan,
tá ÍF mitt í hesum sama
fyrsta setti misti Hans
Tofte gaard, sum skaddur
noyddist av vølli…
Nógvir servufeilir
Sum fleiri av spælarunum
eisini viðgingu eftir dystin,
var feilprosentið í servunum
hjá báðum liðum væl oman
fyri tað vanliga, og tí spurd-
ist ikki so nógv spæl burtur-
úr, sum ynskiligt hevði
verið. Tað var tí sera sjáldan,
at vit sóu tær drúgvu duell-
irnar, ið kunnu taka ein
finaludyst burtur úr rúgvuni
av dystum, ið verða spældir
gjøgnum allan veturin.
At spælt var við einum
nýggjum slagi av bólti í
finaluni, ið ferðast øðrvísi
enn teir vanligu, var helst
ein partur av orsøkini, men
ikki øll orsøkin. Kvinnurnar
megnaðu við somu bóltum
at fáa ein heilt annan dyst
burturúr, so tað sigur ikki
alla søguna – heldur ikki,
hóast kraftmiklaru mans-
serv urnar óivað eru ein
størri avbjóðing við einum
skjótari bólti.
Nokk so javnt gekk á í
teimum báðum fyrstu sett-
unum, har ÍF tó átti munin í
tí fyrra og SÍ í tí seinna.
Men í teimum báðum síðstu
settunum fingu vit tó sjón
fyri søgn, at ÍF er besta
liðið av øllum í vetur, tí tá
riggaði mestsum alt hjá
fugl firðingum, og so eru
teir ikki til at steðga.
Meira tendraðir
Hinvegin riggaði lítið hjá
sørvingum, sum í teimum
báðum síðstu settunum fyri
ein stóran part vóru statistar
í ÍF-leikinum, hvørs handrit
legði upp til ein sterkan
blokk og drepandi smasj, ið
vit serliga sóu frá Rúna
Weihe, men eisini øðrum,
ið bjóðaðu seg fram og
tordu alsamt meira, so hvørt
sum sigurin sá út til at vera
ávegis.
Tá so SÍ royndi at spæla
seg upp og svara aftur, var
tað við alt ov lítlum hug-
flogi. ÍF hevði ongar trupul-
leikar frammi við netið, og
hóast blokkurin ofta var
tíðliga uppi, høvdu sørving-
ar ein tendens til at smekka
bóltin hart í hendurnar hinu
megin netið, heldur enn at
royna at sníkja seg rundan
um blokkin.
Fuglfirðingar vóru meira
tendraðir og grammari, ofr-
aðu seg meira og meira, og
tað trekti tennirnar úr SÍ,
hvørs spæl var alsamt meira
merkt av vónloysi og vant-
andi hugflogi, sum dystin-
um leið.
Tí kann ÍF fegnast um at
hava fingið greipuna upp á
træið, og við einum før oya-
meistaraheiti í ótíð og ein-
um samanumtikið sann-
førandi steypasigri er eingin
sum helst ivi um, at ÍF eigur
væl og virðiliga besta mans-
liðið í vetur. Tillukku við
tí!
ÍF-SÍ 3-1 (25-22, 21-25, 25-17, 25-19)
Fuglfirðingar fingu
upp á træið
Rúni Weihe var heilt stóri spælarin í mansfinaluni. Her slær hann enn ein av sínum
mongu bóltum móti gólvinum hjá SÍ
Mynd: Álvur Haraldsen