mánadagur 16. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ]
19
Ikki
seina sta
finalan
hjá Fleyr
Ein av royndastu spælar
unum hjá Fleyr er Hjørd
is Johannesen, sum var í
steypafinaluni við KÍF
fyri tveimum árum síð
ani, umframt at hon eis
ini hevur spælt flogbólt
niðri og hevur spælt
nógvar landsdystir fyri
Føroyar. Hon var sjálv
andi
vónbrotin
eftir
finalu tapið leygardagin:
– Hetta var øgiliga
keðiligt, men vit mugu
bara viðganga, at tær
vóru betri enn vit í dag,
sjálvt um fjórða sett
kundi farið báðar vegir.
Um tú hyggur at fyrsta
og øðrum setti, so vóru
tær betri og vunnu dystin
uppiborið, sigur Hjørdis,
sum heldur, at tapið í
fyrstu kvinnufinaluni hjá
Fleyr saktans kann brúk
ast til nakað mennandi
og uppbyggjandi.
– Vit kunnu gott brúka
hetta til at menna okkum
víðari, og tær ungu vístu,
at tær koma vit at síggja
nógv til framyvir. Eg eri
vís í, at Fleyr heilt víst
verður ofta at síggja í
steypafinaluni komandi
árini. Her og nú er so
før oyameistaraheitið
eftir at kappast um, og
har fara vit at vita, um
vit ikki kunnu gera ein
vørr.
-hil
Terry skal ongan veg
Ray Wilkins, sum er venjari hjá Chelsea, slær fast, at John
Terry ikki skal nakran veg úr felagnum. Fleiri av ensku
bløðunum hava annars skrivað, at Terry er leiddur av
tilveruni á Stamford Bridge, og at Manchester City stendur
til reiðar við einum góðum tilboð. – Tað mugu vera nøkur
øgiliga rík feløg, sum vilja hava Terry. Men eg rokni ikki
við, at hann fer nakran veg. Hann elskar Chelsea, og familja
hansara býr eisini her í økinum, so eg dugi ikki at ímynda
mær, at hann skal nakran vegi, segði Wilkins við Radio Five
Live.
Anelka gevur ikki upp
Eftir 31 sigurin hjá Chelsea á Watford í FA Cup
kappingini, segði Nikolas Anelka, at hann roknar við, at
Chelsea nú veruliga fær glið á sítt spæl. – Vit hava havt
eina trupla tíð, men vit hava víst styrki. Tað er altíð
trupult, tá tú skiftir venjara, men vónandi var hesin
sigurin tað, sum skuldi til fyri at venda gongdini, segði
Anelka.
Kvinnufinalan
leygardagin hevði
tað mesta, tú kanst
ynskja tær av einari
steypafinalu, tí her
var talan um tvey
lið, ið royndu at vísa
seg frá síni bestu
síðu. Úrslitið var ein
dystur, ið borðreiddi
við spenningi,
dramatikki og einum
næstan endaleysum
enda
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Skal fingurin setast á nakað
í kvinnufinaluni millum SÍ
og Fleyr, so má tað vera, at
hon bara hevði fýra sett. Og
serliga tað drúgva fjórða
settið gjørdi, at tú næstan
ynskti Fleyr at vinna tað, tí
so høvdu vit fingið eitt sett
aftrat við hesum báðum lið
unum, ið matsjaðu hvørt
annað so væl, at tað var ein
frægd at síggja.
Serliga í øðrum setti, tá
Fleyr byrjaði at koma meira
inn í dystin, var talan um
einar tvær duellir, ið mugu
kanditera til at vera kanska
tær báðar bestu, sum eru
sædd ar í nakrari kvinnu
finalu. Ikki minst, tá SÍ
legði seg á odda 87, var
talan um 100 prosents
offurvilja á báðum liðum,
ið hvørt í sínum lagi á
ótrúligan hátt megnaðu at
samla upp og so enntá at
leypa á. Tað gekk aftur og
fram fleiri ferðir, áðrenn SÍ
at enda dró longra stráið og
vann bóltin.
Í
fyrsta
setti
vístu
SÍkvinn urnar, at tær veru
liga vildu vaska av sær
finalu tapið í fjør, tá tær
ímóti ÍF fingu ivasama
heið urin sum mest sann
førandi taparin í kvinnu
finalum higartil. Tá SÍ var á
odda 127, bað Fleyr um
»timeout«, men tað nart
ikki við SÍ, sum beinanvegin
streyk upp á 177, fyri
síðani at vinna settið trygt.
Endaleysa settið
Hóast Fleyr í øðrum setti
tóktist fáa betur stýring á
spælinum – serliga verju
partinum – átti SÍ munin og
megnaði
at
rista
allar
álvarsligar hóttanir av sær.
Men framstigini hjá Fleyr
vóru so eyðsýnd, at tað
helst fór at venda í triðja
setti, tí tað var eisini ein
spurningur, um SÍ kundi
orka at herja á við somu øði
trý sett á rað.
So var eisini, men hóast
Fleyr sat á tí nógva í triðja
setti, so var tað um reppið,
at SÍ ímóti endanum kom
afturíaftur og tók settið og
sigurin. Frá at hava verið
aftan fyri 1420, megnaði
SÍ at toga seg upp á bæði
2123 og 2224, áðrenn
Fleyr vann seinasta bóltin
og framvegis var á lívi í
finaluni.
At bæði liðini nú av
álvara høvdu spælt seg heit,
bar fjórða settið týðiliga
boð um. Liðini skiftust um
at vera á odda, og hóast SÍ
oftari fór framum, svaraði
Fleyr aftur hvørja ferð, so
talan gjørdist um eitt satt
marathonsett, ið mestsum
ongan enda vildi fáa.
Mitt í settinum hendi so
ein feilur við dómaraborðið,
sum hevði við sær ein steðg
upp á fleiri minuttir, men
sjálvt hesa løtuna, meðan
bæði lið blivu standandi úti
á vøllinum, hekk spenn
ingurin eftir í luftini.
Tá avtornaði, vann SÍ
hetta fjórða og avgerandi
sett ið 3028, men Fleyr
fylgdi við heilt til dyrnar og
hevði leiðsluna so seint
sum til 2726!
Tvey góð lið
Frøin á SÍkvinnunum og
stóru mannfjøldini úr Sør
vági var sjálvandi øgilig, tá
Fleyr sendi seinasta bóltin
út av vøllinum, so SÍ stóð
eftir sum steypavinnari.
Hetta var tað, tey har vesturi
mundu kenna seg snýtt fyri
í fjør, tá SÍ av teimum flestu
var roknað sum favorittur,
men kortini ikki bar boð í
bý.
Nú var vent í holuni, men
hóast sigurin hjá SÍ sjálv
andi var uppiborin – ikki
minst orsakað av sera sann
førandi spæli tey bæði
fyrstu settini – átti Fleyr sín
stóra heiður av, at vit fingu
eina so góða og spennandi
finalu. Tað skulu tvey góð
lið til at skapa ein so góðan
dyst.
Og hvør veit, um ikki júst
hesi bæði liðini hava meira
at bjóða, tí í landskappingini
andar Fleyr SÍ í nakkan, og
ivaleyst fara báðir partar av
leggja nógv fyri í Sørvági
sunnudagin, tá liðini aftur
møtast til toppdyst. Vinnarin
av tí dystinum fær í øllum
førum ein trumf í hondina,
tá tað snýr seg um at taka
síðsta stikkið í kappingini
um føroyameistaraheitið.
Fyribils má SÍ sigast at
hava vunnið sær ein sálar
ligan fyrimun við sigrinum
í steypafinaluni, umframt
at SÍ framvegis er oddalið
hjá kvinnunum. Steypa
sigurin var tann fyrsti hjá
sør vágs kvinnum, sum hesa
ferð royndu seg í finaluni
fyri aðru ferð, og teimum
ynskja vit tillukku við tí!
SÍ-Fleyr 3-1 (25-19, 25-21, 22-25, 30-28)
SÍ vann eitt brak
av einari finalu
Talan var um eitt brak av eini finalu, har báðir partar stríddust til tað seinasta. Men at enda mátti Fleyr tó geva skarvin yvir
Mynd: Álvur Haraldsen