mánadagur 16. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ]
20
Nú er
sirkulin
komin
runt
Nevnir tú flogbólt í Sør
vági, sleppur tú ikki und
an at nevna Jákup á
Stongum, ið umframt at
eiga spælarar á bæði
kvinnu og mansliðnum
hjá SÍ, eisini er ein av
drívandi eldsálunum í
felagnum. Hann var sum
vera man fegin, nú tað í
ár eydnaðist kvinnunum
at vinna steypafinaluna.
– Eg síggi soleiðis upp
á tað, at sirkulin er komin
runt, nú kvinnurnar við
steypafinaluni í ár og
føroyameistaraheitinum
í fjør eru á toppinum. Nú
eru vit har, og so er
spurn ingurin,
um
vit
klára at halda okkum har
uppi, sigur Jákup á
Stongum.
– Tað er stórt, at kvinn
urnar nú eru komnar upp
á toppin. Vit vita, at tað
kann vera so skjótt, at
tað fer hinvegin, tí bygd
in er ikki so stór. Alt
fólkið er við í flogbólt
inum, men tað eru jú ikki
allir árgangir, sum kunnu
geva okkum tað, hesin
árgangurin
nú
hevur
givið okkum.
Jákup
staðfestir,
at
kvinnufinalan var góð
og at bæði lið vístu fínt
flogbóltsspæl allan vegin
ígjøgnum. Og hóast hann
er
sigurssælur,
hevur
hann eisini rósur at bera
kvinnuliðnum hjá Fleyr:
– Fleyrliðið er gott,
og tað verður óivað upp
aftur betri við tíðini, tí
tær hava hæddina og eru
kimiligar eisini. Tað var
sanniliga gott, at vit
vunnu nú, tí tað er ikki
vist, at tað verður so lætt
næstu ferð, sigur Jákup á
Stongum.
-hil
Málleyst Old Firm
Stórdysturin í Skotlandi millum Celtic og Glasgow Rangers
var á skránni um vikuskiftið, men talan gjørdist hesa ferð
um eina heldur tama útgávu av klassikaranum. Hóast
Chelsea royndi at trýsta, so eydnaðist teimum ongan tíð at
bróta verjumúrin hjá Rangers, og so endaði alt á sama hátt,
sum tað byrjaði. Celtic er í løtuni tvey stig framman fyri
Rangers á stigatalvuni í Skotlandi.
Mourinho vil aftur til Chelesa
Jose Mourinho hevur ongan tíð verið bangin fyri, hvat fólk halda um
hansara útsagnir, og nú hevur hann aftur givið bæði enskum og italskum
miðlum nakað at skriva um. – Um tú spyrt meg, um eg onkran dag komi
aftur til Chelsea, so sigi eg ja, men eg veit ikki nær. Samstundis sigur
Mourinho, at tað er einføld frágreiðing til, at Chelsea ikki hevur vunnið so
nógv seinastu tvey árini. – Tí eg fór úr felagnum. Saman vunnu vit seks
steyp, men seinasta hálvaannað árið hevur felagið ikki vunnið nakað, sigur
Mourinho.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tvær av teimum, ið gingu
undan á liðnum hjá SÍ, vóru
Karin Mikkelsen og Annika
á Stongum, ið báðar vóru
ovurfegnar, tá dysturin var
lokin og tað eydnaðist
teimum at vinna.
– Hetta er ótrúliga gott,
og eg vil siga, at hetta er
líka so gott, sum tað var
keðiligt í fjør, tá vit taptu
finaluna,
sigur
Karin
Mikkelsen, sum hevur verið
í Etiopia og arbeitt í heyst,
og ikki kom aftur til landið
fyrr enn beint fyri jól.
– Meðan eg var burturi,
stúrdi eg fyri, um eg fór at
fáa steypafinaluna við, um
ikki kom í form. Enn eri eg
ikki 100 prosent, men tað
lukkaðist at sleppa upp í
part, og tað eri eg sera glað
fyri. Nú hugsa vit bara um
føroyameistaraheitið, sum
vit ikki vildu hugsa um,
fyrr enn hetta var yvir
staðið.
Karin heldur, at kvinnu
finalan fekk ein øgiliga
spennandi enda, har tað
stóð nokk so nógv á til
síðst. – Men tað mundi vera
áskoðaravinarligt, tí tað var
øgiliga spennandi, sigur
hon.
Kendis endaleyst
Tað sama sigur Annika á
Stongum, ið helt endan á
dystinum vera so spennandi,
at tað á vøllinum kendist,
sum fekk tað ongan enda:
– Tað var sanniliga gott,
at tað fall út til okkara
fyrimun, tá avtornaði. Og
serliga gott var tað, at vit
fingu víst øllum, sum
hyggja at flogbólti, at vit
kundu klára okkum betri í
einari finalu, enn vit gjørdu
í fjør, sigur hon.
– Kanska gjørdi tað eisini
sítt, at vit hesa ferð fyri
reikaðu okkum øðrvísi enn
í fjør. Tá vóru vit saman við
fólkinum áðrenn dystin,
men hesa ferð hava vit bara
verið heima og gjørt tað
van liga, sum vit plaga at
gera fyri dyst. Tí haldi eg
eisini, at vit vóru meira
róligar nú.
Settið mundi ongan
enda fingið
Fagnaðurin var sjálvandi
ovurstórur, tá SÍ-kvinnurnar
fyri fyrstu ferð ognaðu sær
partabræv í stóra steypinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Liðskiparin hjá
SÍ-kvinnunum, Annika
á Stongum, við øðrum
steypinum, tær fingu við sær
aftur til Sørvágs leygardagin.
Uttast vinstrumegin sæst
eisini Karin Mikkelsen, ið
kompenseraði fyri vantandi
forminum við sínum
eyðkenda stríðsvilja
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir